Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-12, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. oktober 2015síða 26

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. oktober 2015 · Nr. 117 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur landsliðið fótbóltur So kom Í tíggjunda og seinasta dystinum í hesi EM undankappingini kom stóra tapið. Tað er hóast alt ikki meir enn 3-0, og vit høvdu okkara møguleikar, men samanumkom vóru rumenar væl omaná Tróndur Arge – Tórsvøllur Lars Olsen gjørdi aftur fleiri broytingar á liðnum. Hallur Hansson og Brandur H. Olsen komu inn á mið­ vøll­in, Odmar Færø og Gilli Sørensen í verjuna, með­an Christian L. Holst spældi frá byrjan í seinasta lands­dyst­ inum. Tíverri sást ov væl á vøll­ inum, at liðið ikki tolir ov nógvar broytingar. Tí er leist­ urin, við bara trimum døgum millum dystirnar, ikki ein fyri­munur fyri føroyska lands­liðið. Ein frammaná Føroyska liðið fær ein framm­aná longu aftaná fýra minuttir. Odmar Færø má av vøllinum, eftir ein saman­ brest við rumenskan áleyp­ ara. Frísparkið verður tikið stutt út í vinstru. Síðani kem­ur bólturin útfrá, og á brots­teigarmarkinum er Constantin Budescu púra leysur og skorar. Tað tekur eina løtu hjá før­oyska liðnum at koma seg eftir málið. Vit koma tó fyri okkum og kundu havt javnað. Fleiri ferðir er bólturin í rumenska brots­ teig­inum, men vit fáa ikki avgerandi fótin ella høvdið á bóltin. Ein frammaná – afturat Í seinasta minuttinum fyri hálvleiki fáa vit ein frammaná afturat. Aftur hesa ferð er tað Constantin Budescu, sum skorar. Hann roynir seg við innleggi, men rakar ikki bóltin heilt sum ætlað. Tíverri fyri okk­um, so endar bólturin í mál­inum aftanfyri Gunnar Nielsen. Føroyski málverjin átti sín lut í margháttliga mál­inum, sum tók luftina úr stemn­ ing­inum á Tórsvølli í hálv­ leik­inum. Taka ikki av Føroyska liðið spælir til tíðir væl í fyrra hálvleiki, men tað merkist, at fleiri nýggir mans eru á vøllinum. Tíverri gera vit eisini fleiri mistøk, tá einfaldar avleveringar ikki koma vegin fram. Tíðliga í fyrra hálvleiki fáa vit møguleikan, Hallur Hansson blívur púra leysur móti málverjanum, sum tíverri bjargar. Hetta er møgu­leikin hjá okkum, at fáa spenn­ing í dystin aftur. Restina av dystinum hava liðini fleiri álop í part. Vit hava bóltin nakað, með­an Rumenia serliga eru vanda­ mikilir uppá skjótálop. Vit skifta út og satsa. Tað kostar, tá Brandur H. Olsen tekur ov stórar kjansir á verjukenda mið­vøllinum og missir bóltin. Rumenarnir spæla skjótt sína millum og so er inn­skifti Alexandru Maxim púra leysur og skorar. Okkurt gott – okkurt minni gott Pilka vit persónligu mis­tøk­ ini til málini úr, so er talan ikki um nakað vánaligt avrik frá landsliðnum, men ov nógvir spælarar spældu ikki upp til sítt besta. Tað mugu vit, um vit skulu vinna ein slíkan dystin. Vit hava fingið okk­ara fyrsta sekk í hesi undan­ kapp­ignini, men tað var ikki verri enn ilt trondur@sosialurin.fo Dysturin í tølum: Ungarn - Føroyar Mál: 0 – 3 Spælbýti: 49% - 51% Skot: 9 – 11 Skot á mál: 2 – 4 Horna: 7 – 6 Rangstøður: 2 – 3 Gul kort: 3 – 1 Reyð kort: 0 – 0 Gjørd fríspørk: 19 – 14 Avleveringar: 300 – 345 Rættar avlevringar: 228 – 259