Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-12, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. oktober 2015síða 25

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 12. oktober 2015 · Nr. 117 ítróttur fótbóltur landsliðið Hevði viljað endað betri Føroyingar stór­trívast í Aalborg Heili tríggir av føroysku lands­liðs­leikarum eru búsitandi í Aalborg, har teir spæla yrkis­fótbólt. Hallur Hansson er ein av hesum, og vísir hann á, at Vendsyssel er í rúkandi menning – júst sum føroyska landsliðið Neli Heldaskarð Hallur Hansson, René Shaki Joensen og Meinhard Olsen spæla allir við Vendsyssel, sum spælir í næstbestu donsku deildini, meðan Gilli Sørensen spælir við Aab, ið er í Superligaini, sum er besta deildin. Felags fyri allar hesar fýra føroyingarnar er, at teir búgva allir í Aalborg. – Vit hugna okkum nógv í Aalborg. Óansæð hvussu tað gongur á vøllinum, so eru um­støðurnar rundanum altíð í lagi, tá ið hinir føroy­ ingarnir eru har. Mær dámar væl í Vendsyssel, og eg veit, at hinir báðir eisini dáma væl í felagnum. Tað gongur jú eisini væl hjá okkum, tí at bæði René og eg skora og leggja upp til mál, og sam­ stundis eru vit í oddinum í deildini. Meinhard er eisini ein ungur leikari, sum nokk skal sláa ígjøgnum, tá ið hann fær møguleikan, sigur Hallur Hansson um føroy­ inga­lívið í Aalborg. Superligain er málið Í løtuni liggur Vendsyssel til at flyta upp í Superligaina. Hallur Hansson vísir á, at Vendsyssel er eitt lítið felag, men tó hevur lítla felagið greið mál. – Vit ætla okkum at spæla í Superligaini í komandi ári. Vendsyssel er eitt luftalsliga lítið felag, men felagið hev­ur sett sær greið mál fyri fram­ tíðina. Nú hava vit verið stabilir í eina tíð, men kapp­ ingin endar ikki fyrr enn 6. juni í komandi ári, so nógv kann framvegis henda. Um hugt verður eftir hóp­ inum hjá Vendsyssel, so sær gløggi fótbóltsfjepparin, at kend donsk fótbóltsnøvn sum Chris Sørensen og Jesper Christiansen eru at finna í hópinum. Jesper Christian­sen stóð millum annað í mál, tá ið FCK vann 1-0 á Manchester United í bólka­spæl­inum í Champions League í 2006. – Jesper hevur millum ann­að spælt bæði uttanlands og við FCK, so teir duga sítt. Teir hava royndir útyvir tað van­liga. Teir eru dugnaligir, og teir hjálpa eisini teimum yngri við ymsum ráðum. Teir eiga avgjørt sín lut í, at vit liggja og rokast í odd­ inum, men vit hava eisini nógv­ar ungar leikarar, sum eisini gera sítt. Vendsyssel er í rúkandi menning á sama hátt sum føroyska lands­ liðið. Og vónandi verða vit at síggja í Superligaini í kom­ andi kappingarári. Hallur fær ov nógv gul kort Í júst undanfarnu undan­ kapp­ing hevur Hallur Hans­ son fingið heili seks gul kort. Av tí sama hevur hann sitið uttanfyri við leikbanni í tveim­um dystum. Eftir dyst­ in í Budapest ímóti Ungarn, har Atli Gregersen fekk reytt kort, vísti á, at tað er pakkin, sum man fær við Atla Gregersen. Hallur Hans­ son vil tó ikki hoyra talan um nakran pakka við hon­um, sum inniber eitt hav av gul­ um kortum. – Tað er ongin ivi um, at eg skal læra at fáa hasi kort­ ini at