Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-12, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. oktober 2015síða 15

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 12. oktober 2015 · Nr. 117 Vilmund Jacobsen Samráðingarnar byrja í dag, tá strandarlondini, Før­ oy­ar, ES, Ísland og Noreg, hitt­ast í London og fara at sam­ráðast um svartkjaft. Tað er Ísland, sum er for­ mans­land og hevur boðið strandarlondunum til sam­ ráðingarborðið. Grøn­land og Rusland eru boðin við sum eygleiðaralond. – Stóru málini um svart­ kjaft hesaferð er at býta svartkjaftin av nýggjum mill­um strandarlondini, at umrøða eina langtíðar um­ sitingarstrategi fyri svart­ kjaftastovnin og at áseta mest loyvdu veiði fyri 2016. Í Fiskimálaráðnum vita tey at siga, at mikudagin hitt­ast strandarlondini, Før­oyar, ES, Ísland, Noreg og Rus­land, til samráðingar um norð­havssild. Hesar samráðingar verða eisini í London, og er tað Noreg, ið er for­mans­ land. Aftrat strandar­lond­ unum, hevur Noreg boðið Grønlandi við sum eyg­leið­ ara­land. – Stóru málini í sam­ráð­ ingunum um norð­havs­ sild eru at býta sildina av nýggjum millum strand­ ar­londini og at áseta mest loyvdu veiði fyri 2016 innan fyri galdandi um­sitinga­r­ strategi. Eftir at strandar­landa­ samráðingarnar um ávika­ vist svartkjaft og norðhavs­ sild hesa vikuna eru av, verða samráðingar um makrel í Clonakilty vikuna eftir í døgunum 20.-22. ok­ tober. Tá hittast tey trý strandarlondini, Føroyar, ES og Noreg, sum eru partar í makrelsemjuni frá 2014 - við Føroyum sum formanslandi. – Føroyar hava boðið Grøn­landi, Íslandi og Rus­ landi við sum eygleiðara­ lond. Stórmálið á skránni í hesum samráðingum er at samtykkja eina langtíðar um­sitingarstrategi fyri makrel­stovnin og at áseta mest loyvdu veiði fyri 2016. Strandarlanda­sam­ráð­ ing­ar­nar um svart­kjaft, norð­havs­sild og makrel fara at við­gera til­mælini frá altjóða havrann­sóknar­ stovninum ICES um hesar tríggjar stovnarnar. – Tilmælini hjá ICES vórðu kunngjørd síðst í september mánaði, og er tað greitt, at tilmælini um svartkjaft og makrel fyri 2016 lækka nakað í mun til tilmælini fyri 2015, meðan tilmælið um norðhavssild fyri 2016 hinvegin hækkar nakað, sigur Fiskimálaráðið. Í føroysku sendinevndini eru umframt føroyska sam­ ráðingartoymið, Vørn, Fe­ lag­ið Nótaskip og Føroya Reið­arafelag umboðað. Næstu tvær vikurnar fara strandarlond og eygleiðaralond at hittast til samráðingar um svartkjaft, norðhavssild og makrel Nýggjar samráðingar um svartkjaft, sild og makrel Tað er heyst, og tað er fjall-og flettingartíð. Her eru tað nólsoyingar, sum hava tikið veðrar heim til fletting, Amanda Hansen, Brian Hansen og Torlakkur Hansen Hósdagin hendi eitt keðiligt –og óneyðugt – arbeiðsóhapp á rusk­ plássinum hjá Vága kommunu Vilmund Jacobsen Hendingin fór fram síðsta hósmorgun, tá starvsfólk hjá IRF vóru í holt við at tøma eina bingju í rusk­ bilin. – Tá bingjan verður tømd, sprænir mykja frá vembrum, sum ikki vóru tømdar, á tann eina mannin hjá IRF, so hann gjørdist tann bera mykja frá høvur til fót. Í Vága kommunu vita tey at siga, at hesin neyðars maður var sjálvandi noyddur at fara til hús at skifta og vaska sær – og ikki hevur túr­urin heim verið tespiligur. – Vit harmast almikið um hesa hending og vilja alment biðja mannin um umbering fyri tað sum hendi. Tað siga tey í Vága komm­ unu. – Vit hava í nógv ár lýst við, at vembur skulu tømast, áðrenn tær vera koyrdar í bingjurnar. IRF hevur gjørt tað sama, men tað tosast ikki við summi fólk. Vága kommuna heitir tí enn einaferð inniliga á fólk um at tøma vemburnar, áðr­enn tær verða koyrdar í bingj­urnar. Seyðauppboðssøla og vørutombola á Strondum í síðstu viku gav slakar 65.000 krónur til nýggja missiónshúsið Minni skal fiskast av svartkjafti og makreli - og heldur meira av norðhavssild At flenna veitsluna í gongd - Eitt flenniskeið er besti durasnapsurin ið finst. Tá vit loyva okkum at flenna, seta vit tíðina á ”standby” og fylla okkum við gleði, kærleika og viðurkenning, sum eftir mínum tykki er hin besta ”kenningin”. Tað sigur Vivian Sjóðklett, ið skipar fyri flenniskeiðum - eisini til jólaborðhald, veitslur annars og til fólk í bólkum. Í síni fyritøku www. kunstterapi.fo - hevur hon nógvar ymiskar møguleikar at bjóða viðskiftafólki. - Eitt flenniskeið, sum varar í einar 45 minuttir, riggar gjarna best, áðrenn veitslan veruliga byrjar, sigur Vivian Sjóklett, sum er uppvaksin og býr í Havn. vilmund@sosialurin.fo Mykja frá vembrum, sum ikki vóru tømdar, sprændi á ein IRF-mann seinasta hósdag á ruskplássinum hjá Vága kommunu Mykja um allan kroppin