mánadagur 12. oktober 2015síða 14
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. oktober 2015 · Nr. 117
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
SAMRØÐA
Finnbogadóttir skal hugleiða um
hendan vakra dagin í Norður
stovu. – Jamen tað kann als ikki
samanberast, sigur hon við glógv
andi eygum.
– Dagsins kvinnur hava sjálv
sálit. Tær vita, at tær eru akkurát
líka klókar og dugnaligar sum
menn, sigur Vígdis.
Í hennara fyrstu tíð sum stríðs
kvinna
fyri
javnstøðu
merkti
Vígdis, at kvinnur sóu sær sjálvar
onkursvegna út frá tí mynd, sum
heimurin hevði av kvinnum.
– Tað vóru kanska heili 50 pro
sent av heimsins íbúgvum, sum
hildu, at kvinnur vóru verri fyri
intellektuelt enn menn, so tað er
einki løgið í tí, greiður Vígdis frá.
Men í dag er støðan broytt. Í
dag eru kvinnur í leiðandi postum
og við valdið bæði í Íslandi og í
Føroyum, hóast málið enn ikki er
rokkið.
– Tað eru 100 ár síðani kvinnur
fingu valrætt. Men fyrstu 60 árini
í Íslandi megnaðu vit ikki at fáa
fleiri enn tríggjar kvinnur valdar
í Altingið. Í dag eru 40 prosent av
Altingslimunum kvinnur, sigur Víg
dis.
Og kvinnurnar hava broytt sam
felagið bara til tað betra, spyrt tú
Vígdis Finnbogadóttir.
– Tað sigur seg sjálvt, at helm
ingurin av heimsins íbúgvum eisini
má verða umboðaður har, sum
valdið liggur. Uttan kvinnur fáa vit
eitt sera fátækt samfelag, heldur
Vígdis fyri.
Mál og mentan binda
okkum saman
Føroyingar og íslendingar hava eitt
serstakt tilknýti til hvørt annað.
Ella soleiðis verður altíð sagt. Og
soleiðis er tað avgjørt eisini, sam
bært Vígdis Finnbogadóttir. Hon
hevur ein serstaka tokka til Før
oyar.
– Vit finna okkara tilknýti í
søgu okkara. Vit eru brøðratjóðir,
systkin í heiminum, og vit hava
varðveitt okkara felags mentan á
mangan hátt, greiður Vígdis frá.
Eftir hennara tykki eru Føroyar
og Íslandi perlur í heiminum, sum
hava bygt síni slott og katedralar í
sterkum søgum um víkingar og for
fedrar.
– Føroyar og Ísland hava sterkar
søgur, og vit kenna og viðurkenna
okkara fortíð. Vit hava 1000 ára
søgu aftan fyri okkum, og hava í
stóran mun varðveitt okkara upp
runa mentan. Hetta ger okkum til
serstakar gimsteinar í alheims høpi,
heldur Vígdis.
Í samband við vitjanina skal
Vígdis halda ein fyrilestur í Lær
araskúlahøllini sama dag, sum
vit práta yvir ein kaffimunn, áðr
enn leiðin gongur víðari. Undir
yvirskriftini »Vit eru sterkari enn
vit halda«, fer Vígdis at hugleiða
um hennara hjartamál – mentan,
gransking, mál, javnstøðu og annað.
Men hvat meinar hon við »Vit
eru sterkari enn vit halda?«
– Føroyingar og íslendingar
halda, at vit eru veik, tí vit eru vit
andi um, at vit helst ongantíð verða
heimsins nalvi. Tað eru vit ov smá
til. Men júst tað, at vit ikki eru í
eins stórum vanda fyri kríggi og
líknandi ger, at vit nettup standa
sterk í heimshøpi, greiður Vígdis
frá.
Høvuðsorsøkin til, at Vígdis
Finnbogadóttir situr í Norðurstovu
hendan fagra dagin í oktober er, tí
hon vil takka føroyingurin fyri
stuðul í Mál og mentanarstovnin
í Íslandi, sum Vígdis hevur sett á
stovn.
