Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-12, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. oktober 2015síða 5

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 12. oktober 2015 · Nr. 117 MISSUR Tær báðar sjúkurnar hann hevði fingið, vóru eitt sera sjáldsamt slag av demensi, Semantisk demens, sum rakar einar 10 danir um árið. Eitt prosent av teimum fáa eisini ALS, amyotrofisk lateral sclerosu, sum er eitt sjótt­gangandi slag av sclerosu, og tað sjúkuna hevði Páll eisini fingið. – Tá ið vit spurdu lækn­ ar­nar, hvussu langa tíð vit høvdu, kundu teir sjálvandi ikki siga nakað við vissu. Men tað mest vanliga var, at sjúk­ling­arnir livdu frá átta mán­aðum til tvey og eitt hálvt ár. – Tey fyrireikaðu meg uppá, at hetta fór at verða ein ógvuliga ring tíð, við ógvu­sligum broytingum til tað verra. Men eg vildi ikki at læknar­nir skuldi útgreina alt hetta fyri Pálli, tí hann kundi jú doyggja av onkrum øðrum, áðrenn hann bleiv so ringur og fullkomiliga óhjálpin. – Viðhvørt havi eg hugsað um eg gjørdi rætt, men eg vildi verja hann og hettar gjørdi so eisini tað, at vit tos­aðu ikki so nógv við hann um allar tær brouytingar, sum skuldi gerast. – Læknin segði at eg mátti greiða familjuni frá støðuni, og teimum broytingum sum skuldi gerast. Somuleiðis skuldi eg siga bygdaráðnum frá og melda hann úr øllum nevndar­sessum, og eg mátti eis­ini syrgja fyri, at hann ikki koyrdi bil meira. Samstundis skuldi eg seta meg í samband við kommunulækna at søkja um fyritíðarpensión, dag­ pen­ing ella avlamispensión. Eg skuldi eisini seta meg í sam­band við Hjálpi­tólar­ mið­støðina, fyri at fáa tey hjálpi­tól, sum hann kom at fáa brúk fyri. – Húsið skuldi broytast, so at Páll kundi vera har, og hann skuldi hava ergoterapi og fysioterapi, kostráðgevara og heimasjúkrasystrar. Alt hett­ar kom so við og við og eg fekk eisini ansingarhjálp tað sísta árið. Tosaðu ikki nógv um framtíðina Sølvá sigur, at tey fóru so heim úr Danmark, men tey tos­aðu hvørki nakað serligt um framtíðina, ella um sjúk­ ur­nar. – Men vit vóru samd um, at vit vóru, hóast alt, so mik­ ið tilkomin, vit høvdu verið gift í 34 ár, høvdu tríggj­ ar vaksn­ar synir, og at vit høvdu haft eitt gott, spenn­ andi, ríkt og strævið lív. – Eg spurdi hann, hvar vit skuldu jarðast. Hann segði at tað skuldi vera í gamla kirkju­garði, framman fyri for­eldrunum. Tað er umráð­ andi at siga tað sum sigast skal, meðan man enn kann, heldur Sølvá. Hon ásannar, at hetta var skelkandi fyri øll, sam­ stundis sum at tey vistu, at tað var ongin vón. – Ein vil illa trúgva hesum og tað var ringt at skilja hjá øðrum, tí enn sást ikki so nógv til, at nakað var galið. – Í august í 2002 fóru syn­ir­nir til Danmarkar við Pálli á møti hjá einum afri­kanskum prædiku­ manni, Charles Ndifon, har fleiri blivu grødd fyri ymiskt. Framhald á næstu síðu Hóast hettar var ógvuliga tungt, vóru tað eisini nógvar góðar hugnaligar og eisini stuttligar løtur Savnsmynd