mánadagur 12. oktober 2015síða 9
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 12. oktober 2015 · Nr. 117
TÍÐINDI
EKK
RSLØNINA
Hesi vóru mett
at vera millum
favorittarnar
273 fólk vóru skotin upp at fáa friðarheiðursløn Nobels í ár og millum
favorittarnar at fáa hana vóru Angela Merkel og Frants, pávi, fyri sítt
virksemi í flóttafólkakreppuni og iranski uttanríkisráðharrin og John
Kerry, fyri atomavtaluna millum Iran og vesturheimin.
Angela Merkel
Flóttafólkakreppan í Evropa hevur skapt stórar yvirskriftir í ár og tað er
væl møguligt, at nobelnevndin eisini hevur latið seg ávirka av søgunum úr
Miðjarðarhavinum. Angela Merkel hevur gingið á odda fyri at ríku evropisku
londini skulu taka ímóti fleiri flóttafólkum. Hon var eisini avgjørd í málinum
um russisku innrásina í Ukraina, og tí er hon eitt gott boð at fáa friðarheiðursløn
Nobels.
UNHCR og Mussie Zerai
Um Nobelnevndin velir at varpa ljós á fólkaflóttakreppuna, eru eisini onnur
góð boð upp á vinnarar. Hásendiharrin hjá ST í flóttafólkamálum, á enskum
stytt UNHCR, og eritreiski presturin Mussie Zerai kunnu eisini koma upp á tal.
Mussie Zerai hevur verið virkin í arbeiðinum at føra flóttafólk trygt tvørtur
um Miðjarðarhavið, meðan UNHCR ger eitt stórt arbeiðið í nærumhvørvinum.
Frants, pávi
Frants, pávi, hevur seinasta árið varpað ljós á fleiri álvarsom viðurskifti runt
um í heiminum. Hann hevur heitt á allar kirkjusóknir í evropa, um at taka ímóti
minst einari flóttafólkafamilju. Á ferð síni til USA fyri kortum, hartaði hann
tjóðina fyri at halda fast við deyðarevsing. Hann hevur eisini úttalað seg um
kríggini í miðeysturi.
Mohammad Javad Zarif og John Kerry
Uttanríkisráðharrarnir hjá ávikavist Iran og USA hava fingið æruna fyri at hava
borið á mál umstríddu atomavtaluna, sum Iran hevur gjørt við stórmaktirnar.
Kjarnarn í avtaluni er, at Iran skal minka um sítt kjarnorkuprogram, í býti
móti at revsitiltøk móti landinum verða strikað. Avtalan er tó sera umstrídd,
og ivasamt er, um nýggja nobelnevndin fer at leggja so hart út.
Juan Manuel Santos, forseti í Kolumbia, og
Timoleón Jiménez, leiðari av FARC-geriljuni
23. septembur skrivaðu kolumbianski forsetin og leiðslan fyri FARC-geriljuna
undir eina avtalu um, at ein endalig friðaravtala skal vera undirskrivað innan
eitt hálvt ár. Hendan avtalan er nógv minni umstrídd enn Iran-avtalan og er tí
kanska eitt betri boð. Tó so, endaliga avtalan skal ikki undirskrivast fyrr enn í
mars 2016, so kanska tað verður næsta ár, at partarnir eisini fáa friðarheiðursløn
Nobels.
Novaya Gazeta
Mong eru tí, ið ynskja, at nobelnevndin varpar ljós á støðuna í Russlandi. Um
so er, so kundi russiska avísin Novaya Gazeta fingið friðarheiðurslønina. Enn
hevur eingin miðil fingið friðarheiðurslønina, og Novaya Gazeta er ein av fáum
miðlum, sum torir at talað Kreml mitt ímóti. Tað hevði eisini verið stuttligt,
tí Mikhail Gorbatjov stovnaði avísina, við pengunum hann fekk fyri at vinna
friðarheiðursløn Nobels í 1990.
Raid Badawi
Raif Badawi stovnaði heimasíðuna Saudi Arabian Liberals, og fyri hetta er hann
dømdur sjey ára fongsulsrevsing og 1.000 sløg við píski, fyri at hava háðað islam.
Dr. Denis Mukwege
Kongolesiski læknin Dennis Mukwege viðgerð neytiknar og misbrúktar
kvinnur í Kongo, hóast hann soleiðis setir seg sjálvan í stóran lívsvanda.
Stríði í Kongo er eitt forfjónað stríð, men seksualiseraður harðskapur hevur
fingið økt uppmerksemi seinnu árini. Ein møguleiki er, at Dennis Mukwege
fær heiðurslønina saman við Jeanne Nacatche Banyere og Jeannette Kahindo
Bindu.
Grein 9 í japansku grundlógini
Grein 9 í japansku grundlógini hevur forboðið landinum at fara í kríggj, uttan í
sjálvverju. Tó, fyri góðum mánaði síðani valdi japanska tjóðartingið at umtulka
grein níggju og geva tjóðini víðari ræsur at verja seg sjálva, eisini uttanlands.
