mánadagur 12. oktober 2015síða 28
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. oktober 2015 · Nr. 117
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
landsliðið fótbóltur
Tóm
kensla á
Tórsvølli
Fróði Benjaminsen og Christian L. Holst fingu ikki farvælgávuna,
sum teir ynsktu sær, tá Rumenia við 3-0 sigri tryggjaði sær
luttøku í EM endaspælinum í Fraklandi komandi summar.
Stemningurin skolaði av vøllinum við regninum og ósigrinum
Tróndur Arge – Tórsvøllur
Ein 3-0 ósigur, regn og fleiri
tóm setur gav eina heldur
keðiliga kenslu, tá dómarin
bríkslaði fyri seinastu ferð
í
hesi
undankappingini.
Meðan ovurfegnir rumenskir
spælarar dansaðu sigursdans
á vøllinum, gingu okkara
hugtungir og vónbrotnir av
vøllinum.
Hetta skuldi verða enda
veitslan, har Fróði Benjamin
sen og Christian L. Holst
takkaðu fyri seg, og lands
liðið kundi seta nýtt met
fyri vunnin stig í eini undan
kapping. Heldur bleiv tað til
eitt vónbrot longu frá fjórða
minutti av. Hóast vit royndu
at reisa okkum, og Skansin
helt lív í Tórsvølli, so pínu
rumenar stmningin í botn
við tekniskum, og til tíðir
góðum effektivum fótbólti.
Væl upplagdir rumenar
Rumenski landsliðsvenjari,
Anghel
Iordanescu,
vísti
longu á tíðindafundinum
leygardagin, at hann var væl
fyrireikaður til dystin móti
Føroyum. Tað er eftirhondini
tiltikið, at venjarar undir
trýsti nevna garslíkið á Tórs
vølli sum ein vansa, tá teir
hóma at okkurt kann ganga
gali.
Anghel Iordanescu nevndi
eisini graslíkið, men restina
av tíðindafundinum brúkti
hann upp á at vísa rumensku
fjølmiðlafólkunum á, at før
oyska liðið í fleiri førum
hevði gjørt tað gott.
Anghel Iordanescu hevur
so nógvar royndir innan
venjarayrki. at helst hevur
hann fingið liðið at lurta, tá
hann hevur ávara móti okk
ara landsliðið. Uppgávan
skal takast í álvara segði
venjarin og so var!
Hálvfullur
Tórsvøllur heiðraði
Fróða og Holst
Líka mikið hvat, hvør og
hvussu, so møta føroyingar
aldrin til tíðina. Heldur
ikki hesa ferð var nakað
undantak. Tí var tað ein bara
hálvfullur Tórsvøllur, sum
fagnaði Fróða Benjaminsen
og Christian L. Holst, tá løg
maður, Aksel V. Johannesen
handaði teimum takkargávu.
Harmligt,
at
føroyski
áskoðarin ikki vísir størri
virðing fyri tveimum monn
um, sum hava givið so nógv
fyri landsliðið.
Marrubyrjan
merkti dystin
Føroyska liðið fekk eina
marrubyrjan, tá Rumenia
longu aftaná fýra minuttir
legði seg á odda. Odmar Færø
er uttanfyri við skaða og vit
eru í undirtal. Frísparkið
verður tikið stutt og síðani
spælt útfrá, har rumenar
senda bóltin í málið frá
brotsteigarmarkinum.
Hetta setti sín dám á
dystin, tí nú eru vit aftanfyri.
Hóast vit í fleiri førum koma
í góðar støður, so vil bólturin
ikki inn.
Tá so Rumenia av óvart
sendi eitt innlegg í málið til
2-0, við seinasta sparkinum
í fyrra hálvleiki, fór luftin úr
ballónini. Vit høvdu okkara
møguleikar,
men
okkurt
kendist ikki heilt rætt á deg
num.
Tóm setur ein irritatión
Tórsvøllur var útseldur til
landsdystin móti Rumenia.
Á papírinum ljóðar tað gott,
men tað sær illa út, tá fleiri
hundrað setur standa tóm.
Fleiri er meiningarnar um
atgongumerkini til lands
dystin.
Tey skulu ikki kosta ov
nógv, tí so hevur familjan
ikki ráð at fara til landsdyst.
Kosta atgongumerkini hin
vegin ov lítið, so er ov alt at
lata tey liggja í skuffuni, um
tú ikki kanst fara alíkavæl.
Helst er tað eisini ein
spurningur um nær atgongu
merkini verða seld. Kanska
skulu tey seinastu ikki selj
ast fyrr enn stutt fyri dystar
byrjan.
Eitt er vist, tað er ikki í
ordan, at tað eru so nógv
tóm setur á Tórsvølli, tá tað
er útselt.
Eitt keðiligt farvæl
Alt í alt bleiv tað til eitt held
ur keðiligt farvæl til Fróða
Benjaminsen, Christian L.
Holst og hesa undankapp
ingina. Farnu tvey árini fara
í søguna sum tíðin, tá lands
liðið aftur vann hjørtini á
áskoðarunum
Hetta
var
somuleiðis undankappingin,
tá
landsliðsfótbóltur
fór
at snúgva seg um føroyska
landsliðið, meiri enn mót
støðuliðini.
Vit vunnu tvær ferðir
á Grikkalandi og kundi, og
mundu, fingið fleiri stig.
Spælarar sum Brandur H.
Olsen, Sonni Ragnar Natte
stad, Sølvi Vatnhamar, Gilli
Sørensen, René S. Joensen,
Róaldur Jakobsen og nú
eisini Kaj Leo í Bartalsstovu
hava fingið beinini fyri seg á
landsliðnum.
Nú er at vóna, at saknurin
í Fróða og Christiani ikki
verður ov stórur á vøllinum,
hóast teir fylla nógv í lands
liðshjartanum.
trondur@sosialurin.fo.