hósdagur 5. august 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 146 - 5. august 2004
Nr. 146 - 5. august 2004
3
Vilja ikki til Irak
USA hevur biðið Paki-
stan senda hermenn til
Irak, men nú hevur
pakistanska
stjórnin
svarað, at hon kann ikki
senda hermenn hagar.
Pakistanska
stjórnin
sigur í grundgevingun-
um, at hon kann ikki
senda hermenn til Irak,
tí tað er ov vandamikið.
Hon vísir á, at fyri
nøkrum døgum síðani
vórðu tveir pakistanskir
gíslar avrættaðir í Irak.
Eygleiðarar siga sam-
bært Reuter, at avgerðin
hjá stjórnini í Islamabad
kemur
amerikonsku
stjórnini illa við. USA
hevur leingi roynt at fáa
muslimsk lond at senda
hermenn til Irak, men
bara Albania, Aserbaj-
dsjan og Kasakhstan
hava gingið áheitanini á
møti. Tey hava sent
tilsamans 250 hermenn
til Irak.
Samstundis eru tekin
um, at stuðulin til krígg-
ið í Irak er minkandi.
Ukraina hevur boðað
frá, at landið fer at taka
ein part av sínum 1.650
hermonnum úr Irak, og
polska stjórnin hevur
gjørt av, at helmingurin
av teimum 2.400 polsku
hermonnunum í Irak
fara heim um stutta tíð.
Kanna hava
myrt 40 fólk
Týska
ákæruvaldið
hevur
skuldsett
ein
sjúkrahjálpara fyri at
hava beint fyri fleiri
sjúklingum, og kanning-
arnar benda nú á, at
sjúkrahjálparin
hevur
beint fyri millum 20 og
40 sjúklingum.
Tann 25 ára gamli
maðurin hevur greitt
løgregluni frá, at hann
hjálpti sjúklingunum, tí
tey liðu so illa. Hann
hevur sagt, at í veruleik-
anum høvdu tey einki at
liva fyri longur, og tí gav
hann teimum so mikið
av
pínulinnandi
og
doyvandi evnum, at tey
doyðu. Sjálvur ivast
hann ikki í, at hann
gjørdi eina góða gerð
hvørja ferð, og tí sigur
hann seg vera ósekan í
øllum
ákærum
um
morð.
Wolfgang Huber, sum
arbeiðir hjá ákæruvald-
inum í Bayern, sigur við
DPA, at fólkini, sum
fingu hjálp at doyggja,
vóru ímillum 60 og 89
ár, og at tey øll liðu av
álvarssomum sjúkum.
Kanska fleiri
krøv
Í Russlandi eru skatta-
myndugleikarnir farnir
undir at kanna rokn-
skapin hjá oljufelagnum
Yukos fyri árið 2002, og
tað hevur elvt til gitingar
um, at felagið kann fáa
eitt skattakrav afturat.
Higartil hevur skatta-
valdið kravt, at Yukos
skal gjalda næstan 45
milliardir
krónur
í
restskatti fyri árini 2000
og 2001. Av hesum stava
20 milliardir krónur frá
2000, og mánadagin
fekk felagið boð um at
gjalda pengarnar innan
tveir mánaðir. Leiðslan í
Yukos hevur boðað frá,
at hon hevur ikki so
nógvar pengar tøkar, og
at felagið er heldur ikki
ført fyri at læna teir.
Felagið hevur tí gjørt
greitt, at kann tað ikki
gjalda skuldina yvir eitt
ávíst áramál, fer fer tað á
húsagang. Nógvir eyg-
leiðarar halda, at málið
er í veruleikanum ein
politisk uppgerð ímill-
um Vladimir Putin, for-
seta og fyrrverandi stjór-
an í Yukos, ríkmannin
Mikhail Khodorkovskij,
sum hevur sitið í varð-
haldi síðani seinasta
heyst.
Úr Moskva ljóðar, at
fyrrverandi
kanadiski
forsætisráðharrin Jean
Chretien er biðin um at
royna semju ímillum
skattavaldið og Yukos.
