mánadagur 12. oktober 2015síða 30
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. oktober 2015 · Nr. 117
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Lærið nú av týskarunum
Tað er helst ongin møguleiki fyri, at føroyska U21 landsliðið fær eitt bein til jørðina í
landsdystinum móti Týsklandi í annaðkvøld. Nú mugu okkara bara læra av teimum bestu
Tróndur Arge
Inngangurin
er
kanska
nakað harður mótvegis okk
ara ungu og evnaríku spæl
arum. Tað er heldur ikki
teimum tað er nakað galið
við. Tað er hinvegin styrkin á
týska U21 landsliðnum, sum
er tað nærmast er galið við.
Hetta er eitt landslið, sum
spælarar, ið til dagligt spæla
í Bundesliguni. Nakrir spæla
eisini Champions League fót
bólt, sum leikskráin hjá FSF
vísir á.
Vit prógvaðu í Týsklandi
fyri tveimum árum síðani, at
vit kunnu geva einum týsk
um U21 landsliðið mótstøðu,
og skuldi kanska enntá havt
vunnið tann dystin. Tá var
talan um eitt tað sterkast U21
landsliðið hjá okkum nakran
tíð. Tíverri er hetta U21 ikki
komið so langt, hevur fleiri
avboð og fleiri spælarar, sum
framvegis hava aldur til U19.
Tað sást millum annað í
dystunum móti Finnlandi,
har vit taptu 3-0. Týskland
vann 4-0 á Finnlandi.
Hava fyrireikað
seg væl
Bill M. Jacobsen, venjari hjá
føroyska U21 landsliðnum,
hevur fyrr tikið øll á bóli.
Hvør minnist ikki sigurin á
Russlandi í Gundadali, og av
rikið í Týskalndi, tá vit taptu
3-2, men vóru á odda líka til
tað seinasta?
Bill trýr altíð upp á, at tað
letur seg gera. Hann hev
ur saman við Eli Hentze,
hjálparvenajra,
fyrireikað
liðið so væl sum til ber.
Vit hava arbeitt væl hesa
seinastu vikuna. Vit hava
havt 24 til 30 spælarar í
myndini, og nú hava vit so 24
spælarar klárar til uppgáv
una, sigur Bill M. Jacobsen.
Fleiri broytingar
á liðnum
U21 landsliðið er ikki í sterk
astu
manning.
Brandur
H. Olsen og Sonni Ragnar
Nattestad hava spælt við
A-landsliðnum.
Ári
M.
Jónsson og Hørður Askham
eru langtíðarskaddir, meðan
Elias Rasmussen og Haraldur
R. Højgaard eru skaddir. Um
framt tað, so hava Gunnar
Vatnhamar
og
Poul
N.
Mikkelsen givið avboð vega
námsferð.
Av
nýggjum
fólki
er
Jógvan á Lað, sum spælir
í aðru deild í Danmark við
B1908. Hann er komin frá
School of Excellence hjá
FCK.
Jákup F. Hansen úr 07
Vestur, sum er útleigaður
út frá HB, Dánjal Godtfred
úr FC Suðuroy og Jákup
Andreasen úr KÍ
– Eg havi valt at hyggja
nærri
at
unga
Jákup
Andreasen úr KÍ. Fyrsta valið
á málmannspostinum fyrstu
dystirnar, Elisa Rasmussen,
úr Víkingi er so mikið skadd
ur, at hann hevur melda av
boð. Í hansara stað er komin
Niklas Thomsen úr AB, sigur
Bill M. Jacobsen.
Eitt nýtt navn í hópinum
er Emil Sandbech Carlsen.
Hann hevur føroyskan pápa
og er ættaður av Eiði. Hann
spælir við Vanløse í oddinum
í Danmarksseriuni.
Tað er eisini ivasamt um
Poul Ingason verður tøkur
til dystin. Hann hevur verið
skaddur í eina tíð, og hevur
millum annað ikki spælt so
nógv fyri HB seinastu tíðina.
Hinvegin er Andrias H. Erik
sen tøkur aftur, eftir at hann
hevði leikbann í Finnlandi.
Broytingarnar
ein avbjóðing
Hesar umstøðurnar gera,
at tað eru nógvir spælarar
á U21 landsliðnum, sum eru
væl yngri enn enn nógvir av
mótstøðumonnunum.
– Vit hava havt fimm
U19 spælarar við. Fleiri av
teimum hava longu fingið
spælitíð. hava fingið. Betuel
Hansen úr Silkeborg, Bartal
Wardum úr HB og Meinhard
Olsen úr Vendsyssel hava
fingið spælitíð. Sum tann
seinasti, so hevur Jákup
Ludvík Thomsen úr FC Midt
jylland eisini bitið seg fastan
í U21 álopið, greiðir Bill M.
Jacobsen frá.
Bill er fyrireikaður
Týskland vann fríggjakvøld
ið 4-0 á Finnlandi, sum vit
taptu 3-0 fyri í Helsinki.
– Eg var í Essen í Týsk
landi fríggjakvøldið, og sá
týska U21 landsliðið lættliga
vinda 4-0 burturúr Finlandi,
sigur Bill M. Jacobsen og
leggur afturat;
– Týskarnir vóru kvikir
á bóltinum. Tað tóktist sum
um tað var ein onnur fót
bóltsdimensión, enn tann
vit kenna, sum teir vóru í
holt við. Fimm spælarar sum
spældu Champions League
fótbólt í seinastu viku, og
restin er umkring Bundeslig
una.
Úr
feløgum
sum
Borussia Dortmund, Schalke
04, Bayern Munchen, Køln
og Wolfsburg, koma Julian
Brandt,
liðskiparin
Leon
Goretzka, Leroy Sané, Joshua
Kimmich, Yannick Gerhardt,
meðan bonkurin taldi spæl
arar sum Max Mayer frá
Schalke
og
Maximillian
Arnold úr Wolfsburd, greiðir
Bill M. Jacobsen frá, meðan
hann ásannar, at hetta er ein
stórur biti.
– Givið er, at hetta er eitt
gott lið vit møta. Kanska
ein stórur biti, men vit hava
gjørt tað fyrr. Einki er so gott,
sum at sleppa at máta seg
móyi teimum bestu. Hetta
verður ein stórur dystur, eitt
stórt upplivilsi og ein góð
roynd hjá okkara spælarum
at fáa, sigur Bill M. Jacobsen
at enda
U21 landsdysturin millum
Føroyar og Týskland verður
á Tórsvølli týsdagin klokkan
17.30.
trondur@sosialurin.fo
U21-landsliðið fótbóltur
– Fimm av týsku U21 spælarar sum
spældu Champions League fótbólt í
seinastu viku, og restin er umkring
Bundesliguna, sigur Bill M. Jacobsen