Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-12, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. oktober 2015síða 11

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 12. oktober 2015 · Nr. 117 FÍGGJARLÓGIN gong­uni at samfelagið helt fram at virka. Nú er støðan ein heilt onnur, segði hann. – Eg haldi sjálvur, at út­ lit­ini eru góð. Alivinnan virk­ar væl og vit hava eina fjøl­táttaða fiskivinnu, sum eisini gevur til samfelagið, so útlitini skuldu verið góð, segði Jacob Vestergaard. Nýggj forkvinna í fíggjarnevndini Eftir at Annika Olsen boðaði frá, at hon fór í farloyvi og segði formanssessin í fíggj­ ar­nevndini frá sær, er Ruth Vang, Framsókn, nýggjur for­maður í fíggjarnevndini. Hon er nývald og helt sína fyrstu røðu undir 1.viðgerð av fíggjarlógini. Hon legði stóran dent á, at núverandi samgongan er samd við tí gomlu um, at tað er umráðandi, at hallið á fíggjarlógini fæst burtur longu í 2016. – Tað er altavgerandi, at samsvar er millum útreiðslur og inntøkur. Hetta er gald­ andi privat, men eisini í al­ m­enna búskapinum, segði Ruth Vang. Hon nevndi eisini, at tað er alneyðugt við fleiri ný­ skip­anum, skulu vit fáa tam­ar­hald á og haldføri í búskap­inum. Samstundis fegn­aðist hon um, at tað sá út sum andstøðan var samd við samgonguni um, at hesar ný­skipanir mugu gerast. Ruth Vang segði,a t fáa vit fleiri størv í vinnuni, so fara vit eisini at síggja, at alt fleiri kvinnur fara at trívast í Føroyum. Bill Justinussen, Mið­ flokk­urin, gjørdi vart við, at bú­skapurin í Føroyum er annað enn landskassin. Lands­kassin er ikki meira enn ein triðingur av okkara bú­skapi, segði hann. – Men sjálvandi er tað av stór­um týdningini, at ein ávís er millum búskapirnar í land­inum, segði Bill Justin­ us­sen. Hann segði eisini, at viðhvørt tekna við eina ov dapra mynd av uttan­lands­ skuldini hjá Føroyum. Hann segði, at hon í løtuni er á leið 35 prosent av brutto­ tjóðar­úrtøkuni, meðan hon í Danamrk er 45 prosent og í Evropa sum heild, 90 pro­ sent. – So enn er møguligt at reka skilagóðan politikk, so tað er ikki avgerandi neyð­ ugt, at vit fáa hallið burtur næsta ár, segði Bill Justinus­ sen, Miðflokkurin. Landsstýriskvinnan Góða undirtøkan og væl­viljin í røðunum frá and­støðu­ tingfólkunum, fekk nýggju kvinnuna við fíggjarmálum, Kristinu Háfoss, Tjóðveldi, at fegnast. At tey flestu er samd um, at tað ber til at loysa tey stóru málini, sum eru fyri framman, fekk hana at fegn­ ast. Hon segði í røðu síni, at Føroyar eru eitt av heim­sins ríkastu londum, men sam­ stundis segði hon, at virðini eru á ov fáum hondum. Tað skal nakað gerast við, segði hon. -Áðrenn 1.januar fara vit at arbeiða við nýggjum inn­ tøkum, men vit fara eisini at hyggja at útreiðslunum. Har­afturat fara vit at hyggja at íløgunum, sum Bú­skap­ar­ ráðið eisini sigur, at vit eiga at gera, segði Krist­ina Há­ foss. Búskaparráðið hevur sagt, at búskapurin er um at gerast ov heitur og at al­ mennu Føroyar eiga at seta ferðina eitt sindur niður og strekkja íløgurnar yvir eitt sindur longri tíð. Fíggjarlógin hevur nú havt 1. viðgerð og er beind í fíggjarnevndina. Í veruleikanum vil tað siga í ár, at samgongan og lands­ stýrið í felag fara at viðgera uppskotið politiskt og koma við uppskotum til nýggjar lógir og lógarbroytingar, so fíggjarlógin verður, sum sam­gongan vil hava hana. Fíggjarlógin skal sam­ tykkj­ast endaliga í seinasta lagi áðrenn 1. januar. And­ støðan óttast fyri, at hon ikki sleppur við í veruligu við­gerðina, tí 2. viðgerð neyv­an verður fyrr enn um hálvan desember, men fram­søgukvinnan hjá Javn­ aðar­flokkinum lovaði, at tey skuldu gera alt fyri, at upp­ skotið kemur aftur í Løg­ tingið um hálvan no­vember. Bill Justinussen, Miðflokkurin, helt ikki, at tað var nøkur grund til at tekna eina dapra mynd av uttanlandsskuldini Helena Dam á Neystabø, Javnaðarflokkurin, lovaði, at nýtt, politiskt viðgjørt uppskot kemur aftur á ting um hálvan november. Pauli Trond Petersen, Tjóðveldi, segði, at tað er avgerandi, at ein nýskipan verður gjørd av fiskivinnuni beinanvegin Bárður á Steig Nielsen, Sambandsflokkurin, óttaðist fyri, at andstøðan í veruleikanum ikki sleppur at viðgera fíggjarlógaruppskotið