Kommunur
finna saman
Síðani danska stjórnin
herfyri boðaði frá einum
nýggjum
kommunu-
bygnaði, hava meiri enn
helmingurin av landsins
kommunum samtykt at
leggja saman í størri
eindir.
Sambært tíðarritinum
Danske Kommuner hava
121 kommunur gjørt av
at leggja saman í 39
eindir. Hinvegin hava 15
av
teimum
størru
kommununum
sam-
stundis boðað frá, at tær
ætla sær at halda fram
sum
sjálvstøðugar
kommunur. Nógv tær
flestu av hesum komm-
ununum eru á høvuðs-
staðarleiðini, men tað
eru eisini kommunur
aðrastaðni, sum ikki
hava áhuga í saman-
legging. Teirra millum
er Bornholm, sum nú er
ein kommuna, og sum
ikki hevur áhuga í sam-
anlegging við komm-
unur inni á meginland-
inum.
Samstundis
sum
kommunubygnaðurin
skal broytast, verða amt-
ini tikin av. Ístaðin fyri
skal Danmark býtast
sundur í fimm øki.
Tey ríku í Bretlandi
eru vorðin munandi
ríkari, síðani Tony
Blair og arbeiðara-
flokkurin komu til
valdið í 1997
BRETLAND
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Bretska arbeiðarastjórnin
eigur at leggja størri dent á
sosialan javna og sosialt
rættvísi.
Tað eru ráðini, sum
stjórnin fær frá stovninum
Public Policy Research,
sum í einari nýggjari frá-
greiðing
kemur
til
ta
niðurstøðu, at tá tað snýr
seg um sosialan javna, er
politikkurin hjá stjórnini
miseydnaður.
Stovnurin sigur, at tey
sjey árini, Labour hevur
sitið við valdið, er munurin
á ríkum og fátækum vaksin
í Bretlandi. Millum annað
staðfestir frágreiðingin, at
10 prosent av teimum
ríkastu bretunum fáa 54
prosent av teirri sokallaðu
vælferðarkøkuni, og at tað
ovasta prosentið fer við 13
prosentum av bruttotjóðar-
inntøkuni. Hesi tølini vóru
minni, tá Labour kom til
valdið.
Public Policy Research
sigur, at javnstøðan ímill-
um menn og kvinnur er
batnað í Bretlandi tey sein-
astu sjey árini, men kortini
tjena kvinnur framvegis
bara 82 prosent av tí, sum
menn í tilsvarandi størvum
forvinna.
Stjórnin fær kortini rós
fyri at hava bøtt um korini
hjá barnafamiljunum, hóast
tey ikki eru nóg góð enn.
Tann 37 ára gamla
Annemette Hommel
er skuldsett fyri at
hava farið illa við
irakskum fangum,
men verji hennara
sigur, at málið er
nógv verri enn tað,
sum higartil er komið
fram
FANGAVIÐFERÐ
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Fyrrakvøldið gjørdi danski
verjumálaráðharrin, Søren
Gade, av at boðsenda
leiðsluni hjá donsku her-
monnunum í Irak. Tann
almenna orsøkin var, at
ráðharrin hevði mist álitið á
leiðsluni.
Samstundis er tann 37
ára gamla Annemette Hum-
mel, sum er kapteynur í
danska herinum, skuldsett
fyri at hava brotið reglurnar
um, hvussu krígsfangar
skulu viðfarast. Í donsku
fjølmiðlunum er komið
fram, at hon noyddi iraksk-
ar fangar at sita í pínandi
støðum, og at hon sýtti
teimum vatn, tá teir bóðu
um tað. Í báðum førum er
talan um brot á altjóða
reglur um krígsfangar.
