Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-12, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. oktober 2015síða 46

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 42 • 12. OKTOBER 2015 14 Jólaborðhald ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Vilmund Jacobsen N ú er ein tíð síðan, at Bovling­ høllin í Leirvík fór at smyrja breyð til bólkar, føðingardagar, kon­firmatiónir og veitslur annars. – Smyrjibreyð út av húsinum er rímiliga nýtt í okkara konsepti. Hetta er fult »belagt« smyrjibreyð, sum vit rópa tað, og vit hava fingið rættiliga góðar afturmeldingar. Berg Vatnhamar, dagligur leið­ ari, vísir á, at best er at siga frá í hampi­ligari tíð, tá smyrjibreyð skal bíleggjast – og alt eftir, hvussu stór bí­leggingin nú einaferð er. – Hetta er ein tænasta, sum vit veita privatfólki, arbeiðsplássum, stovn­um og øðrum, sum ynskja smyrji­breyð út av húsinum, sigur hann. Øll matarskráin Umframt væl belagt smyrjibreyð, kann Bovlinghøllin eisini levera allar vørur út av húsinum, sum tey hava í sínari matskrá - eisini vælumtókta og nógv eftirspurda bovling-búffin, sum Bovlinghøllin er so kend fyri. Á heimasíðuni www.bovling.fo er neyvari kunning um matskránna og upplatingartíðir hjá Bovlinghøllini í Leirvík. Berg Vatnhamar sigur, at køkurin í Leirvík vanliga er opin ávísar klokku­ tíðir, men er talan um bólkar, ber altíð til at gera avtalur, sum liggja uttan fyri vanligu klokkutíðirnar, leggur hann aftrat. Góð fundarhøli Í Bovlinghøllini í Leirvík er eisini snotu­ligt fundarhøli til umleið 40 fólk, og tey eru mong úr ymiskum heraðs­hornum, sum hava brúkt hesar møguleikar. – Her kunnu fólk fundast undir góðum umstøðum, og her er bæði inter­net og »overhead«. Ynskja fólk mat, meðan tey eru her, syrgja vit eis­ ini fyri tí. Berg Vatnhamar vísir á, at eru tað bólkar, sum ynskja størri høli til síni tiltøk, ber eisini til at brúka matstovuna, har pláss er fyri umleið 60-70 fólkum, leggur hann aftrat. Nú jólaborðini so smátt fara at nærkast, kunnu vit leggja aftrat, at Bovlinghøllin í Leirvík eisini fer at hava onkur jólaborð, tá jólini nærkast. Tað er rímiliga nýtt í Bovlinghøllini í Leirvík at gera smyrjibreyð. - Hetta er fult belagt smyrjibreyð og afturmeldingarnar, vit hava fingið, eru rættiliga góðar, sigur Berg Vatnhamar Vilmund Jacobsen – Vit hava nú í fleiri ár havt eitt jóla­ borðhald, og borðhaldini hava altíð verið væl vitjað. Tað sigur Anfinn Gærdum, sum hev­ur verið formaður í Stráluni síðan stovn­an. – Matskráin verður buffét við ym­ iskum heitum rættum, kaffi og rísa á la mande omaná. Við borðhaldið kanst tú eta so nógv, sum tú vilt. Gott undirhald Formaðurin í Stráluni sigur, at heilt frá byrjan til enda av borðhaldinum fara kendu andlitini og skemtararnir, Hilmar Jan Hansen og Robert Mc Birnie, at undirhalda. – Tað hevur altíð verið sera gott undir­hald við teimum báðum, sigur Anfinn og leggur aftrat, at tá sjálvt borðhaldið er liðugt, verður, sum hann sjálvur tekur til, supergóður dansur við LM Band. Øll, sum koma til borðhaldið, hava eisini atgongd til matstovuna alla náttina, har tey fáa feska bollasuppu, kaffi, køkur og karamellur. – Tað hevur verið væl dámt at kunna bukka beinini eina løtu við hugna og práti við síðuna av dansi­ hølin­um. Almennur dansur Tá jólaborðhald verður á Strondum leygarkvøldið 21. november, verður hetta eisini eitt alment dansikvøld, soleiðis at møguleikar eisini vera hjá fólki at koma at fáa sær eina góða dansinátt. – Alt tiltakið kostar 600 krónur, men ætlar tú tær bara í dans, kostar dansurin 150 krónur, sigur formaðurin í Stráluni, Anfinn Gærdum, sum vónar, at nógv fara at taka av frálíka tilboð­ num um jólaborð á Strondum. 21. november verður jólaborð á Strondum Strálan fer aftur í ár at skipa fyri jólaborðhaldi, sum verður leygarkvøldið 21. november Tað verða Hilmar Jan Hansen og Robert Mc Birnie, sum fara at undirhalda við jólaborðið á Strondum, sum Strálan skipar fyri Gott og vælsmakkandi smyrjibreyð kann bíleggjast í Bovlinghøllini í Leirvík. - Breyðið er ætlað privatfólki, arbeiðsplássum, stovnum og øðrum, sum ynskja smyrjibreyð út av húsinum, sigur Berg Vatnhamar Leskiligt smyrjibreyð úr Leirvík