Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-12, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. oktober 2015síða 19

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 12. oktober 2015 · Nr. 117 ítróttur Liverpool málverjin, Adam Bogdan, heldur tað er allar æru vert fyri føroyskan fótbólt, at ungarsku spælararnir fegnaðust sum vinnu teir á Brasil, tá teir knúgvaðu Føroyum í Budapest Tróndur Arge – Budapest Hevði tú bara vita hvussu tað bleiv jublað í skiftirúminum. Tað er sum vit hava vunnið á Brasil, sigur Adam Bogdan. Tann næstan tveir metrar høgi eykamálverjin hjá Liver­pool er fittur og blíður at tosa við. Hóast hann eis­ini sat á bonkinum hjá Ungarn hóskvøldið, so hevur hann stóran áhuga millum fjøl­ miðl­ar­nar. Jurgen Klopp er á gáttin at blíva nýggjur venj­ ari hjá Liverpool, men Adam Bogdan vil lítið og einki siga við altjóða fjølmiðlar. Hann ger tó eitt undantak fyri føroysku miðlunum, tí vandin er lítil fyri, at tað verð­ur umsett til altjóða miðlar. Rós til Føroyar 28 ára gamli málverjin stend­ ur uttanfyri spælararbussin og hevur júst tosað við ung­ arsku miðlarnar. Hann er blíð­ur og hevur nógv gott at bera føroyska liðnum. Serliga tá íbúgv­aratalið verður tikið við í línkningina. – Tað er ótrúliga flott av Føroyum, at spæla so væl sum tit gera. Vit hava havt trupul­leikar í báðum dystunum móti Føroyum. Eg helt, at tit spældu væl í dag. Tit tora at spæla fótbólt og tað er flott. Eg legði serliga merki til framherjn (Jóan Símun Edmundsson, blðm) og framrættaða miðvallaran (Róald Jakobsen, blaðm), sum skor­aði eitt flott mál, sigur Adam Bogdan, sum umframt Liverpool, eisini hevur spælt við Bolton í Onglandi. Størsta rósi hann hevur at bera okkum er, at tað er villur jubil í skiftirúminum hjá Ungarn. Tað er eitt tekin um, at mótstøðan hevur verið góð, heldur málverjin fyri. Hann kennist eisini við Gunnar Nielsen, sum eitt skifti spældi við Manchester City, meðan hann spældi í Bolton. – Eg helt at málverjin hjá tykkum spældi væl. Hann hevði einar tvær ella tríggjar avbera góðar bjargingar, sigur Adam Bogdan, sum tó bakk­ar undan, tá hann verður spurdur um brots­ sparks­støðuna hjá Kaj Leo í Bartals­stovu. – Eg má siga sum er, eg sá tað ikki, sigur málverjin og smíl­ist eitt sindur. Tøgn á Groupama Aréna Ungarn var undan dystinum trýst at vinna á okkum, fyri at halda lív í vónini um at koma til EM endaspælið í Frak­landi komandi summar. UEFA tók tríggjar dagar und­ an dystinum avgerð um, at áskoð­arar sloppu til dystin alíka­væl, eftir at ungarn hevði fingið áskoðarabann til júst hendan dystin. Dóm­ urin bleiv útsettur, tí Ungarn hevur kært. Tað merktist eisini á Groupama Aréna, at nú hevði heima­liðið stuðul á áskoð­ara­plássunum. Tað var øtiligur gangur, sum var hand­an málið hjá ungarn. Tó var tað hugaligt at síggja og hoyra, hvussu Róaldur Jakobsen við ein­ um frálíkum máli klár­aði at senda ein skelk gjøgn­um áskoð­ararnar hjá heimalið­ num. Eina løtu var bara tøgn. Í einum horni hoyrdust nakrir fáir føroyskir áskoð­ arar ýla og geyla. Bøðilin Böde Lagið var avbera gott millum føroysku spælararnar og áskoð­ararnar, tá eysturríski Robert Schörgenhofer bríksl­aði fyri seianstu ferð. Tá hann aftur bríkslaði, hevði Bernd Storck, týski lands­liðs­venjari hjá Ungarn, sent Kristian Németh og Daniel Böde á vøllin. Hesin seinni skuldi vísa seg at blíva bøðilin hjá okkum. Tó kundi eysturríski dómarin havt bjargað okkum hálvan vegin gjøgnum avlívingina av dreym­inum, tá vit áttu brots­spark. Tvær ferðir – eina ferð áðrenn og eina ferð aftaná brots­sparkið, sum vit ikki fingu – sendi Daniel Böde bóltin í málið. Fyrst við høvd­ inum og síðani við dundur­ skoti. Bøðilin Böde hevur ann­ ars ikki gjørt so nógv um seg fyri Ungarn. 28 ára gamli Ferencváros framherjin hev­ ur helst ikki spælt sín sein­ asta dyst, um málini móti okk­um eru nakað at meta eftir. Snýttir Robert Schörgenhofer skuldi verið flongdur! Eysturríski dómarin dømdi nú bara á góðari leið, men hann gjørdi ein kempi feil, sum helst kost­aði okkum eitt ella trý stig. Kaj Leo í Bartalsstovu verð­ur eitt greitt feldur, tá hann ger skotfintuna í brots­teiginum hjá Ungarn. Hóast Robert Schörgenhofer stóð væl fyri og hevði hjálp frá linju­verjanum og fimta dóm­aranum, sum stendur á baklinjuni, so kláraðu teir allir at sannføra seg um, at talan ikki var um brotsspark. Ball í Budapest Tíverri fyri okkum, so blivu vit ikki bjóðaðir við. Ballið var, sum Adam Bogdan vísti á, í skiftirúminum hjá Ungarn. Vit fingu ikki brots­ sparkið, sum vita v røttum áttu, men tóku heldur ikki av, tá vit fingu stóa møguleikan stutt fyri tíð. Viljormur Davidsen legði innfyri úr vinstru, men Pól Jóhannus Justinus­sen var akkurát ov stuttur. Alt endaði í ruðuleika, tá Atli Gregersen sendi hjálpar­ fólk hjá Ungarn, sum provo­ ker­aði í yvirtíðini, í gólvið við frálíkum skumpi. Atli misti høvdið í løtuni, men onkurs­ vega, so hevði ungarin uppi­ borið alt hann fekk. Aftur at tepurt tap, har vit kundi havt fingið meiri heim­við. trondur@sosialurin.fo Sum at vinna á Brasil Mynd: Jógvan Ósá / Norðlýsið fótbóltur landsliðið Eykamálverjin hjá Liverpool, Adam Bogdan, tosar við føroyskar miðlar