mánadagur 12. oktober 2015síða 16
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. oktober 2015 · Nr. 117
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
SAMRØÐA
FRÁ FLIPPARA
TIL FORSETA
– Tað sigur seg sjálvt, at helmingurin av heimsins íbúgvum eisini má verða umboðaður har, sum valdið liggur.
Uttan kvinnur fáa vit eitt sera fátækt samfelag, sigur Vígdis Finnbogadóttir, fyrrverandi forseti Íslands
Barbara Holm
Tað er bláur himmal, sólin bakar
oman og niðan, og veðrið er av tí
allar fagrasta hendan mikudagin í
Norðurlandahúsinum, tá ið undir
ritaða var so heppin at fáa ein hálv
an tíma einsamøll saman við Vígdis
Finnbogadóttir.
Í Norðurstovu í Norðurlanda
húsinum er dekkað fagurliga upp.
Tað sæst, at tað er ein hátíðarstund
í mentanarmiðdeplinum, nú fyrsti
kvinnuligi forsetin í heiminum er
komin á almenna vitjan í Føroyum.
Og skráin er tøtt pakkað. »30
minuttir er tað tit fáa« vóru boðini
frá samskiparanum.
85 ára gamla kvinnan trínur inn
í rúmið og setur seg væl til rættis.
Tá hon varnast, at fotografur eisini
er í rúminum, sum skal taka mynd
ir til hesa grein, fer hon eftir task
uni. Lítla speglið verður tikið úr, og
hon ger seg í stand. »Fyrst tjekka
vit hárið og so eru tað varrarnar.
Skal eg geva tær eitt vakurleikatipp
vildi tað verið altíð at hava tríggjar
varrastiftir á. So fært tú tín heilt
egna lit« segði inspirerandi kvinn
an, sum ikki sær út til at vera ein
dag eldri enn 70 ár.
Beinan vegin er greitt, at kvinn
ur, kvinnurørslan og javnstøða eru
tey mest brennandi hjartamálini
hjá íslendsku stríðskvinnuni. Og
brádliga eru vit aftur í 1975 til
heimskenda Frídagin hjá Kvinnun
um í Íslandi.
24. oktober í 1975 fóru túsundtals
íslendskar kvinnur á gøturnar. Tær
kallaðu tað ikki fyri eina streiku,
men fyri ein frídag.
– Kropp á kroppi fóru íslendskar
kvinnur blíðar inn til stjórar
sínar, og spurdu um at fáa frí
seinnapartin. »Eg skal hittast í
kvinnufelagnum«, søgdu allar. Men
menninir vistu væl, hvat gekk fyri
seg. Vit høvdu allar lovað hvørjari
aðrari at halda tætt um endamálið,
men onkursvegna var tað farið út
um allar geilar. So teir tordu ikki
annað enn fryntligir at svara "ja",
greiður Vígdis frá.
Stjórarnir hildu fyri, at best var
at lata kvinnurnar møtast, og síðani
fór einki meira at spírast burturúr.
Men tað var júst tað øvugta, sum
hendi. Hesin dagurin broytti heim
in.
– Tað fór ein skelkur gjøgnum
íslendska samfelagið, tí brádliga
mátti alt vinnulív, ja alt samfelagið
stongja. Har vóru onga banka
kvinnur at taka ímóti kundunum,
ongar flakakvinnur at hagreiða
fiskin, ongar kassadamur at taka
ímóti vørunum. Einki riggaði í sam
felagnum hendan dagin, greiður
Vígdis frá.
Hon kennir ongan kvinnu, sum
ikki helt frí tiltikna frídagin í 1975.
Og tað var hesin dagurin, sum eigur
størstu orsøk til, at Vígdis gjørdist
fyrsti kvinnuligi forsetin í heim
inum.
Breiddi sum til alt
samfelagið
– Vit hava lyndi til at minnast tað
sum eitt stríð millum menn og
kvinnur. Men veruleikin var, at
tað vóru kvinnur, sum vóru ímóti
og menn, sum vóru fyri, fortelur
Vígdis hendan góðveðursdag í
Norðurlandahúsinum.
