Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-12, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. oktober 2015síða 10

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. oktober 2015 · Nr. 117 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TOM OG JALIG VIÐGERÐ AV UPPSKOTINUM TIL FÍGGJARLÓG Uppskotið, sum fekk 1.viðgerð, er bert ein framskriving, so veruligt politiskt orðaskifti kom ikki burturúr hesaferð Árni Gregersen Nýggja Løgtingið fór til verka í seinastu viku, tá ið fíggj­ar­lógaruppskotið fyri 2016 fekk 1. viðgerð. Løgtingsviðgerðin í ár var tó eitt sindur øðrvísi, enn 1. viðgerð av fíggjarlógar­upp­ skotinum plagar at vera. Hetta uppskotið, sum var lagt fram í tinginum 30. sep­ tember, er eitt fram­skrivað uppskot, sum fyrst og fremst byggir á tey tøl, sum eru í tí fíggjarlóg, sum er galdandi í 2015. Fígg jarlógaruppskotið sjálvt hevur ikki fingið nakra politiska viðgerð. Tað vísir eitt hall uppá 144 milljónir krónur. Tá er lønar­vøkst­ urin ikki tikin við og bert hendinga hækkingar í prís­ um – millum annað verður roknað við, at prísurin á heilu­vági hækkar trý pro­ sent. Verða lønarhækkingarnar tiknar við, so hevði hetta uppskotið víst eitt hall, sum hevði verið millum 150 og 200 milljónir krónur. Sjálvt orðaskiftið var ikki serliga hvast, fyrst og fremst tí hvørki andstøð­an ella samgongan í veru­leik­anum varða av fíggjarlógar­upp­ skot­inum. Hetta er eitt uppskot, sum skal leggjast fyri Løgtingið áðrenn 1. oktober, uttan mun til um tað hevur fingið neyð­ uga politiska viðgerð ella ei. Fíggjarlógin er mest av­ ger­a­ndi lógin, sum Løg­ting­ ið samtykkir. Tað er fíggj­ ar­lógin, sum leggur fast, hvørjar útreiðslur og inn­tøk­ ur almennu Føroyar kunnu hava í tí ári, lógin er galdandi fyri. Landskassin kann als ikki gjalda rokningar ella lønir um so er, at heimild ikki er í fíggjarlógini fyri hesum. Kjakið Helena Dam á Neystabø var fram­søgukvinna fyri Javn­ aða­r­flokkin. Hon gjørdi beinanvegin vart við, at ongin partur av tí politikki, sum samgongan hevur sett sær fyri at reka, sæst aftur í uppskotinum, sum var til viðgerðar. Hetta skal viðgerast polit­ iskt áðrenn samgongan av álvara eigur uppskotið, sum eftir ætlan skal tryggjað, at hallið á fíggjarlógini er burt­ ur næsta ár. – Avbjóðingarnar eru stór­ ar, men í einum av heimsins ríkastu londum skal tað bera til at fáa hallið burtur longu í 2016, segði hon. Hon vísti eisini á, at vit hava havt stóran vøkstur í sam­felagnum, men eftir henn­ara tykki, so eru virðini ójavnt býtt og eru á ov fáum hond­um. – U­mframt at beina fyri ójavnum í samfelagnum er neyðugt, at vit beinenvegin fáa gjørt eina nýskipan av fiski­vinnuni. Harafturat, mugu vit eisini tryggja okk­ um betri atgongd til altjóða mark­naðirnar, segði Helena Dam á Neystabø. Ódemokratiskt Bárður á Steig Nielsen, fram­ søgu­maður fyri Sam­bands­ flokkin, fanst at manna­ gongini í sambandi við við­gerð­ini av fíggjarlógini hesu­ferð. Hann segði, at uppskotið sum var til 1.viðgerð, ongan veruligan týdning hevur, og at samgongan nú fer undir at gera eina veruliga fíggjarlóg. Hetta fer at taka tíð, so eitt veruligt uppskot kemur ikki aftur í tingið fyrr enn um hálv­an desember. ­– Tað er so seint, at í veru­ leikanum verður tað soleiðis, at andstøðan als ikki sleppur at viðgera uppskotið. Tíðin fer at ganga undan til jólar, segði Bárður Nielsen. Framsøgukvinnan fyri Javn­aðarflokkin, Helena Dam á Neysta­bø við­merkti, at hetta vón­andi ikki fór at verða so. Sam­gongan fór at gera hvat hon kundi, so nýggja upp­skotið fer at liggja á tin­g­borðinum longu um hálv­an november. Bárður á Steig Nielsen segði eisini, at hann hevur lagt til merkis, at tað ikki sær út til at samgongan ætlar at fáa hallið á fíggjarlógini burt­ur longu í 2016. Hann segði, at fleiri út­ meld­ingar frá lands­stýris­ fólk­unum benda á, at tað ikki longur er eitt “must” hjá samgonguni at fáa hallið burtur nú. – Tað tykist, sum lands­ stýrið hevur slept endanum – og tað er ein álvarslig støða, segði Bárður á Steig Nielsen. Hann vísti eisini á, at Moody’s hevur sagt, at fáa vit ikki javnvág á fíggjarlógina næsta ár, so er vandi fyri, at Føroyar verða niðurraðfestar hjá metingarfyritøkuni – og tað vil siga, at vit mugu gjalda meira í rentum. – Meira renta kostar partar av vælferðini, segði Bárður á Steig Nielsen. Hann segði, at tað er alt­ avgerandi at finna eina fe­ lags loysn, so vit sleppa und­ an hallinum næsta ár. Skattalættin kemur Pauli Trond Petersen, ný­ valdi tingmaðurin fyri Tjóð­ veldi, helt framsøgu­røðuna. Hann segði, at skatta­ lætt­in til lág- og meðalinn­ tøk­urnar fer at seta ferð á búskapin. Tann skattalættin, sum varð latin teimum hægru inntøkunum, hevði onga beinleiðis ávirkan á van­liga brúkaramynstrið í Før­oyum. Hann lovaði eisini, at sam­gongan beinanvegin fer undir at fyrireika eina ný­ skipan av fiskivinnuni. Har­ aftrat skal pensjónsmálið loys­ast og harvið verður eisini skapt eitt ávíst haldføri í fram­tíðar búskapinum. – Búskapargrunnurin fer at virka og tryggja eitt sam­ halds­festi millum ættarliðini og allar serinntøkur fara í hendan grunn, líka so skjótt yvirskot er á fíggjarlógini, segði Pauli Trond Petersen eisini. Framsøgumaðurin hjá Fólkaflokkinum, Jacob Vester­gaard, segði, at tað eigur at vera lagamanni at gera eina fíggjarlóg fyri 2016, sum ikki hevur hall. – Hendan samgongan kem­ur í veruleikanum til skor­in klæðir. Vit kundu sjálv­andi eisini fingið hall­ ið burtur fyrr, men tað var umráðandi hjá gomlu sam­ FÍGGJARLÓGIN Kristina Háfoss, Tjóðveldi, fegnaðist um, at tað finst ein felags vilji í tinginum at gera nýskipanir Ruth Vang, Framsókn, er nýggjur formaður í fíggjarnevndini hjá Løgtinginum