fella burtur frá mínum spæli. Tað skulu ikki nógv gul kort til, áðrenn man fær leikbann. Í dag visti eg frammanundan, at eitt gult kort ikki fór at telja til kom­ andi undankapping, og tí loyvdi eg mær sjálvum at fáa gult. Tað er ikki í lagi at fáa so nógv gul kort, og tað eru eisini fólk, sum minna meg á, at eg fái ov nógv gul. Hesar áminn­ingarnar ætli eg mær at taka til eftirtektar, sigur Hallur Hansson um síni mongu gulu kort. Í hvørjum einasta lands­ dysti spælir Hallur Hansson við hjartanum uttan á troyggj­uni, og tekur hann lut í óvanliga nógvum nær­ dystum. Av tí sama liggur hann ofta niðri á vøll­inum. Spurdur, um hann av og á heldur seg vera illa viðfarnan av dómarunum, svarar hann soleiðis aftur: – Ja, hvørjaferð. Nei, skemt til síðis. Í dag var dóm­ arin fínur, og soleiðis er tað bara í fótbólti. Ein fær ikki altíð sín vilja, men tað er ein sannroynd, at tað fer ongan­ tíð at eydnast at broyta met­ ingina hjá dómar­anum. So­ leiðis er. Framtíðin er bjørt Tað eydnaðist Føroyum at vinna seks stig í undan­kapp­ ingini, ið júst er farin aftur­ um bak. Sum vit øll tó vita, so hevði lættliga kunnað sæð betri út á stigatalvuni. Hallur Hansson vísir á, at vit hava eitt gott landslið, sum er í rúkandi menning. Tó er hann ikki heilt nøgdur við stiga­úrtøkuna. – Eg eri ikki heilt nøgd­ur, men vit skulu eisini duga at síggja ta stóru mynd­ina. Vit eru í ferð við at menna okk­ um, og har hugsi eg ser­liga um sjálvt fótbólts­spælið. Í hesari undan­kapp­ingini hava vit í mun til aðrar undankappingar skapt nógv fleiri møguleikar enn áður. Vit spæla fótbólt, sum fólk tíma at hyggja eftir, og tað sæst jú aftur á áskoðara­tøl­ unum. Vit hava verið væl við í nógvum dystum og kundu fingið fleiri stig. Vit hava nógvar ungar leikarar á lið­num, sum hava eini 10- 12 ár afturat á landsliðnum. Eg dugi ikki at síggja nakra forðing fyri, at vit kunnu fáa enn betri úrslit í framtíðini. Hendan EM-undan­kapp­ ingin hevur verið serlig á tann hátt, at fyri fyrstu ferð nakrantíð eru tað heili 24 lond, sum kvalifisera seg til EM-endaspælið. Tað merkir, at til dømis tað landið, sum endar nummar trý, hevur ein kjans at spæla seg til enda­ spælið umvegis play off- dystir. At enda spurdi undir­ ritaði Hall, um hann heldur tað vera møguligt hjá okkum at enda á einum triða plássi í onkrari komandi undan­ kapp­ing og spæla okkum til eitt endaspæl. – Um tú hevði spurt meg fyri tveimum árum síðani, so hevði eg sagt nei. Men tá ið eg hyggi eftir landsliðnum í dag, so haldi eg, at alt ber til. Hóast vit hava eitt lítið fólkagrundarlag, so standa vit okkum væl ímóti nógv størri tjóðum. Tað er týdningarmikið, at vit trúgva upp á teir menn­ ingar­møgu­leikarnar, sum eru í Føroyum, tí at vit hava fleiri sera góðar leikarar, vóru sein­astu orðini frá Halli Hanssyni. neli@sosialurin.fo Christian Lamhauge Holst dylur ikki fyri, at hann hevði ynskt, at yrkisleiðin á før­oyska landsliðnum hevði fingið ein betri enda. Tó legg­ur hann eisini dent á, at tað ikki neyðturviliga er ein fyri­munur fyri føroyska lands­liðið, at mótstøðuliðini ikki undirmeta