Men tær kvinnur, sum vóru
ímóti, hildu seg heima við hús. Tær
mótarbeiddu ikki kvinnurørsluni,
hóast tær ikki luttóku í sjálvari
gonguni. Og brádliga var heimurin
ein annar í Íslandi. Hetta árið var
eisini Kvinnurnar ár sambært ST.
– Tað var helst ætlað kvinnum í
triðjaheimslondum, men kvinnur
í Íslandi hugsaði »ja, hatta fara vit
at brúka til okkurt«, greiður Vígdis
frá.
Eftir hendan dagin í oktober í
1975 vaknaði Íslandi, og menn og
kvinnur stóðu saman um, at til
forsetavalið í 1980 skuldi ein kvinna
á listan. Men hvør skuldi tað vera?
– Kvinnur vóru framvegis tradi
tionellar tá. Vit høvdu kanska ikki
sjálvsálitið til at bjóða okkum fram.
Ikki sum kvinnurnar í dag. So ein
umfatandi leiting fór í gongd eftir tí
kvinnu, sum skuldi bjóða seg fram
sum forsetavalevni, sigur Vígdis.
Ein dagin var navnið Vígdis
Finnbogadóttir nevnt í einum
lesarabrævi. Hon var tá artistiskur
stjóri
í
sjónleikarahúsinum
í
Reykjavík. Og undirtøkan fyri
henni sum valevni bara vaks.
– Eg vildi als ikki at byrja við.
Men kropp á kroppi komu alskyns
fólk í sjónleikarahúsið og vildu
yvirtala meg til at stilla upp. At
enda segði ein starvsfelagi við meg
»nú mást tú taka avgerð. Vit stuðla
tær óansæð, hvat tú velur«. Eg tók
støðu til at sagt nei, men var so
fryntlig, at eg bíðaði til morgunin
eftir at ringja. Tá eg so umsíðir
fekk høvið at takka nei fekk eg at
vita, at tað var ov seint. Fráboðanin
var send miðlunum. Og so bleiv,
greiður Vígdis smílandi frá.
Við teprum meiriluta gjørdist
Vígdis fyrsti kvinnuligi forsetin í
heiminum við forsetavalið í 1980.
Meira strævið fyri kvinnur
Hetta var endin av 70'unum, og
tað vil so siga, at hippitíðin var
framvegis í hæddini. Og hóast tað
ikki sæst á vælklæddu kvinnuni
hendan dagin í Norðurlandahús
inum, so búði tá ein lítil hippi ella
flippari, sum tað kallaðist í Føroy
um, í Vígdis Finnbogadóttir.
– Eg minnist, eg mátti út at
keypa nýggj, formel klæði og hugsa
um, hvussu eg førdi meg fram. So
leiðis er tað ikki fyri menn, sigur
Vígdis.
Menn skulu allar hægst keypa
sær eitt nýtt skips og einar penar
skógvar. Men kvinnur mugu nærm
ast skifta alt klædnaskápið út,
skulu tær fara frá at vera sæddur
sum glaður hippi til forsetavalið.
– Eg hugsaði nógv um hvussu
eg førdi meg fram og var ógvuliga
tilvitað um, at eg umboðaði allar
kvinnur í heiminum. Eg var ímynd
in av, at tað ber væl til at broyta
hvussu heimurin sær kvinnur,
um bara vit berjast fyri tí, greiður
Vígdis frá.
Kring knøttin setti Ísland seg av
álvara á heimskortið, tá ið kvinn
urnar fóru á gøturnar hendan dag
in í 1975. Og ikki minni, tá ið fyrsta
kvinnan tók sæti sum forseti í
heiminum. Stuðulin kring knøttin
var stórur, og Vígdis minnist, at
kvinnur allastaðni sóu ein nýggjan
heim lata seg upp.
Nógv broytt
Hvussu sært tú so stríðið um javn
støðu í dag í mun til í 1975? er tann
næsti spurningurin, sum Vígdis
Vígdis Finnbogadóttir:
Framhald á síðu 14