Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-12, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. oktober 2015síða 47

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 42 • 12. OKTOBER 2015 15 Jólaborðhald ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Tlf 311400 • fax 315574 • post@thomasdam.fo Vit útleiga tallerkar, gløs og bestikk Stórt úrval til jólaborðið Dúkar Serviettar ljóS borðprýði o.m.a. Vilmund Jacobsen Hans Jacob Garðalíð, sum byrjaði at kokkast í Havn í 1992 og sum hevur roynt eitt sindur av hvørjum innan matstovuyrkið, hevur síðan 23. mars í ár - sólarmyrkingardagin - leigað mat­ stovuna Hereford á Klaksvíksvegi 45. - Henda dagin læt eg upp, og síðan tá hevur alt gingið við rúkandi ferð. Her hevur verið nógv at gera, og eg eri serstakliga glaður fyri klaksvíkingar sum viðskiftafólk. Klaksvíkingar hava eina góða matmentan, og tað er ikki at taka munnin ov fullan at siga, at matmentanin í Klaksvík er á einum hægri støði enn í høvuðsstaðnum, sigur hann. Rós uppiborið Hans Jacob Garðalíð vísir á, at tá klaksvíkingar fara út at eta, velja tey sum oftast at eta góðan mat - ja, mat, sum er á hægri støði og er betri og meira spennandi enn tað, sum vanligt er at eta í høvuðsstaðnum. – Eg haldi, at klaksvíkingar eiga rós uppborið fyri sína góðu matmentan, Tey velja nevniliga eftir dygdini á mat­ inum, leggur hann aftrat. Herefore hevur opið hósdag, fríggja­dag og leygardag frá klokkan 18-22, men er tað soleiðis, at bólkar, arbeiðspláss - ella hvør tað nú kann vera - vilja sleppa í hølini til ein góðan bita, er Hans Jacob Garðalíð altíð til dystin fúsur. - Eg vildi ynskt, at eg var komin til Klaksvíkar 25 ár fyrr, sigur hann uttan at blunka. Klaksvíkingar eru ómetaliga fitt og blítt fólk, og eg stórtrívist í umhvørvinum her norðuri, sigur hann Matur av húsinum Hans Jacob bjóðar sær eisini at gera mat út av húsinum. – Í prinsippinum vil eg siga, at einki er ov lítið - og einki ov stórt. Ynskja 10 fólk í Bank Nordik í Klaksvík døgurða, er tað eingin trupulleiki. Eg koyri mat út, har tað er landafast, men sjálvandi kann eg ikki fara í Vágar við 10 døg­ urðum. Tá er sjálvandi neyðugt, at talan er um eitt ávíst tal fyri at koyra so langt. Hans Jacob Garðalíð sigur, at í Here­fore er pláss til umleið 50 sit­ andi, og hóast hann ikki kann bjóða til stór jólaborð, nú hølini ikki eru so stór, eru familjur, fyritøkur og stovnar hjartaliga vælkomin at spyrja seg fyri um teir møguleikar, ið eru. – Fólk, sum hava ymisk ynski, eru vælkomin at venda sær til mín á tlf. 264829, sigur Hans Jacob Garðalíð. Matmentanin í Klaksvík er á høgum støði – Tá klaksvíkingar fara út at eta, velja tey sum oftast at eta góðan mat - ja, mat, sum er á hægri støði og er betri og meira spennandi enn tað, sum vanligt er at eta í høvuðsstaðnum, sigur Hans Jacob Garðalíð, sum rekur matstovuna Hereford í Klaksvík – Í prinsippinum vil eg siga, at einki er ov lítið – og einki er ov stórt. Fólk eru hjartaliga vælkomin at ringja, sigur Hans Jacob Garðalíð, sum rekur matstovuna Hereford í Klaksvík