mánadagur 12. oktober 2015síða 22
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. oktober 2015 · Nr. 117
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
landsliðið fótbóltur
Góðkent eftir
Føroyska avrikið í 2-1 ósigrinum fyri Ungarn
var góðkent. Seks broytingar vóru á liðnum
og Ungarn trýsti óført. Vit halda tó ov illa
fast í bóltinum, men blíva eisini snýttir, tá vit
kundu havt sent Ungarn í kolkjallaran
Tróndur Arge – Budapest
Lars
Olsen
gjørdi
seks
broytingar til landsdystin
móti Ungarn, í mun til
dystin frammanundan móti
Finnlandi. Fróði Benjamin
sen,
Hallur
Hansson
og
Brandur H. Olsen høvdu allir
leikbann, Christian L. Holst
bleiv spardur til heima
dystin móti Rumenia, meðan
Viljormur Davidsen og Jóan
Símun Edmundsson vóru
aftur eftir ávikavist skaða
og leikbann.
Rógvi
Baldvinsson
og
Róaldur
Jakobsen
vóru
nýggir á miðvøllinum, meðan
Sølvi
Vatnhamar
bleiv
fluttur inn av vonginum.
René S. Joensen og Kaj Leo
í Bartalsstovu vóru nýggir á
venjarunum.
Mál køvdi fjálturin
Fyrstu løtuna tóktist fjáltur
verða á okkara spælarum.
Vit standa ikki heilt rætt í
ávísum støðum, og dekka
ikki upp, tá Ungarn millum
annað tekur skjótt innkast.
Vit eru tó framvið einar
tvær ferðir í vinstru síðu og
vísa, at vit eru komnir fyri at
spæla.
Tá tíggju minuttir eru
farnir fáa vit mál. Jóan
Símun fangar tvøravlevering
og spælir Róald Jakobsen
leysan. Hann snarar runt um
verjuspælaran í besta Dennis
Bergkamp stíli, og plaserar
bóltin í málið til 1-0.
Eftir hetta trýsti Ungarn,
men vit eru nógv tryggari
í verjuni og á miðvøllinum.
Ungarn kemur fram til okk
urt skot, men ikki nakað,
sum Gunnar Nielsen ikki
klárar at taka.
Trýstir í botn
Fyrru hálvu av seinna hálv
leiki eru okkara fyri tað
mesta trýstir í botn. Mið
vøllurin dettur heilt aftur
í verjuna, meðan vengirnir
og Jóan Símun Edmundsson
ikki fáa fatur á bóltinum.
Tað er tí í trá við gongdina
í
dystinum,
tá
innskifti
Daniel Bode javnar við góð
um stútara, eftir innlegg úr
vinstru síðu. Helst skudu
Sonni Ragnar Nattestad og
Viljormur Davidsen hava
órógvað Daniel Bode nakað
meir.
Snýttir fyri brotsspark
Hóast vit eru trýstir fyri tað
mesta í seinna hálvleiki, so
eru tað vit, sum eru nærmast
við at koma á odda. Tað
hendir í mest umrøddu støð
uni í dystinum. Jóan Símun
Edmundsson
sendir
Kaj
Leo í Bartalsstovu avstað í
vinstru.
Inni
í
brotsteinginum
verður hann feldur. Dómarin
sá ikki klokkuklára brots
sparkið, og lat spælið halda
fram.
– Tað var klárt brotsspark.
Hann tók beinini undan
mær, sigur Kaj Leo í Bartals
stovu.
Revsingin
Tríggjar
minuttir
seinni
megna vit ikki at fáa tamt
Daniel Bode, sum rekur
framvið tveimum, áðrenn
hann bankar bóltin upp í
nettakið.
Hetta var sum so ikki
óuppiborið, men ótrúliga
bitturt, tí vit áttu brotsspark
stutt frammanundan.
Seinastu løtuna hava vit
møguleikar, men ein skaði í
verjuni ger, at vit mangla at
kunna gera tí seinastu fram
rættaðu innskiftingina.
Seinastu løtuna tykjast
vit gjalda prísin fyri ikki at
hava havt bóltin nóg nógv.
Formurin er undir miðal og
vit renna nógv í dystinum.
Hugsa vit um broytingar
nar og umstøðurnar, so er
avrikið góðkent. Harmligt, at
ein dómaraavgerð skal hava
so stóran týdning fyri dystin.
trondur@sosialurin.fo
Dysturin í tølum:
Ungarn - Føroyar
Mál:
2 - 1
Spælfordeiling:
64% - 36%
Skot:
25 - 5
Skot á mál:
9 - 2
Horna:
13 - 0
Rangstøður:
1 - 0
Gul kort:
1 - 3
Reyðkort:
0 - 1
Gjørd fríspørk:
12 - 10
Avleveringar:
497 - 196
Rættar avleveringar: 446 - 143