Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-12, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. oktober 2015síða 23

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 12. oktober 2015 · Nr. 117 ítróttur fótbóltur landsliðið umstøðunum 6 Gunnar Nielsen Dagsins spælari Hevur tríggjar bjargingar í heims­flokki og ger ongan feil. Hann heldur føroyska lið­num inni í dystinum við hans­ara framúr bjarginum. Kann einki gera við málini há Ungarn og skipar liðið væl. 4 Jónas Tór Næs Spælir væl yvir miðal í verju­ støðu. Hevur úr at gera við at renna aftaná liðskiparanum hjá Ungarn, men kom sum heild væl frá uppgávuni. Tað restar í í álopspartinum, men hesa ferð hevði verjan størri týdning. 4 Atli Gregersen (6 fyri taklingina) Reyða kort­ið burdi talt niður, men ikki hesa­ferð. Maðurin á bonk­inum hjá Ungarn hevur einki at gera í hasi støðuni, með­an vit hava skund. Gott taklað, Atli! Annars eitt javnt gott avrik frá liðskiparanum, sum enn eina ferð skipaði verju­spælið væl. 4 Sonni Ragnar Nattestad (Út 82.min) Hevur ein lut í báðum málinum, sum tó verða væl sett inn. Hevur onkrar meistaraligar glíð­ andi taklingar. Er sum enn eina ferð sterkur í tví­dyst­ unum, men í løtum sást, at hann ikki spælir til dagligt. Vón­andi broytist tað skjótt. 4 Viljormur Davidsen Tað sást ikki fyrsta tíman, at Viljormur ikki hevur spælt í nakrar mánaðir. Tryggur í verju­støðu og á bóltinum. Ser­liga smáspælið riggaði væl. Var um reppið at leggja upp til tað, sum hevði blivið út­javn­andi málið, men var eitt og skjótur á av­trekkj­ar­ anum. Bleiv troyttur móti dystar­enda. 3 Rógvi Baldvinsson Hevði trupulleikar í av­spæl­ inum og tóktist í nøkrum førum, at hava trupult við at plasera seg í mun til hinar á miðvøllinum. Hugskotið við at nýta miðverjar á mið­ vøll­inum hevur ikki riggað higar­til. 3 Sølvi Vatnhamar Kom ongantíð til sín rætt á miðvøllinum. Stríddist mann­iliga, men tóktist tarn­ að­ur av samansetingini á mið­vølinum, har bæði Rógvi og Róaldur høvdu sínar veik­ leik­ar. Kom sjáldan í fram­ ræt­taðar støður, har hann bleiv av­gerandi, sum vit hava sæð á vonginum. 4 Róaldur Jakobsen (Út 62.min) Fær eitt 4-tal fyri fyrsta hálva tíma – og málið sjálvandi. Heldur væl upp á bóltin og hevur ís í búk­inum sjálvt um hann er kroystur. Málið var ein sonn perla, tí talan er um fintu og av­slutn­ ing á hægsta stigi. Orkaði tó slett ikki at renna og tað kost­aði á miðvøllinum. 3 René S. Joensen (Út 78.min) Kom ikki til sín rætt í álopsstøðu fyrr enn í seinasta álopinum, áðrenn hann bleiv útskiftur. Tá sveik neyvleikin í skjótálopi. Fingur kann tó ikki setast á verju­spælið, har hann og Jónas Tór Næs fyri tað mesta fingið vart fyri. Hetta var fyrsti dysturin frá byrjan hjá René. 4 Kaj Leo í Bartalsstovu Spæl sín fyrsta dyst frá byrjan. Helst er talan um gjøgnum­brotið hjá Kaj Leo á lands­liðnum. Prógvaði at hann kann spæla á lands­lið­ num og stríðast, um­framt at koma við sínum fram­rætt­ aðu evnum. Vann eisini fleiri luft­dystir við góða av­sett­ inum. Hevur tikið seg nógv fram. Kundi havt lagt Føroy­ ar á odda, men endaði við at blíva snýttir fyri brotsspark. 5 Jóan Símun Edmundsson Framúr avrik sum fremsti maður. Er upphavið til málið og til møguleikan, sum skuldi havt givið brotsspark. Heldur væl í bóltinum, skapar møgu­leikar og arbeiðir hart í verju­støðu. Sum so oftani fyrr, so er vantandi málsøkni ein vansi, men gevur so nógv ann­að til liðið. 3 Pól Jóhannus Justinussen (Inn 62.min) Kom inn í løtuni, tá Ungarn vendi dyst­inum. Hevði tað trupult á bólt­inum, emn kundi verið blivin hetjan, um hann fekk fótin á innleggið frá Viljormi Davidsen. Eitt miðal avrik. 3 Gilli Sørensen (Inn 78.min) Slapp í onkran rennitvídyst, men tykist enn manlga plasering og time’ing í renningunum, so hann av álvara blívur vanda­mikil. 3 Odmar Færø (Inn 84.min) Tað restar ov nógv í avspælinum, og hann spark­aði onkrar heldur óneyð­ugar bóltar vekk. Ann­ ars sterkur í tví­dyst­unum. Venjarin: 4 Lars Olsen Tordi at geva fleiri spæl­ arum møguleikan frá byrjan, umframt at hann flutti runt upp á aðrar. Tað er ilt seta fingurin á lið uppstillingina, men helst hevði ein meiri bólt­sterkur spælari á miðjuni kunna gjørt munin. Innskiftingin av Pól Jóhann­ usi Justinussen gav mein­ing, tá hann gjørdi hana, men bara tveir minuttir seinni misti hon ein part ein mein­ ingini, tí Pól Jóhannus er sterk­ur í verjustøðu. Onk­ur heldur, at tað ikki bleiv sats­ að nokk móti endanum, men sann­leikin er, at vit eru ein lítlan metur frá at fáa javn­ leikin. Góðkend, men kundi verið eitt vet hepnari. DómariN: 2 Robert Schörgenhofer Eysturríkarin dømdi sum heild ein góðkendan dyst, men fyri okkum hevði ein ávís støða alt ov stóran týdn­ing til, at hann fær eitt 3-tal. Tað er ein gáta hvussu Robert Schörgenhofer kundi lata vera við at bríksla fyri brots­sparki til Kaj Leo í Bartals­stovu. Myndir: FSF spælarametingar