mánadagur 12. oktober 2015síða 31
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 12. oktober 2015 · Nr. 117
ítróttur
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Teitur
Joensen
Neli
Heldarskarð
Pætur
E. Jensen
So hendi tað aftur. Tórsvøllur er
útseldur, men fleiri tóm setur eru
at fáa eyga á. Soleiðis var eisini í
minniliga sigrinum á Grikkalandi
á Tórsvølli, hóast tað var útselt og
fólk rindaðu okursprís fyri atgongu
merkini á svartamarknaðinum.
Í gjár kókaði tó yvir fyri meg. Aftur var »útselt«,
men næstan 1.000 tøk setur vóru at síggja kring
vøllin. Hetta ein sunnudag klokkan 17 til seinasta
heimadystin hjá landsliðnum á hesum sinni. Onkur
helt fyri, at regnið mundi spæla inn, men tann
umberingin heldur also ikki longur. Tveir triðingar
eru undir tak, meðan hini valla kunnu vænta annað
mitt í oktober.
Tað var tí hugstoytt at síggja so nógv tóm setur.
Somuleiðis var uppmøtingin á VIP plássunum
vánaligt, umframt at ein heil sektión við síðuna av
Skansanum var tóm.
Eg spyrji tí meg sjálvan hvørji hesi fólkini eru,
sum ikki eru møtt til landsdystin. Eru hetta tey, sum
altíð eru fyrst at keypa atgongumerki, men ongan
áhuga hava fyri landsliðnum? Tú kennir tey. Møta
altíð fyrst, fyri at fáa besta parkeringsplássið til
akkurát onga aðra nyttu, enn at vísa seg fram.
Avleiðingin er dýrari atgongumerki
Tíverri er avleiðingin, at FSF má seta prísin upp á
atgongumerkjunum, so hesir “parkeringsidiotarnir”
ikki keypa atongumerki inn undir seg, bara fyri at
keypa atgongumerki inn undir seg.
Tað hevur fleiri ferðir verið frammi, at fólk hava
ilt við at virða eitt atgongumerki, sum bara kostar
100 krónur. Tað er ov lætt, at bara lata tað liggja í
skuffuni, um tað nú skuldi regna á dystardegnum.
Hetta gongur so aftur útyvir familjuna, sum
hvørja ferð stuðlar landsliðnum. Nú skal hon av við
fleiri pengar, tí ein fimti partur av fólkunum ikki
møta til landsdyst.
Onkur hevur ført fram, at stórar fyritøkur sita
á alt ov nógvum atgongumerkjum, sum tær fáa frá
FSF fyri at verða stuðlar. Onkur hevur enntá nevnt
tøl sum 500, 1.000 og 2.000. Hetta passar also ikki, so
tað nyttar ikki at peika eftir teimum, skjálvt um tað
sá margháttligt út, at ongin VIP’ari var úti, tá Fróði
Benjaminsen og Christian L. Holst blivu heiðraðir.
Kanska besta undankapping nakrantíð
Hetta var kanska besta undankappingin hjá einum
føroyskum landsliðið nakrantíð. Hóast stigini ikki
røkka til met, so er talan um eitt væl spælandi
landslið, sum bara í einkultum dystum varð útspælt.
Nú er bara týdningarmikið, at føroysku
spælararnir og landsliðið halda fram við menningini
til komandi undankapping, tá vit fáa Cristiano
Ronaldo á vitjan.
Næstan
1.000
tóm setur
Ítróttar
klumman
Tróndur Arge
Todi er tann besti nakrantíð
Fjepparafelagið hjá landsliðnum, Skansin, hevur valt Toda Jónsson
sum besta spælaran á føroyska landsliðnum síðani Landskrona.
Tað eru fjeppararnir hjá Skansanum, sum hava atkvøtt
Tróndur Arge
Todi Jónsson var á staðnum
og
tók
móti
heiðrinum.
Hann segði í takkarrøðu, at
hann var glaður fyri at hava
fingið hendan heiðurin. Ser
liga, tá hann eitt skifti valdi
landsliðið frá, tí kroppurin
ikki kláraði bæði landsliðs
fótbólt og liðfótbólt. Tá vóru
ymiskar meiningar um av
gerðina hjá honum, men sum
sæst á atkvøðunum, so hevur
tað ikki merkt eftirmælið av
klaksvíkingin, sum spældi 45
landsdystir og skoraði níggju
mál. At enda vónaði Todi, at
onkur av teimum ungu fór at
vinna heiðurin í framtíðini.
Todi Jónsson spældi sín
fyrsta dyst á landsliðnum í
1991. Millum minniligu mál
ini eru sigursmálið á Malta
í 1997, hattrikið móti San
Marino, løtan tá hann legði
Føroyar á odda móti Russ
landi, og tá hann javnaði
móti
Spania
á
Svanga-
skarði.
Í 2001 valdi skjóti fram
herjin at gevast á landslið
num, tí kroppurin helt ikki
til at spæla fyri FCK og før
oyska landsliðið. Hetta varð
ein umstrídd avgerð, sum øll
ikki skiltu. Toda koma aftur
á landsliðið í 2005, tá hann
spældi sínar seinastu lands
dystir fyri Føroyar.
Todi er klaksvíkingur og
uppvaksin í KÍ. Hann spældi
í KÍ fram til 1995, umframt
eitt tíðarskeið í B36 í 1993,
áðrenn hann flutti til Dan
markar. Har spældi hann við
Lyngby og síðani FCK, har
hann enn er høgt í metum.
Hann var eisini um reppið
at blíva norskur meistari við
Kristiansand Start í 2006,
áðrenn
yrkisleiðin
gekk
móti endanum við Fremad
Amager og barndómsfelag
num KÍ.
trondur@sosialurin.fo
Mynd: Skansin
fótbóltur landsliðið