mánadagur 12. oktober 2015síða 7
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 12. oktober 2015 · Nr. 117
Hjá Pálli vóru trupulleikar til fyri at verða loystir
MISSUR
Áki Bertholdsen
– Páll var altíð í sving!
Tá ið Sølvá Patursson
lítur aftur um bak, kann
hon minnast aftur á eitt
sera virki lív, saman við
Pálli.
Í hinari greinini her á
síðunum, greiðir hon frá,
hvussu tað var at missa
mannin, Páll, eftir herviliga
sjúkralegu.
Fyri at geva eina fatan
av, hvat tey mistu við
Pálli, fortelur hon, at hann
var ein maður, sum altíð
var í sving, og sum hevði
sjáldsama virkin á øllum
møguligum økjum.
Páll og Sølvá giftust í
1968, tá ið tey vóru 24 og
25 ára gomul. Tá var hon
sjúkrasystir á Landssjúkra
húsinum, men stutt eftir
fór hon á universitetið í
Aarhus at lesa til sjúkra
systralærara og hon fór
at arbeiða á sjúkrasystra
skúlanum árið eftir. Hon
arbeiddi til 1984, tá ið hon
varð heimaarbeiðandi á
garðunum saman við Pálli.
Páll hevði fest Kirkju
bøar garð í 1969, meðan
Sølvá var niðri, hann hevði
landbúnaðaútbúgving úr
Noregi og hevði festið til
1999.
Tey fingu tríggjar synir,
Jóannes í 1970, Pól í 1972 og
Sigert í 1976 og sum frá
leið fingu tey eisini tríggj
ar verdøtur. Síðani eru 10
ommu- og abbabørn kom
in, har Páll lukkaðist bara
at síggja fýra av teimum.
– Vit høvdu seyð, mjólk
kýr, ungneyt, kálvar, ross,
hønur, gæs, maskinir, trak
torar og annað sum hoyrir
til á einum garði. Somu
leiðis høvdu vit arbeiðs
gentu og húskall, fjallmenn
og hjálparfólk til fletting
og annað, og annars altíð
nógv fólk
– Vit høvdu bát fyri at
koma út í Trøllhøvdda.
Eisini fiskaðu og dyrgdu
vit viðhvørt. Vit vóru siglu
túrar út í Hest og Koltur og
vit vóru gongutúrar í hag
anum. Vit hava verið nógv
ar ferðir uttanlands, eisini
langt burturi, sigur Sølvá,
tá ið hon minnist aftur á
lívið saman við Pálli.
Somuleiðis høvdu tey
nógv ferðafólk á vitjan,
sum skuldu hava eina frá
greiðing um fornminni og
søguliga staðið í Kirkjubø.
Tey fingu eisini døgurða
gestir, tá ið tað almenna
hevði vitjan og seinni
høvdu tey kiosk, kaffi
stovu við heimabakaðum
pannukakum frá Sølvá.
Men serliga var tað Páll,
sum var virkin.
– Páll var eitt heilt ser
stakt menniskja og ein
deiligur maður og pápi.
Hann
var
sera
virkin,
hjálpsamur og arbeiðssam
ur, bæði inni og úti. Hann
brendi
fyri
landbúnað
inum og viðurskiftinum
hjá bøndrunum, og hann
brendi
fyri
Kirkjubøar
garði og fornminnunum
har.
– Og hann var við í øll
um. Hann var limur í bjarg
ingarfelagnum, og var við
í fleiri bjargingum bæði
á sjógvi og á landi. Hann
seldi elektriskt hegn, og
setti upp nógva staðni,
samstundis sum at hann
seldi og umboðaði land
búnaðarmaskinur og tól.
Hann var nevndarlimur
og formaður í landbún
aðarnevndum og í MBM.
Hann var bygdaráðslimur,
limur í SEV, í Eimskip,
kirkjuráðslimur,
deknur
og klokkari. Og so var hann
eisini grindaformaður.
– Hann var við at
stovna Føroya náttúru og
umhvørvisfelag, FNU og
hann var við til at stovna
Fornminnagrunnin, Grøði
og Fóður í sjeytiárunum.
– Hann var við í ar
beiðinum at reisa minnis
varðan yvir Nólsoyar Páll í
Vágsbotni í 1995, og at geva
bókina, Ættarsambandið
við Nólsoyar Páll, út í 1997.
