mánadagur 12. oktober 2015síða 24
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. oktober 2015 · Nr. 117
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
landsliðið fótbóltur
Sjálvandi skal eg
hava handan bóltin
Gunnar Nielsen viðgongur, at hann átti ábyrgdina av næsta málinum. Í samrøðu við
Sosialin fortelur Gunnar eisini, at hann møguliga fer at finna sær nýtt felag nú
Neli Heldaskarð
Tað er ongin ivi um, at
Gunnar Nielsen hevur spælt
nógvar framúr góðar dystir í
føroyska landsliðsmálinum.
Ofta hava fleiri av okkara
tapum sæð betri út á úrslita
talvuni orsakað av mongu
stórbjargingunum
hjá
Gunnari. Soleiðis var tó ikki
á Tórsvølli í gjár. Ein og hvør
við eitt sindur av fótbólts
áhuga og fótbóltsvitan sá, at
Gunnar ikki sá serliga hepp
in út í samband við næsta
málið hjá Rumenia. Høvuðs
persónurin í støðuni átekur
sær eisini ábyrgdina á sínar
herðar.
– Eg bleiv yvirraskaður í
støðuni og rakti ikki bóltin.
Eg
skal
sjálvandi
hava
handan bóltin, og um ein
ikki klárar at bjarga slíkum
»skoti«, so skal man ikki
vera málmaður. Hatta er ein
partur av spælinum. Eg eri
sjálvandi vónbrotin um støð
una, men tað ávirkar meg
ikki meira enn so, at eg skjótt
kann koma víðari frá tí. Eg
skal hava handan bóltin,
longri er tann søgan ikki,
segði Gunnar Nielsen, tá ið
Sosialurin fekk orðið á hann
eftir dystarlok í gjárkvøldi.
Takkar møguliga
fyri seg í Stjarnuni
Seinasta árið hevur Gunnar
leikt við íslendska felagnum,
Stjarnan. Hóast tað ikki
gekk nakað serliga væl hjá
felagnum í íslendsku Pepsi
deildini, so bleiv Gunnar
valdur til ársins leikara í
felagnum.
Góðu
avrikini
hava eisini skapt áhuga frá
øðrum feløgum. Kortini vísir
Gunnar tó eisini á, at honum
hevur dámað væl í Íslandi.
– Eg trívist sera væl í
Íslandi, tí at Ísland er eitt
fantastiskt land. Familjan
hevur tað gott har, mamma
mín er íslendsk, og eg tosi
málið, so tað riggar væl, sigur
Gunnar, men leggur síðani
afturat:
– Eg havi ymsar møgu
leikar, og eg vænti, at ein
avgerð verður tikin ein av
komandi døgunum. Tað er
ikki vist, at eg haldi fram í
Stjarnuni. Mær dámar væl í
felagnum, men ongin endalig
avgerð er tikin enn. Tað eru
norðurlendsk lið, ið hava
víst mær áhuga, og tí fari eg
at hugsa meg um ta næstu
tíðina, áðrenn ein endalig
avgerð verður tikin.
Deyðbóltar í verju
støðu er ein trupulleiki
Longu eftir fýra minuttir
legði Rumenia seg á odda 0-1
umvegis deyðbóltsstøðu. At
verja deyðbóltar hevur sum
heild verið ein trupulleiki
hjá føroyska landsliðnum
í hesari undankappingini.
Norðurírland
skoraði
til
samans trý mál ímóti okkum
upp á deybóltar, Grikkaland
skoraði eitt, og eisini Ungarn
vann dyst á Tórsvølli í fjør
eftir deyðbóltsmál.
– Vit plaga at siga, at
deyðbóltar eru ein stórur
møguleiki hjá okkum, tí at
har eru nógvar 50/50 støður,
har menn eru á jøvnum føti.
Tað er ein stórur møguleiki
fyri føroyska landsliðið at
skora, og vit skulu sjálvandi
eisini helst kunna verja
deyðbóltar. Vit hava latið
dekan ov nógv deyðbóltsmál
ígjøgnum, og tað er nakað,
sum vit mugu betra til kom
andi
undankapping.
Eitt
er, at vit verða lagdir undir
trýst og hinir skapa kjansir,
men um mótstøðuliðið eisini
skorar upp á deyðbóltar, so
verður tað tungt hjá okkum,
segði Gunnar Nielsen, tá ið
hann varð spurdur um nógvu
miseydnaðu royndirnar at
vera deyðbóltsstøður.
Kundu lættliga
fingið fleiri stig
Føroyar fingu seks stig í
hesari
undankappingini.
Vit vunnu tveir stórfingnar
sigrar á Grikkalandi, men
hinir átta dystirnir blivu
taptir. Føroyska liðið hevur
tó mangan verið nær við
at fáa fleiri stig, og Gunnar
iðrar seg eisini um, at tað
ikki eydnaðist at fáa meira
enn seks stig á stigakontuna.
– Meira vil hava meira.
Har eru fleiri støður, har vit
hugsa, at um góðskan hjá
okkum var eitt sindur betri,
so høvdu vit lættliga kunn
að fingið fleiri stig. Men tá
ið tikið verður samanum,
so skulu vit vera stoltir av
tí, sum vit hava avrikað.
Samanumtikið er framtíðin
bjørt, tí at vit hava eitt sera
spennandi lið. Landsliðið,
sum eg havi spælt við í
hesari undankappingini, er
tað besta landsliðið, ið eg
nakrantíð havi verið partur
av. Leikliga er ongin ivi um,
at vit hava leikarar, ið vilja
og tora at hava bóltin. Menn
goyma seg ikki á vøllinum, so
hetta er eitt ótrúliga spenn
andi landslið, segði Gunnar
Nielsen at enda í samrøðu
við Sosialin.
neli@sosialurin.fo
Mynd: Álvur Haraldsen