Visjónin handan stovnin er, at
hann skal vera ein miðdepil fyri
alheims mál og mentan. Har skulu
granskarar granska í ymiskum
málum og mentanum. Stovnurin
skal ganga á odda í at skilja og
virða tvørtur um landamørk, og
upplýsingar skulu vera lætt til
gongiligar fyri ein hvønn vitjandi,
sum vil vita meira um eitt hvørt
land og tess mál og mentan.
– Tað er umvegis mál og mentan,
at vit fáa virðing og skapa forstáilsi
fyri hvørjum øðrum, heldur Vígdis
Finnbogadóttir fyri.
»Eg vil heldur hava ein mál og
mentanarstovn eftir mær, enn ein
bronsufigur av mær á einum hesti
mitt í Reykjavík«, helt Vígdis fyri,
tá ið umboð fyri Fróðskaparsetrið
hitti hana á somu vitjan. Og júst
tað er tað, sum brennur ígjøgnum
hendan fagra dagin í Havn. Vígdis
Finnbogadóttir hevur ein kærleika
fyri fólki, fyri mentan og fyri
forstáilsi millum tey, sum í dag ikki
skilja hvørt annað.
Sterki stríðsandin í Vígdis Finn
bogadóttir er undir ongum um
støðum slóknaður, hóast tað nú eru
næstan 20 ár síðani, at hon takkaði
fyri seg um íslendski forseti. Leið
hennara síðani hevur tó ikki verið
minni imponerandi, og eingin ivi er
um, at hendan kvinnan fer at stríð
ast fyri javnstøðu millum menn og
kvinnur, javnstøðu millum alheims
borgarar og javnstøðu millum lond
so leingi hon stendur á beinunum.
Kvinnur valdu fyrstu ferð í 1918
Sambært grundlógarbroyting í 1915 fingu kvinnur í Danmark og Føroyum valrætt.
Valrættur fyri kvinnur í Føroyum varð staðfestur árið eftir, í 1916.
Fyrstu ferð kvinnur valdu á vali í Føroyum var annars til fólkaatkvøðuna um
rúsdrekkabannið í 1907.
Fyrstu ferð kvinnur sluppu at velja á løgtingsvali var 24. apríl í 1918. Tá vóru bara tveir
flokkar í Føroyum, Sambandsflokurin og Sjálvstýrisflokkurin. Síðani floksbýtið á tingi
í 1906 hevð Sambandsflokkurin altíð verið størstur, hóast onkuntíð stóð á jøvnum.
Men á fyrsta valinum, tá kvinnurnar fingu valrætt, var Sjálvstýrisflokkurin tann størsti.
Tá vórðu valdir 11 sjálvstýrismenn á ting og níggu sambandsmenn. Hetta er fyrstu og
einastu ferð, at Sjálvstýrisflokkurin hevur verið størsti flokkur á tingi og einastu ferð,
at hann hevur havt reinan meiriluta á tingi.
Jona Henriksen fyrsta kvinna á tingi
Tá kvinnuárið var í 1975 tók fyrsta kvinna fast sæti á
løgtingi.
Tað var Jona Henriksen, sum umboðaði Javnaðarflokkin.
Hon tók sæti sum eykafólk fyri Jákup Lindenskov,
landsstýrismann.
Tað var ikki fyrr enn í 1996, at tingfólk, sum koma í
landsstýrið, sambært lóg skulu leggja tingessin frá
sær. Men tað var siðvenja frammanundan, hóast allir
landsstýrismenn ikki gjørdu tað. Soleiðis gjørdist Jona
Henriksen fyrsta kvinna við føstum sæti á tingi.
Á valinum í 1978 vóru fyrstu kvinnur valdar á ting.
Tær vóru Jona Henriksen úr Javnaðarflokkinum og
Karin Kjølbro úr Tjóðveldisflokkinum.