Hann var brandmaður,
og tók brandskeið í 1999 og
árið eftir tók hann eisini
spreingiskeið.
– Hann var blíður, fyri
komandi, stuttligur, dámdi
væl at skipa og at dansa
føroyskan dans. Onki var
ein forðing hjá honum,
trupulleikar vóru fyri at
loysa, eru minnini, Sølvá
hevur um Páll.
Vit vóru altíð
umgird av fólki
Heimasjúkrasystrar
komu
eisini regluliga, So eg var ikki
einsamøll um ábyrgdina.
Tann 25. mars í 2004 fekk
Páll frið, hann fór, friðarliga
og stillisliga, heima hjá sær
sjálvum og vit vóru næstan
øll har.
– Hetta var ein lætti, at
hann slapp og ikki skuldi
pínast meira, sigur Sølvá.
Nú hevði hon gingið í tvey
ár og stúrt og verið bangin
fyri hesum. Og so bleiv tað
ikki, sum skrivað var í bók
unum, og tað var eisini ein
lætti, sigur hon.
Liva ímeðan mann livir
Páll var akkurát fyltur 60 tá
ið hann doyði og nú var Sølvá
einkja, eisini 60 ára gomul.
– Tað var øgiliga tómt, og
saknurin var stórur. Eg var
flutt av garðinum og tí ar
beiðsplássi vit bæði høvdu
haft har, og nú hevði eg onki
arbeiði heldur.
– Ymiskt er hvussu ein
fótar sær, men tað er neyð
ugt. Eg havi onga uppskrift,
men hjá mær gekk summarið
við at vera ferðaleiðari í
Kirkjubø, og at greiða frá
fornminnunum har. Eg gekk
nógvar túrar, eisini í hag
anum, og leitaði eftir grav
steini til grøvina hjá Pálli.
– Eg las nógv, tað eru
nógvar góðar bøkur um
hvussu ein fótar sær aftur,
eisini á internetinum. Eg
fór til konsertir, sjónleikir
og vitjaði fólk. Ein má royna
at vera upptikin av onkrum,
ikki isolera seg. Vera positiv
ir, og royna at liva við teim
livandi, meðan man livir,
staðfestir hon.
– Ein skal eisini syrgja,
gráta og minnast, og tosa um
alt tað góða lívið man hevur
havt, og vera takksamur fyri
tað. Eg havi altíð havt lætt
við at tosa og gráta, eisini um
hesa tíðina. Tað eru tað ikki
øll sum kunnu, men tað má
vera verri.
Sølvá sigur, at hon varð
boðin Noregs í fimm vikur
og tað var ein fantastisk
ferð og so meldaði hon seg
eisini skeið í føroyskum á
Setrinum, har hon tók prógv
í januar.
Á heysti í 2004 fór hon
eisini at taka vaktir sum
tímanslønt sjúkrasystir av og
á. Tað var ein vinkona, sum
skumpaði hana ígongd við tí.
– Hettar gjørdi eg í sjey
ár, til í 2011 tá ið eg bleiv 68.
Eg hevði fingið fleiri ommu
børn, so helt eg, at tað var
meira umráðandi, at vera
nakað fyri tey, og fyri synir
nar og verdøturnar, so leingi
ein orkar – og so leingi tey
skoyta um meg.
Hon hjálpir framvegis til
á garðinum í Kirkjubø, og
á Hoyvíksgarði, har yngsti
sonurin er bóndi.
– Eg havi altíð havt góð
fólk rundan um meg, nógvar
góðar vinir, kenningar og
familju. Og eg eri so heppin at
hava synirnar, verdøturnar
og 10 ommubørn her. Øll
búgva í Føroyum, tað eri eg
ómetaliga glað fyri tí tað eru
ikki unt øllum, sigur Sølvá.
– Tað ber ikki til at fella
í fátt, men onkrar løtur eru
tungar. Men ein má taka seg
saman, og ikki blíva ein plága
fyri síni nærmastu.
– Man má berjast ímóti
við vón um at tað verður
betri – og tað verður betri,
og eg kann bara siga sum
Steinbjørn B. Jacobsen, sáli:
Heldur vil eg missa teg enn
ongantíð at hava hitt teg.
aki@sosialurin.fo
– Tað var ikki Páll, ella álvarsligu sjúkurnar, sum
gjørdi tað torført, sigur Sølvá Patursson
Savnsmynd
Savnsmynd