okkum Sum kunnugt var lands­ dysturin ímóti Rumenia seinasti dystur hjá Christiani L. Holst á før­ oyska landsliðnum. Tað bleiv tó ikki til nakran dreyma­enda fyri Holst og lið­felagar­nar. – Sjálvandi eri eg ikki nøgdur við úrslitið, og ei­ held­ur eri eg nøgdur við mín­um persónliga avriki. Eg hevði ynskt, at eg hevði skorað og eisini spælt betri, men sum tit síggja í dag, so er tað ein orsøk til, at eg steðgi nú. Hetta er rætta tíðspunktið at steðga. Men eg vildi fegin enda við einum betri dysti, bæði fyri liðið og fyri meg sjálvan. Eg haldi, at vit spæla ein fínan dyst, men málið, ið rumenar skora skamt undan hálv­ leiks­steðginum, er sum at fáa ein frammaná. Til tíðir spældu vit upp ímóti rumen­um. Rumenarnir vóru ikki tryggir við støð­ una, og tað vísir, at okkara lands­lið er komið sera langt, segði Christian L. Holst, tá ið Sosialurin fekk orðið á hann eftir dystarlok sunnu­ kvøldið. Orkan manglaði so ikki Hóskvøldið kom Christian Holst als ikki á vøllin, tá ið Føroyar taptu 1-2 ímóti Ungarn í Budapest. Sein­ astu dystirnar hevur tutl verið í krókunum um, at ein sum Christian L. Holst ikki orkar tveir fullar dystir upp á tríggjar dagar vegna nívandi fótbóltsaldrin. – Orkan manglaði undir ong­ um umstøðum, tá ið Holst og hinir føroyingarnir trinu inn á størsta fótbóltspallin í Føroyum, Tórsvøll. – Eg bleiv spardur ímóti Ungarn, so eg var sera upp­ settur at spæla ein síðsta góðan dyst fyri Føroyar. Tað var so ikki manglandi orka, sum gjørdi, at eg ikki spældi mín besta dyst í dag. Mín stór­tíð var fyri nøkrum árum síðani, og tað er nakað, sum eg viðurkenni. Tað er eisini orsøkin til, at eg steðgi nú. Landsliðið er ment nógv Christian L. Holst spældi sín fyrsta landsdyst í 2003. Hann er ikki í iva um, at landsliðið, ið hann fer frá nú í 2015, er eitt nógv betri landslið enn tað, sum hann byrjaði á. – Tað er ongin ivi um, at tað landsliðið, ið eg havi spælt við nú í hesari undan­kappingini, er væl betri enn tað føroyska lands­liðið, sum eg byrjaði á. Í hesari undankappingini hava vit lagt til merkis, at mót­støðuliðini hava stóra virð­ing fyri okkum. Nú fyri­reika hini londini seg væl, áðrenn tey skulu spæla ímóti okkum. Tað kann vera ein fyrimunur at blíva undirmettur, men tað verða vit ikki longur, sigur Christian L. Holst um før­ oyska landsliðið anno 2015. Yrkisleiðin skal enda við uppflyting Í næstan øllum fótbólts­ evropa er vanligt, at lið­fót­ bóltur liggur stillur, meðan landsliðsfótbóltur verður spældur. So er tó ikki í fleiri av lægri deildunum í ymsu londunum, og hetta merkti Christian L. Holst sviðan av, meðan hann spældi við á føroyska landsliðnum í gjár. Lið hansara, Fremad Amager, tapti ímóti Dalum í trið­bestu donsku deildini. – Vit liggja til at spæla okk­um í endaspælið í deild­ ini. Tíverri taptu vit ímóti Dalum í dag, og tað vísir eisini, at vit eru eitt óstøð­ ugt lið. Tað hevði verið stutt­ligt at endað yrkis­leið­ ina við einari uppflyting, so nú fari eg at brúka míni síðstu skot í byrsuni, segði Christian L. Holst at enda á Tórs­vølli í gjárkvøldi. Myndir: Álvur Haraldsen