Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-12, síða 58
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. oktober 2015síða 58

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 42 • 12. OKTOBER 2015 26 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Eysturbúgvin heppin og óheppin Ísfiskatrolararnir, Eysturbúgvin SA 450 og Vesturbúgvin VN 459, eru systirskip, og bæði eru smíðað á Tórshavnar Skipa­ smiðju í 1991 Vilmund Jacobsen F elagið, sum eigur Eysturbúgvan, kallast Vørðustíggur, ið er ein stíggjur, sum liggur á markinum millum Dal og Húsavík. Eysturbúgvin kallaðist upprunaliga Gullberg og varð tey fyrstu árini heimahoyrandi í Vestmanna. Útgerðarmaður hjá Eysturbúgv­ anum er Bjarki Magnussen í Húsavík, og Jóan Petur í Soylu á Sandi er skip­ ari. Báðir eru teir parteigarar í skip­in­ um. Nú gulllaksavertíðin er av, veit Jóan Petur at siga, at gulllaksavertíðin vign­aðist rímiliga væl, og fiskiskapurin hevur verið rímiliga góður at kalla alla vertíðina. Í seinastuni hava teir verið á makrelveiði. Tá teir keyptu Gullberg í 1994 og góvu skipinum navnið Eysturbúgvin, vóru eigararnir upprunaliga átta í tali. Í summarhálvuni partrola Eystur­ búgvin og Vesturbúgvin eftir gulllaksi – og í vetrarhálvuni verður partrolað eftir upsa – og nú eisini makreli. Útgerðarmaðurin, Bjarki Magnus­ sen, byrjaði ungur at sigla. Longu sum 15 ára gamal var hann á laksaveiði við Leiki í Grønlandi, og í sjeytiárunum var hann við kraftblokki við Ísborg. Bjarki Magnussen fekk í 1993 út­ búgving sum timburmaður, men hevur fingist lítið við timburarbeiði. Lívið hjá útgerðarmanninum á Eyst­ ur­búgvanum hevur verið sjógv­ur­in. Hepni og óhepni Tað hevur tó ikki bara gingið væl hjá Eysturbúgvanum, og tað ger tað ikki hjá nøkrum skipaeigara. Herfyri var ein minni eldur umborð, meðan skipið lá við Vestaru Bryggju í Havn. Sløkkiliðið var skjótt á staðnum, og tað gekk bara ein løta, til eldurin varð sløktur. Tá Bjarki Magnussen skoðaði skað­ an, helt hann, at her var bert talan um ein minni eldsbruna, ið ikki elvdi til nakran serligan skaða. Hann helt fyri, at tíbetur lá skipið við bryggju, og eingin var í maskinrúminum, tá eldurin kyknaði. Skipið hevur verið á makrelveiði, men nú eldur kom í, rýkur restin av hesi makrelvertíðini. Síðst í mai mánaði í 2010, tá Eyst­ ur­búgvin og Vesturbúgvin nýliga vóru byrj­aði at fiska gulllaks, fór motor­urin hjá Eysturbúgvanum í knús. Hetta hendi, meðan skipini vóru á fiskileið einar 140 fjórðingar úr Trøll­ høvda. Tjaldrið hjá Fiskiveiðieftirlitinum kom Eysturbúgvanum til hjálp­ar, og tað tók teimum 23 tímar at sleipa skipið á Havnina. Skaðin, sum motorurin fekk, var so umfatandi, at her gjørdist einki. Hol var komið á sjálvan blokkin, har stempul brutu seg út ígjøgnum, og tí mátti motorurin, sum annars hevði riggað rættiliga væl, skiftast. Sum heild hevur tað gingið væl hjá Eysturbúgvanum, men í mai mánaði í 2010 brutu teir motorin - og herfyri varð skipið herjað av einum minni eldi, meðan Eysturbúgvin lá við Vestaru Bryggju í Havn Mynd: Hallur av Rana Lesarar eru vælkomnir at senda okkum gamlar bilmyndir saman við stuttum teksti og upplýsingum til: maggi@sos.fo Myndin er av einum Austin lastbili hjá Henry Joensen á Viðareiði. Hesir Austin eru frá síðst í 1940-unum. Bilurin er høgrastýrdur og hevur nummar FØ 916. Vinstrumegin bilin er Henry við soninum Henning og uppi við húsini er konan Ebba við soninum Reggie. Henry og familjan fluttu seinni til Danmarkar og búsettust í Nærum. Myndin er helst frá umleið 1950. Austin vóru millum mest seldu lastbilar í Føroyum tá í tíðini. Tað var fyritøkan Charles Mauritzen & Co. í Havn sum seldi Austin. Myndaeigari: Reggie Joensen SKIPASØGA BILASØGA Austin lastbilur á Viðareiði Navn: Eysturbúgvin Longd: 36,4 metrar Breidd: 9,5 metrar Eigari: P/F Vørðustíggjur Útgerðarmaður: Bjarki Magnussen