Sjálv sigur Annemette
Hummel við donsk bløð, at
hennara yvirmenn í Irak
vóru vitandi um, hvørja
framferð hon hevði brúkt,
og at teir høvdu góðtikið
hana. Eitt nú sigur hon við
BT og Ekstrablaðið, at
ovastin hjá donsku her-
monnunum í Irak, Henrik
Flach, oberstur, hevði góð-
tikið tað, sum hon hevði
gjørt.
Verjin hjá Annemette
Hommel segði í gjár, at
málið um donsku fanga-
viðferðina í Irak er eitt
størri mál, enn fólk halda,
og at tað versnar dag frá
degi.
Til stuttleika
Sama dag sum danska her-
leiðslan í Irak bleiv koyrd
frá, fór ein dómstólur í
USA undir at avhoyra ta 21
ára gomlu Lynndie Eng-
land, sum er ákærd fyri at
hava farið illa við fleiri
irakskum fangum í Abu
Ghraib-fongslinum.
Undir avhoyringunum í
Fort Bragg segði hon, at
hon og hinir hermenninir
hildu seg ikki gera nakað
skeivt, og tey hildu tað
heldur ikki vera serliga
álvarssamt. Tvørturímóti
hildu tey tað vera stuttligt,
segði hon. Undir avhoyr-
ingunum vildi eitt av vitn-
unum vera við, at fregnar-
tænastan CIA visti, hvat fór
fram, og at CIA hevði
beinleiðis biðið fangavørð-
arnar fara illa við fang-un-
um.
Verjin hjá Lynndie Eng-
land segði í gjár, at verður
hon dømd, eiga nógvir aðrir
hermenn og yvirmenn at
verða revsaðir. Heilt upp til
teir ovastu.
Størri stættamunur í Bretlandi
Danmark fingið sítt
Abu Ghraib
Lynndie England á veg til avhoyringarnar í Fort Bragg týsdagin
Mynd: Reuters
Ráoljuprísurin er
tann hægsti síðani
flógvakríggið. Lági
kursurin á dollarum
kemur væl við hjá
føroyingum
OLJA
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Prísurin á ráolju er søguliga
høgur í løtuni. Prísurin
hevur ikki verið eins høgur
síðani Flógvakríggið fyri
skjótt fjúrtan árum síðani.
Og hetta setir eisini síni
spor á støðuna hjá føroyska
keyparanum. Á ólavsøku
dýrkaði Føroya Shell um
sínar prísir. Prísurin á
bensin og diesel er í miðal
hækkaður 13,5% síðani
januar 2002. Prísurin ferð-
ast upp og niður við al-
heimsprísinum. Men prís-
urin á brennievni hevði ver-
ið munandi hægri, var tað
ikki fyri lága kursinum á
dollaranum.
Spurningurin er hvørt
høgi prísurin fer at halda
sær?
– Tá mann er á hægsta
prísi í fjúrtan ára, so er
ringt at meta, og tú kundi
ynskt, at prísurin gekk nið-
ureftir. Men serliga ófriður-
in í Russlandi og stóri eftir-
spurningurin ger, at tað í
løtuni ikki røkist fyri, at
oljuprísurin fer at halda
verandi støði eina tíð aftur-
at, sigur Erling í Liða, sølu-
og
marknaðarleiðari
á
Føroya Shell.
Hann sigur, at høgi olju-
prísurin skyldast fleiri um-
støðum.
Òfriðurin
við
størsta
oljufelagnum
í
Russlandi spælir ein týð-
andi leiklut.l Men eisini er
eftirspurningurin í serliga
Kina voksin nógv. órógv.
Prísurin fyri tunnuna er í
skrivandi
stund
40,64
dollara fyri tunnuna. Ser-
frøðingar hava torført við at
siga nakað um, hvussu
nógvur longur upp prísurin
kann førka seg.
Prísir á brennievni hjá Føroya Shell
januar
januar
januar
28. juli
2002
2003
2004
2004
Blýfrítt 95 (pr.ltr.)
7,39
Blýfrítt 98 (pr.ltr.)
6,96
7,44
7,19
7,83
Diesel (pr.ltr.)
