Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-12, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. oktober 2015síða 29

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 12. oktober 2015 · Nr. 117 ítróttur fótbóltur landsliðið Sonni Ragnar Nattestad Lars Olsen Odmar Færø Jóan Símun Edmundsson og Kaj Leo í Bartalsstovu vóru eyðsýndir bæði í kvøld og hóskvøldið í Ungarn. Tað er ein av niður­ støð­unum hjá Lars Olsen, landsliðsvenjara, eftir at Føroyar taptu 3-0 á heima­ vølli ímóti Rumenia, sum við sigrinum hevur kvali­ fiser­að seg í EM endaspæli í Fraklandi næsta summar. Jóan Símun Edmunds­ son hevur leingi verið mill­um lyklaspælararnar á lands­liðnum. Avrikini hjá Kaj Leo í Bartalsstovu og niður­støðan hjá venj­ aranum siga, at landsliðið nú hevur funnið ein evna­ góðan og væl upplagdan fram­rættaðan spælara aftrat, sum hevur stórt sjálvs­álit. L a n d s l i ð s v e n ja r i n ásann­ar, at tað á hesum støð­inum kostar at gera mis­tøk, og at tað kostar tvífalt, tá ið einki fæst burtur­úr møguleikum: – Øll málini vórðu skor­ að eftir persónlig mistøk. Eg haldi ikki, at munurin var so stórur, sum tølini siga. Ein trupulleiki er, at teir eru eirindarleysir og sekta okkum, og ein annar trupul­leiki er, at vit ikki taka av. Hallur Hansson hevur risa møguleika, og í fleiri førum var talan um spentar støður eftir at frí­spark, hornaspørk og inn­køst komu í rumenska brots­teigin, staðfestir Lars Olsen. Eftir dystin fóru spæl­ ararnir á Hotel Føroyar at eta døgurða. Har fari eg at nýta høvið at siga spælarunum, at vit eru væl nøgdir við hesa undan­kappingina, og at vit gleða okkum at fara undir nýggja HM undankapping næsta summar, sigur Lars Olsen. trondur@sosialurin.fo Stóri munurin var persónligu mistøkini Vildi ikki hava hjálp Eg havi tilboð úr Onglandi Tróndur Arge Miðverjin uttan felag spældi ein branddyst í verj­ uni hjá føroyska lands­lið­ num. Sonni Ragnar sigur, at hann hevur tilboð úr lond­um sum Danmark, Onglandi og Týsklandi. Seinast segði eg, at eg fór avstað, men tað var ikki tað rætta fyri meg. Nú havi eg tilboð úr millum ann­að Danmark, Onglandi og Týsk­landi., sigur Sonni Ragnar og leggur afturat; – Tað er týdningarmikið fyri meg, at talan er um eitt gott felag fyri meg, har eg kann fáa spælitíð og menn­ ast, sigur miðverjin. Hann letur væl at av­rik­ inum hjá sær í dystinum móti Rumenia, hóast hann ikki hevur spælt við nøkrum felagið síðani summ­ar. – Eg havi allatíð vant og eri í góðum formi. Eg helt tað gekk fínt og eg fekk eisini sett nakrar góðar taklingar inn. Eg eri altíð moti­veraður at spæla á lands­liðnum, sigur Sonni Ragnar, tá hann verður gjørd­ur varhugur við, at ítróttar Sosialurin hevur valt hann sum dagsins spælara. trondur@sosialurin.fo Mynd: Álvur Haraldsen Myndir: Álvur Haraldsen Føroyski miðverjin var uttan­fyri, tá rumenar aftaná fýra minuttir løgdu seg á odda, eftir fríspark. – Eg rendi saman við ein­ um og misti luftina. Eg segði fleiri ferðir, at eg ikki skuldi hava hjálp, tí so skal eg av vøllinum. Áðrenn eg visti av vinskaði dómarin hjálpar­ fólkini inn, og so mátti eg út av vøllinum, sigur Odmar Færø argur á málinum. – Tað ljóðar, at eg havi brák­að eitt rivjabein, so nú skal eg helst hava ein steðg í einar tvær vikur, sigur Odmar Færø, sum í næst­um flytir til Aberdeen í Skot­ landi. Tað er enn óvist júst hvussu verður við fótbólti hjá ársins miðverja í nærm­ astu framtíð.