mánadagur 12. oktober 2015síða 50
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 42 • 12. OKTOBER 2015
18
Jólaborðhald
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
KOM OG FLENN
FLENNisKEið
Besti durðasnapsurin og tað reina vitamin fyri kropp, sinn og sál
kunstterapi.fo · vivian@kunstterapi.fo · telefon 556060
tit vera heit og væl fyri og klár til eitt stuttligt jólaBorð.
tá vit loyva okkum at flenna seta vit tíðina á standBy og fylla okkum við
gleði, kærleika og viðurkenning, ið er tann Besta kenningin sum er.
At flenna er besta
»kenningin«
– Eitt flenniskeið er besti durasnapsurin ið finst, sigur Vivian Sjóðklett, ið skipar
fyri flenniskeiðum - eisini til jólaborðhald, sum nú stunda til
Vilmund Jacobsen
V
ivian Sjóðklett, sum býr og
er uppvaksin í Havn, eigur og
rekur fyritøkuna kunstterapi.fo
Í síni fyritøku hevur hon nógvar
møguleikar at bjóða viðskiftafólki.
Hon bjóðar ein kreativan, stuttlig
an og gevandi starvsfólkadag, har
starvsfólkið verður sett í hásæti. Hon
bjóðar sær at fara út á stovnar og hava
kunstterapi fyri bólkum og einstak
lingum, og fyritøkan hjá henni kann
eisini vera partur av skapandi verkætl
anum, frígerandi dansi og meditatión.
– Nú heystið er komið, og tað
stundar til jólafrokostar, bjóði eg
meg fram at skipa fyri flenniskeiðum.
Talan kann eisini vera um flenniskeið
í samband við ymiskar aðrar veitslur,
sum liggja fyri framman. Eitt slíkt
skeið, sum varar í einar 45 minuttir,
riggar gjarna best, áðrenn veitslan
veruliga byrjar, sigur hon.
Besta kenningin
Vivian Sjóðklett sigur, at fólk, sum
soleiðis hava hug til eitt flenniskeið,
áðrenn rættiligt hol verður sett á
veitsluna, gerast heit, væl fyri og klár
til eitt stuttligt jólaborð.
– Tá vit loyva okkum at flenna,
seta vit tíðina á ”standby” og fylla
okkum við gleði, kærleika og viður
kenning, ið eftir mínum tykki er tann
besta kenningin sum er - ja, eg tori at
siga, at eitt flenniskeið er besti ”dura
snapsurin”, sum finst. Ein slík løta er
sum vitamin fyri kropp, sinn og sál.
Vivian bjóðar sær at koma á veitsl
una og skipa fyri flenniskeiði.
– Ein slík løta riggar eisini, um
veitslan er komin nakað ávegis, men
best er, at eg eri har, áðrenn fólk fáa
alt ov nógv upp í høvdið.
Hon sigur, at hennara málbólkur við
flenniskeiðum eisini eru bindiklubbar
og fólk, ið taka seg saman at halda
ein polterabend - ella, hvat tað nú
kann vera, ið veitslan snýr seg um.
– Flestu njóta gott av einum slík
um skeiði, og tá eg havi fingist við
hetta í eini 16 ár, veit eg av royndum,
at eitt flenniskeið loysir væl upp og
er eitt óført tiltak at seta hol á eina
veitslu við.
Hon vísir á, at tað ikki er av tilvild,
at læknar í gomlum døgum brúktu tað
at fáa fólk at flenna sum terapi móti
eitt nú tunglyndi og sjúkum.
Vivian sigur, at tað eru jú ikki øll,
sum drekka til eitt jólaborð, og tá
kann tað ikki minst vera gott við ein
um góðum flenniskeiði, har øll kunnu
vera við.
– Eitt flenniskeið er eitt øðrvísi
tiltak, sum eg avgjørt haldi er ein væl
egnaður partur av einum jólaborði og
veitslu annars, sigur Vivian Sjóðklett,
sum vísir á, at tá vit hava flent, gerast
vit avslappað, klárari í høvdinum og
fáa yvirskot og orku til ein nýggjan
innsats.
Kunstterapi
Kunstterapi er samanspæl millum
kropp, sinn og úttrykk, sum hon rópar
tað. Kunstterapi er at vera skapandi
fyri síðan at fata sítt egna “úttrykk”
við at seta orð á.
– Í breiðari høpi er kunstterapi
eisini at arbeiða við kroppinum gjøg
num dreymar, meditatión (djúphugs
an) og symbolir (myndamál) og at
vera skapandi á allan hugsandi hátt
- og ikki minst at tora at ímynda sær,
at alt er møguligt, sigur Vivian Sjóð
klett, sum er at hitta á tlf. 556060
– og annars á heimasíðuni www.
kunstterapi.fo