týsdagur 13. oktober 2015síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mikudagur 14. oktober 2015 · Nr. 118
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Bakkavegur 9 · PO Box 221 · FO-625 Glyvrar · Tel +298 40 50 00 · Fax +298 40 50 09 · www.bakkafrost.com
BAKKAFROST SØKIR SAMSKIPARA
TIL OPUS VIÐLÍKAHALDSSKIPAN
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolti, aling, kryvjing, liðugvøru framleiðslu til sølu.
Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði, og alivirksemið er kring oyggjarnar á 13 ymsum firðum. Kryvjivirkini
eru í Klaksvík, í Kollafirði og á Strondum. Liðug vøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum og í Fuglafirði. Høvuðsskrivstova felagsins er á
Glyvrum og hevur felagið sløk 700 fulltíðarstarvsfólk.
Samskiparin skal menna og samskipa arbeiðið við
OPUS viðlíkahaldsskipanini. OPUS skipanin verður
nýtt til at skráseta og tryggja regluligt viðlíkahald av
allari útgerð, eykalutir og aðrar vørur, ið reglu liga
verða keyptar inn. Samskiparin skal tryggja, at
skipanin koyrir eftir ætlan og altíð samsvarar við
tey krøv, ið m.a. kundar og myndugleikar seta
Bakkafrost. Starvið verður sett í 1 ár fyribils við
møguleika til at halda fram.
Arbeiðsøki
Samskiparin hevur ábyrgd av OPUS viðlíkahalds-
skipanini og skal í samstarvi við deildarleiðarar
tryggja eina optimala nýtslu av skipanini. Upp gáv ur-
nar eru m.a. at
• menna og røkja OPUS viðlíkahaldsskipanina
• tryggja frálæru í OPUS viðlíkahaldsskipanini og
veita serkøna hjálp
• luttaka í tvørdeildarligum samstarvi og verk-
ætlan um
Samskiparin av OPUS viðlíkahaldsskipanini verður
partur av Góðskudeildini hjá Bakkafrost samtaki-
num og vísir til leiðaran í Góðskudeildini. Arbeiðs-
stað urin er á høvuðsskrivstovuni á Glyvrum.
Tín vangamynd
Ynskiligt er, at tú hevur hollan KT førleika og
royndir við viðlíkahaldsskipan, umframt við-
komandi útbúgving sum t.d. maskinverkfrøðingur,
maskinmeistari, framleiðslutøkningur ella líknandi.
Eisini hevur tú royndir við samskipan og frálæru.
Sum persónur ert tú nærlagdur, tolin og málsøkin.
Tú hevur góð samstarvsevni og megnar bæði at
arbeiða sjálvstøðugt og saman við starvsfólki á
ymisku deildunum hjá Bakkafrost.
Vit bjóða
Vit bjóða eitt fjølbroytt og áhugavert starv við
stórum fakligum og persónligum avbjóðingum í
eini dynamiskari fyritøku. Vit leggja dent á at hava
eitt gott arbeiðsumhvørvi, og kunnu bjóða tær
góðar starvsfólkatryggingar.
Løn og setanartreytir
Løn og setanatreytir eru í samráð við leiðsluna.
Meira at vita
Um tú ynskir fleiri upplýsingar um starvið, ert tú
vælkomin at seta teg í samband við Annu Johansen,
leiðara fyri Góðskudeildina á tlf. 235020 ella við
t-brævi til anjo@bakkafrost.com.
Umsókn
Umsókn við avriti av prógvum, CV og viðkomandi
skjølum verður send til hr@bakkafrost.com.
Umsóknarfreistin er 21. oktober 2015.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
STARVSFÓLK
sansir.fo
LÍV søkir eftir
tryggingarnæmingi
Til Kundadeildina á Lív sóknast vit eftir
tryggingarnæmingi at byrja skjótast gjørligt
LÍV er størsti veitari av lívs- og eftirlønartryggingum til fakfeløg og virkir.
Starvsøkið
Sum tryggingarnæmingur á Kundadeildini
verður tú partur av toyminum, ið stendur
fyri umsitingini av eftirlønum og samskiftinum
við viðskiftafólk okkara. Í tøttum samstarvi við
tínar starvsfelagar verður tú við til at tryggja
bestu tænastuna og loysnina til viðskiftafólkið.
Um teg
Vit vænta, at tú ert framsøkin, íðin og hevur
sjálvstøðugt arbeiðslag. Harumframt vænta
vit, at tú hevur góð samstarvsevni. Tú fert
at samskifta við kundar, og tí vænta vit, at
tú ert væl fyri í talu og skrift. Útbúgvingin
tekur tvey ár og gevur breiðan førleika innan
trygging og pensjón. Eftir lokna útbúgving
sum tryggingarnæmingur er møguleiki fyri
framhaldandi útbúgving innan tryggingarøkið.
Tú skalt hava students-, HF-, ella HH-prógv.
Umsóknir og umsóknarfreist
Umsóknir við avritum av prógvum, CV og
øðrum skjølum skulu sendast til:
LÍV
Stjórnarskrivstovan
Kopargøta 1
Postsmoga 206
110 Tórshavn
ella liv@liv.fo
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta
lagi 20. oktober 2015.
Meira at vita?
Hevur tú okkurt at spyrja um í sambandi við
starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband
við Bartal Kass, kundaleiðara, bartal@liv.fo
ella 231113.
Kopargøta 1
P.O. Box 206
FO-110 Tórshavn
Faroe Islands
Tlf. +298 31 11 11
Fax. +298 35 11 10
www.liv.fo