mánadagur 12. oktober 2015síða 6
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. oktober 2015 · Nr. 117
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eisini bleiv biðið fyri hon
um í Føroyum. Sjálv bað eg
eisini um at fáa styrki til at
klára byrðuna, sigur Sølvá.
Hon sigur, at tað var bara
eitt at gera, og tað var at taka
seg saman og royna, at fáa
sum frægast burturúr. Og
tey máttu eisini syrgja fyri
at Páll fekk góð upplivilsir,
og góða hjálp og røkt, hesa
tíðina, hann hevði eftir.
– Tað hevði hann uppi
borið, tí hann hevði altíð
hjálpt øllum øðrum, og verið
til taks hjá øllum.
– Í apríl, var hann við
teimum í Koltri á fjalli, men
teir máttu leiða hann. Eisini
var hann í Trøllhøvda við
tyrluni. Annars fluttu vit av
Garðinum, býttu um hús við
elsta sonin, og tey yvitóku
eisini okkara virksemi við
ferðavinnuni.
– Og so sótu vit har, tvey
eini og loksins høvdu vit
fingið tað privatlív, sum
flestu fólk hava, og sum vit
onkuntíð
kanska
høvdu
saknað, sigur Sølvá.
Tey koyrdu biltúrar og
vóru útferð á Sandi. Tey
spældu
tveymans
sjavs,
onkuntíð fýramans sjavs, tá
ið fólk komu á gátt – og tað
vóru fólk øgiliga fitt at gera,
sigur Sølvá. Páll var eisini
eina uttanlandsferð við tví
burðabeiggjanum, Tróndi og
tað var hann ógvuliga glaður
fyri.
Versnaði skjótt
Men støðan hjá Páll versnaði
skjótt, longu í maj fekk hann
trupulleikar
at
tosa,
og
svølgja, men hann royndi
framhaldandi at arbeiða.
– Koyrikortið varð avle
verað í juli. Hann gavst eisini
við at vera deknur. Alt hetta
var sum at vera til jarðaferð
hvørja ferð, so sorgin var stór
hetta árið.
– Hjálpitól fekk hann
nógv av, so við og við sum
støðan versnaði. Men oftani
komu tey ov seint, minnist
Sølvá.
– Eg hevði avgjørt beinan
vegin, at hann skuldi verða
heima, og tað eyðnaðist, við
góðari hjálp frá øllum pørt
um – men tað var trupult.
– Tað var ikki Páll, ella
álvarsligu sjúkurnar, sum
gjørdi tað torført, tí hann
var stak lættur at hava við
at gera og var nøgdur í allari
elendigheitini, og varðveitti
virðingina.
– Trupulleikin var tann
almenna
skipanin,
ikki
fólkini, tí tey vóru stak fitt.
Men tað eru mannagongdir
nar, reglugerðirnar og lógar
verkið, sum haltar og gera alt
so tvørligt. Alt var so tungt
og tók so órímiliga langa tíð,
við fundum, pappírum og
játtanum, og tíðina høvdu
vit jú ikki. Eg var mangan
við at verða óð í høvdinum,
sigur Sølvá.
Hon heldur, at tey mugu
øll hava verið øgiliga troytt
av henni, tí hon hevur klagað
og kært, skrivliga og munn
liga, og bjóða seg fram til at
greiða frá, fyri at tað kann
gerast lættari hjá øðrum,
sum koma í somu støðu.
– Tað átti at verið so ein
falt, tí tíbetur eru tað ikki so
nógv, sum fáa hesa sjúku. Øll
vita hvussu gongdin er og tí
skuldi tað verið so lætt at
havt alt til reiðar. Tað rætta
var, at fólk kundu komið
á Hjálpitólamiðstøðina at
fáa og avleverað hjálptól, so
hvørt, tørvurin broyttist.
– Í Danmark hava tey
ALS toymi, sum er til reiðar,
við einum samskipara sum
ráðgevir um alt. Sostatt
sleppa tey avvarðandi frá
øllum tí, og kunnu taka sær
av tí sjúka. Tað er ikki her,
men eg fekk hjálp frá ergo
terapeutum,
sigur
Sølvá
Patursson.
ALS-vinkonan
Sølvá sigur, at hon hevði til
knýti til læknarnar og ALS
toymið á Bispebjerg, Muskel
svindfonden og ALS forum.
Hon fekk eisini samband við
eina konu sum var í somu
støðu sum hon – eina ALS
vinkonu, sum hon kallar
hana.
– Vit mailaðu saman, og
tosaðu og grótu oftani sam
an í telefonini. Hon er eini
10 ár eldri enn eg og vit hava
samband enn, og eg hitti
hana fyrstu ferð í november
í fjør.
– Í Føroyum varð ein bólk
ur stovnaður fyri avvarðandi
við einum demenssamskip
ara. Tað er ein bólkur undir
Alzheimerfelagnum. Vit hitt
ust hjá hvørjum øðrum av og
á og tað var sera gott.
– Páll varð ongantíð inn
lagdur, alt var ambulant og
hóast hettar var ógvuliga
tungt, vóru tað eisini nógvar
góðar hugnaligar og eisini
stuttligar løtur at minnast
afturá, sigur Sølvá.
– Páll var túr hvønn ein
asta dag í koyristólinum, við
stuðlunum og tað var ótrú
liga gott. Stuðlarnir vóru um
Páll allan dagin, so var eg
einsamøll um náttina.
– Tær vóru stak fittar og
hetta var eisini gott fyri meg,
tí so var eg ikki einsamøll,
men hevði góð fólk at práta
við, og Páll fekk góða røkt.
MISSUR
Tað ber ikki til at fella í fátt,
men onkrar løtur eru tungar
Jarðarferðin hjá Pálli. Hann andaðist 25. mars 2004
Myndir: Brandur í Dali