mánadagur 12. oktober 2015síða 20
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. oktober 2015 · Nr. 117
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
landsliðið fótbóltur
Tað endaði
við brøki í
Tøtt uppgerð í Ungarn og tríggjar dagar seinni skrædl á
heimavølli ímóti Rumenia, har spælið ikki gekk upp, var ikki
so hugaligt punktum fyri hesi EM undankappingini, sum
annars hevur verið tann besta yvirhøvur hjá Føroyum
Jóannes Hansen
Bólturin
er
rundur,
og
dreymurin livir altíð. Tá ið
tað við sjey mánað millum
bili eydnast at vinna bæði á
útivølli og heimavølli ímóti
Grikkalandi, so er tað ikki at
undrast á, at dreymurin og
vónin um, at tað eisini skal
eydnast ímóti øðrum favo
rittum, ikki eru so fjar.
Í gjárkvøldið varð punkt
um sett fyri hesi merkisverdu
undankappingini, tá ið tað
er eydnast at vinna seks
stig. Hóast átta tap, so varð
samlaði málmunurin 8-17.
Tað er so nógv betri úrtøka,
enn tað plagar at vera hjá
føroyingum í undankapp
ingum.
Undan finaluni í gjár
kvøldið, tá ið Rumenia á
Tórsvølli við 3-0 sigri tryggj
aði sær atgongumerki til EM
endaspælið í Fraklandi næsta
summar, var tað ikki komi
fyri í hesi undankappingini,
at Føroyar høvdu tapt við
meiri enn tveimum málum.
Av teimum átta tapunum
vóru fýra við einum máli,
trý við tveimum málum, og
so í gjárkvøldið á heimavølli
ímóti Rumenia var úrslitið
3-0 sigur til Rumenia.
Tí sigur tað seg sjálvt, at
spælarar, venjarar og áskoð
arar vóru vónbrotnir, tá ið
slovakiski dómarin bríkslaði
fyri síðstu ferð.
Lars Olsen, landsliðsvenj
arin, ásannar, at hansara lið
tapt ímóti betri mótstøðuliði,
og at tað kostar á hesum
støðinum at gera mistøk:
– Tað svíður, um vit ikki
taka av, tá ið okkara spæla
seg til møguleikar, og tað
verður
serliga
tungt,
tí
mótstøðuliðini í tí flokk
inum, sum Rumenia er, eru
eirindarleys, tá ið tey taka
av og vinna úrtøku burturúr
teirra
møguleikum.
Tað
vórðu vit aftur mint á ímóti
Rumenia.
Rumenia legði fyri sum
eitt ódnarveður. Málið var
beinanvegin at skora og
harvið at taka luftina úr
føroysku spælarunum og
áskoðarunum.
Tað
eydn
aðist at skora mál longu í
fjórða
minutti.
Føroysku
spælararnir vóru óskipaðir
og ikki fokuseraðir, tá ið mót
støðumenninir gjørdu skjótt
av í frísparksstøðu. Tað varð
lagt í vinstru, og eftir flatt
innlegg varð bólturin stýrdur
av brotsteigarmarkinum og
dygst inn við stólparótini.
Lyklaløtan
Fáu minuttirnar kring steðg
in varð mótbrekkan so mikið
brøtt og tung, at møguleikin
at svara aftur mest sum
svann.
Eftir stórt kiks í føroyska
uppspælinum
royndi
Constantin Budescu, sum
eisini skoraði fyrsta málið,
seg av síðulinjuni í høgru
og 25 metrar frá baklinjuni.
Tað sá út sum innlegg, men
bólturin sigldi dygst undir
nærru samankomingini og í
kassan:
– Hatta málið átti eg fult
og heilt. Tá ið royndin var
so langt úti frá, so átti eg at
havt bjargað, sigur føroyski
málverjin Gunnar Nielsen.
Lars Olsen staðfestir, at
í gjárkvøldið varð føroyska
liðið enn einaferð mint á, at
barnasjúkur, tá ið uppteljing
og eftiransing ikki er, sum
tað eigur at vera, so verður
tað sektað eirindarleyst:
– Tað kom sjálvandi sera
illa við, at Rumenia í yvirtíð
ini í 1. hálvleiki økti við máli,
sum spurdist burturúr ong
um, staðfestir venjarin.