Ein friðarheiðursløn til teir bólkar, ið eru ímóti hesi broytingini hevði verið ein
sterkur boðskapur at sent Japan og heiminum.
Edward Snowden
Amerikanski bríkslarin Edward Snowden er aftur í ár nevndur sum ein
upplagdur møguligur vinnari. Hóast evni, hann ímyndar, spurningurin um, hvat
myndugleikarnir vita um borgararnar, og hvat teir gera við hendan kunnleikan,
enn er viðkomandi, so er spurningurin, um ikki tíðin er við at fara frá Edward
Snowden. Áhugin rundan um hann er tó farin at dala nakað seinastu tíðina.
kratisku tilgongdini í Tunesia í
mun til grannalondini, sum eisini
upplivdu kollveltingar í arabiska
várinum, men har lítið er komið
burtur úr, hvat demokratisering
viðvíkur.
– Tunesiska kvartettin legði
grundarlagið fyri friðarligum sam
skifti millum borgararnar, polit
iskar flokkar og myndugleikarnar.
Demokratiska tilgongdin í Tun
esia hevur víst, at tað ber til hjá
islamskum og verðsligum rørsl
um at samstarva, tvørtur um
politisk og religiøs mørk. Soleiðis
sæð hevur tunesiska kvartettin
trivið í aftur gomlu siðvenjurnar
um friðarráðstevnur, sum Alfred
Nobel nevnir í sínum testamenti,
segði Kaci Kullman Five.
Nobelnevndin gevur við hes
um tunesisku kvartettini fyri
tjóðarsamskifti ein stóran part av
æruni fyri, at tað, sum var vunnið
í jasminkollveltingini, ikki fór fyri
skeyti, men at nývunna fólkaræði
varð vart og fekk høvi at blóma.
– Okkara vón er, at friðarheið
urslønin verður ein eggjan til
tunesiska fólkið, sum hava megn
að, hóast avbjóðingar, at leggja
grundarlagið fyri tjóðskaparligum
brøðralagi, samstundis sum, at
hetta skal vísa vegin hjá øðrum
fólkum í økinum. Gongdin í
Tunesia leggur dent á virði í sam
skifti og tjóðskaparligt samanhald,
segði forkvinnan í nobelnevndini.
Friðarheiðursløn
Nobels
er
ein av fimm heiðurslønum, sum
Alfred Nobel stovnsetti í sínum
testamenti hin 27. novembur 1895.
Vinnarin
verður
kunngjørdur
fyrst í oktobur, meðan handanin
er í Oslo 10. desembur, sum er dag
urin tá Alfred Nobel doyði. Frið
arheiðurslønin er einasta Nobel
heiðurslønin, ið ikki verður latin
í Svøríki.
Alfred Nobel setti trý krøv til
hvør kundi fáa heiðurslønina,
men vinnaranum tørvar einans
uppfylla eitt teirra. Fyrsta kravið
er at minka um hernaðarstyrkina,
annað kravið er at skipa fyri
friðarráðstevnum, meðan triðja
kravið er, at vinnarin skal hava
skipað fyri sátt og semju millum
tjóðir.
Heiðurslønin er eitt heiðurs
merki, eitt skreytbræv og ein pen
ingaupphædd, sum í 2014 var á leið
6,5 milliónir krónur.
FAKTA
Friðarheiðursløn Nobels er ein av fimm heiðurslønum,
sum Alfred Nobel stovnsetti í sínum testamenti hin 27.
novembur 1895. Vinnarin verður kunngjørdur fyrst í
oktobur, meðan handanin er í Oslo 10. desembur, sum
er dagurin tá Alfred Nobel doyði. Friðarheiðurslønin er
einasta Nobelheiðurslønin, ið ikki verður latin í Svøríki.
Alfred Nobel setti trý krøv til hvør kundi fáa heiðurslønina,
men vinnaranum tørvar einans uppfylla eitt teirra. Fyrsta
kravið er at minka um hernaðarstyrkina, meðan annað
kravið er at skipa fyri friðarráðstevnum. Triðja kravið er, at
vinnarin skal hava skipað fyri sátt og semju millum tjóðir.
Heiðurslønin er eitt heiðursmerki, eitt skreytbræv og ein
peningaupphædd, sum í 2014 var á leið 6,5 milliónir krónur.
94 friðarheiðurslønir eru handaðar síðani tann fyrsta í 1901.
16 kvinnur hava fingið friðarheiðursløn Nobels higartil.
61 ár er miðalaldurin hjá teimum, sum
fáa friðarheiðursløn Nobels
1 vinnari, Le Duc Tho, hevur noktað at taka ímóti heiðurslønini.
3 vinnarar hava sitið í varðhaldi, tá teir hava fingið
heiðurslønina. Týski tíðindamaðurin Carl von Ossietzky,
burmesiski politikarin, Aung San Suu Kyi og kinesiski
mannarættinastríðsmaðurin Liu Xiaobo.