Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-12, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. oktober 2015síða 48

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 42 • 12. OKTOBER 2015 16 Jólaborðhald ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Serviettar Servietturin er á mangan hátt krúnan á verkinum, tá vit dekka borð. Og gamlir eru teir. Fólk hava í meira enn 500 ár brúkt serviettar. Tá var tað, sum vera man, bara yvirklassin, sum brúkti henda sið. Áðrenn stólurin bleiv móti í 1600-talinum, sótu fólk á beinkjum, servietturin var líka langur sum borðið, og lá úr fangi í fang. Við stólinum bleiv vanligt at dekka borð við einum servietti til hvørt fólk. Fyrr vóru borðklæðini, sum servietturin eisini eitur, úr toyi. Hóast serviettar úr toyi framvegis verða brúktir, so eru pappírs­serviettarnir teir mest vanligu. Á netinum finnur tú eitt ótal av mátum at leggja serviettar saman. Í handlunum, sum selja borðbúnað, er úrvalið stórt av ymsum pynti at brúka til. So tað er bara at brúka hugflogið.