4,45
4,90
4,65
5,10
Gassolja (pr. 1.000 ltr.) 3125,00
3725,00
3525,00
4088,00
– Tað er einki
framtíðarperspektiv í
flogvøllinum í
Vágum, sigur Poul
Michelsen, tingmaður
fyri Fólkaflokkin
FLOGVØLLUR
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Poul Michelsen var í sínari
tíð fortalarin fyri at byggja
ein flogvøll á Glyvursnesi.
Tað ætlanirnar vóru síðani
lagdar á hyllina, men fyrr-
verandi
borgarstjórin
í
Havn og núverandi ting-
maðurin fyri Fólkaflokkin
hevur so avgjørt ikki broytt
meining um, at tað er rætt
at byggja flogvøll á Glyv-
ursnesi – ella á øðrum stað.
Ì øllum førum er flog-
vøllurin í Vágum ótíðar-
hóskandi. Tað er einki
framtíðarperspektiv í flog-
vøllinum í Vágum, sigur
Poul Michelsen.
Hann kallar støðuna í
Vágum at pressa fótin í
skógvin, sum ikki passar.
Hann tekur støði, at løg-
maður í sínari røðu tosaðu
nógv um altjóðagerðing.
Hana skulu vit taka sum ein
avbjóðing.
– Tað nógva kjakið um
fluttning loftvegis hevur
víst okkum, at tørvar er á
einum flogvølli í Føroyum
við ongum avmarkingum.
Vit eiga ikki at vera bangin
fyri at tosa um hetta, sigur
Poul Michelsen.
Ì viðgerðini av ólavsøku-
røðuni hjá løgmanni hevði
Poul Michelsen flogvalla-
málið á orði, men hann
møtti harða mótstøðu frá
Vága tingmonnnum.
Er tað ikki politiskt utop-
ist
at
hugsa
sær,
at
flogvøllurin ikki altíð fer at
vera í Vágum?
– Tað er hóast alt nøkur
onnur fólk, sum skulu liva í
hesum samfelagnum, uttan
tey tretivu arbeiðsplássini á
flogvøllinum og atkvøður
til tveir tingmenn í Vágum,
sigur Poul Michelsen.
100 OK
Poul Michelsen kann væl
liva við, at flogbreytin
verður longd eini hundrað
metrar sum eina fyribils
loysn. Men í longdini
heldur hann ikki, at hetta er
nakað, føroyska samfelagið
og vinnulívið kann liva við.
Men verður flogvøllurin í
Vágum longdur, so eru tað
danir, ið eiga at rinda fyri
hetta.
– Danir hava fingið
okkum í hesa støðuna, og
teir eiga flogvøllin, so tað
er púra greitt, at teir eiga at
rinda fyri sítt. Velja vit at
byggja ein nýggjan flog-
vøll, so eru tað sjálvandi
føroyingar, ið eiga at rinda,
sigur Poul Michelsen.
Einki víðari
Poul Michelsen er sum
partur av tingbólkinum hjá
Fólkaflokkinum eisini part-
ur av samgonguni. Í sam-
gonguskjalinum stendur á
ongan hátt nakað um, at
flogvøllurin ikki skal vera í
Vágum. Og Poul Michelsen
ásannar eisini, at hann ikki
fær farið víðari við málin-
um politiskt.
– Men eg kann fyri tí
hava eina meining. Tað er
ikki altíð, at ein politisk
loysn loysir seg best fyri
vinnuna og fyri samfelagið,
sigur Poul Michelsen.
Poul Michelsen:
Flogvøllurin í Vágum er óhóskandi
Tað nýtist ikki vera á Glyvursnesi, men Poul Michelsen heldur
framvegis ikki, at flogvøllurin í Vágum er óhóskandi
Oljuprísurin er søguliga høgur
Oljan undir Føroyum hevði farið fyri høgan prís í dag, um so
var. Ikki síðani flógvakríggið hevur prísurin á olju verið eins
høgur
C
M
Y
K
3
2