týsdagur 13. oktober 2015síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. oktober 2015 · Nr. 118
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
heilsa
Vilmund Jacobsen
Granskarar kring heimin
jagstra loyndarmálið aftan
fyri
serligu
evnini
hjá
krabbakyknum at nøra um
seg, yvirliva og »snýta« við
gerðirnar.
Ein nýggj granskingar
verkætlan
hjá
Kræftens
Bekæmpelse í Danmark skal
nú kortleggja tvær serstakar
mekanismur,
sum
skilja
krabbakyknur frá vanligum
frískum kyknum.
Væntandi er, at úrslitið
av granskingini fer at kunna
brúkast til at betra við
gerðina av nógvum krabba
sjúkum – og ikki minst til at
tillaga viðgerðina til einstaka
sjúklingin.
Hvør er munurin?
Men, hvør er so munurin á
krabbakyknum og vanligum
kyknum?
Hesin spurningur fyllir
nógv hjá granskarum kring
heimin
og
gevur
eisini
grundarlag fyri granskingar
verkætlanini hjá professar
anum,
Jiri
Barteks,
har
granskararnir hyggja nærri
at arvaeginleikum og eggja
hvítaevnum (proteinum) hjá
kyknunum.
– Vit fara at kanna tær
mekanismur í krabbakykn
um, sum eru ymiskar frá
teimum frísku kyknunum.
Jú, betri vit skilja munin, tess
betri kunnu vit gera av, hvør
rætti heilivágurin er – uttan
at skaða tær frísku kyknur
nar ov nógv.
Tað er Jiri Bartek, sum
sjálvur stendur á odda fyri
nevndu
granskingarverk
ætlan.
Í meira enn 20 ár hevur
hann
verið
knýttur
at
Kræftens
Bekæmpelses
Center for Kræftforskning
við
professaranum,
Nils
Brünner
á
Københavns
Universitet sum samstarvs
parti. Jiri hevur sett fokus á
tvær serliga týdningarmiklar
mekanismur,
nevniliga
stabilitetin í arvaeginleik
unum hjá kyknunum og
gerðini av eggjahvítaevnum
(proteinum) í kyknunum.
Skræddara
seymað viðgerð
Tað er týdningarmikið at fáa
eitt størri forstáilsi fyri hes
um mekanismum, um lækn
arnir úti á sjúkrahúsunum
skulu gerast betri til at finna
røttu viðgerðina til ávísu
sjúklingarnar. Lagt verður
upp til eina skræddaraseym
aða viðgerð, og hetta er eitt
lyklaorð í krabbameinsvið
gerð í dag. Fyri at gera við
gerðina mest effektiva, skal
hon skræddaraseymast til
serstaka tørvin hjá einstaka
sjúklinginum.
Hóast tveir persónar líða
av somu krabbasjúku, er tað
ikki vist, at teir skulu hava
sama heilivág ella somu nøgd
av heilivági.
– Vit leita eftir eymastu
punktunum hjá krabbakykn
um, soleiðis at vit kunnu
betra um viðgerðina og til
passa hana til einstaka sjúk
lingin, sigur professarin, Nils
Brünner.
Hann vísir á, at stabili
teturin í arvaeginleikunum
og gerðin av eggjahvítaevni
(proteinum) í krabbakyknum
er ikki hin sama sum í frísk
um kyknum. Talan eru nevn
iliga um serligar mekanism
ur, sum fáa krabbakyknur
ótálmaðar at veksa.
Fyri at finna út av kykn
umuninum vilja granskarar
samantvinna
nýggjastu
tøknina fyri at finna út av,
hvat tað er, sum hendir í
kyknum frá krabbasvullum
eitt nú í brósti, prostata,
tarmum,
eggjastokkum,
heila og blóði hjá fólki, eins
og kanningar eisini verða
gjørdar við djórum.
– Úrslitini av kanning
unum verða so samanborin
við aðrar royndir frá krabba
meinssjúklingum, sigur Nils
Brünner.
Gerast dugnaligari
Professarin endurtekur, at
nýggja vitanin skal avdúka
eymastu
punktini
hjá
krabbakyknunum, og henda
vitan skal so brúkast, tá
nýggjar og meira effektivar
viðgerðir skulu mennast.
– Eitt annað mál við
granskingarverkætlanini er
at finna nýggjar sonevndar
»biomarkørar«, sum kunnu
peika á teir sjúklingar, ið
hava størst gagn av júst ein
ari ávísari viðgerð. Við øðrum
orðum ynskja vit at gerast
dugnaligari til at skræddara
seyma viðgerðir til einstøku
sjúklingarnar,
sigur
Nils
Brünner, professari.
vilmund@sosialurin.fo
Jagstran eftir serligum
eyðkennum hjá krabbakyknum
– Nýggj granskingarverkætlan skal avdúka eymastu punktini hjá krabbakyknum, og henda vitan skal brúkast,
tá nýggjar og meira effektivar viðgerðir skulu mennast, siga professararnir, Jiri Barteks og Nils Brünner
Hvat hevur tú, sum tú
kanst vera errin av? Ikki
hugsa um alt, tú ikki dugir
og ikki eigur. Hugsa heldur
um alt tað, tú dugir, alt tað,
tú eigur og alt tað, tú kanst.
At vera errin er avgerandi,
um tú livur í javnvág við teg
sjálvan og títt umhvørvi.
Hvør
er
tú
um
10
ár? Brúka nakrar fáar min
uttir at hugsa um, hvussu
tú ynskir at liva um 10 ár.
Hvar býr tú? Hvørju menn
iskju eru rundan um teg?
Hvørji mál hevur tú nátt?
Hvat hugsar tú um framtíð
ina – hugsar tú um dreymar
ella ítøkilig mál? At ímynda
sær, hvussu tingini fara at
verða, ger tað nógv lættari
fyri teg at gera ein dreym
til veruleika.
Kelda: www.fegin.fo
Ítøkilig mál – ella dreymar
Hvør er munurin á krabbakyknum og vanligum kyknum? Hesin spurningur fyllir nógv hjá granskarum kring heimin
Tað er Jiri Bartek, professari, ið stendur á odda
fyri nýggju granskingarverkætlanini