Tveir minuttir eftir steðg
in hevði Hallur Hansson risa
møguleika, tá ið hann eftir
innkast varð púra blank
ur. Hann sneiddi inn frá
vinstru og var innanfyri
allar
verjuspælararnar,
men Ciprian Tătăruşanu,
sum dagliga spælir í italska
Fiorentina, bjargaði.
– Tað harmar meg al
mikið, at tað ikki eydnaðist
at skora. Um munurin tá
hevði minkað til eitt mál, so
høvdu vit heilt víst fingið
meiri orku og størri sjálvs
álit. Soleiðis varð tað ikki,
men í staðin øktu teir til 3-0,
tá ið vit høvdu hug at spenna
álopsbogan,
sigur
Hallur
Hansson, sum var væl upp
lagdur í gjár.
Jóan Símun í serflokki
Hóskvøldið legði føroyska
liðið rygg til sera tepurt 2-1
tap á útivølli ímóti Ungarn
í Budapest. Tá leyp einki av
hjá heimaliðnum, sum var
heilt skelkað, tá ið Róaldur
Jakobsen
í
11.
minutti
setti hol á. Tá ið Brandur
Hendriksson Olsen, Fróði
Benjaminsen
og
Hallur
Hansson vóru leikbannaðir,
vóru
boð
eftir
Róaldi
Jakobsen at vera millum teir
fyrstu ellivu, og B36 spælarin
takkaði fyri møguleikan á
verjukenda sentrala mið
vallarplássinum.
– Tað var so sera fínt
uppspæl frá Jóan Símuni
Edmundsson, sum spældi
meg í góða støðu. Tað eydn
aðist at sneiða mótstøðu
mann av mær, og so ráddi
um at seta bóltin framvið
málverjanum. Tað var huga
ligt, tá ið tað eydnaðist, stað
festir Róaldur Jakobsen, sum
í sínum triðja landsdysti
skoraði fyri fyrstu ferð.
Eftir átta minuttum mið
skeiðis í 2. hálvleiki skoraði
Ungarn tvær ferðir. Harvið
vóru øll stigini eftir í ung
verska høvuðsstaðnum, tá ið
føroyska ferðalagið fríggja
dagin lætti aftur úr Budapest
við kós ímóti Vágum, hagar
ferðalagið
kom
fríggja
kvøldið.
Fimm broytingar vóru
gjørdar frá hóskvøldinum og
til sunnukvøldið. Millum teir,
sum spældu alla tíðina bæði
hóskvøldið og sunnukvøldið
var fremsti álopsspælarin
Jóan Símun Edmundsson.
Hann var ógvuliga eyð
sýndur
bæði
suðuri
í
Ungarn og á heimavølli ímóti
Rumenia. So at siga uttan
mun til hvussu bólturin varð
spældur fram til fremsta
mann, so megnaði hann at
temja og verja, inntil lið
felagarnir bjóðaðu til í álops
spælinum. Tað gjørdu teir
nógv av hóskvøldið suðuri í
Ungarn.
Eingin ivi er í, at Jóan
Símun Edmundsson nú er so
væl fyri, sum hann ongantíð
hevur verið á landsliðnum.
Eisini í verjupartinum, sum
hann var óførur at hjálpa
til í.
Stóru spurningarnir
Sammett við fyrr í hesi kapp
ingini og sammett við avrikið
í Ungarn, so var talan um
leikligt vónbrot í gjárkvøldið,
tá ið tað varð mint um, at
mistøkini kosta, og at tey
kosta nógv.
Ætlanin var, at Fróði
Benjaminsen skuldi biðja
áskoðarunum farvæl í gjár
kvøldið, tí hann hevur langt
síðani boðað frá, at nú er
skeiðið hjá honum á lands
liðnum runnið:
– Eg vildi fegin havt givið
Fróða møguleikan, men eg
var noyddur at lurta eftir
læknunum, sum søgdu, at
Fróði var ov skaddur at
spæla, sigur Lars Olsen.
Hjálparvenjarin Jóannes
Jakobsen hevur so mangan
mint á, og hann endurtók
tað upp undir vitjanina úr
Rumenia, at um tað skal
eydnast hjá føroyska liðnum
at vinna góð úrslit, so er
tað avgerandi, at føroysku
spælararnir standa seg meiri
enn vanliga væl, og at mót
støðuliðið hevur ein ikki so
góðan dag.
Soleiðis var tað ikki ígjár.
EM undankappingin
Mynd: FSF