Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-13, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. oktober 2015síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 14. oktober 2015 · Nr. 118 meldurin Sosialurin greitt, at samstarvseindirnar skuldu hava eina ávísa stødd. – Hetta ger at komm­un­ urnar arbeiða saman og tað er gott, sigur Magnus Ras­ mussen. Samstarvið millum komm­unurnar er skipað á ym­isk­an hátt. Á Skála­fjørð­ inum eru allar kommun­ urnar farnar saman, men har er eldraøkið skipað fyri seg uttanfyri kommunurnar. Tað vil siga, at talan er um ein bygna, sum ligg­ur uttanfyri sjálvar komm­ un­urnar, men kortini er hesin bygn­aður kjølfestur í kommun­unum. Kommunu­ stýris­limir sita í nevndum, eins og borgarstjórarnir eru ovasta leiðslan. – Vit kalla hetta fyri eitt javn­bjóðis samstarv og higar­ til sær tað út til at virka væl, sigur Magnus Rasmussen. Eldraøkið er stórt hjá kommunum at fáa afturat og gev­ur væl av arbeiði eisini, men nývaldi tingmaðurin ivast ikki í, at hetta fer at virka. – Vit hava áður yvirtikið barnaansingina og tað riggar, Tí ivist eg ikki í, at hetta eis­ ini fer at rigga, sigur hann. Hann leggur afturat, at sjálvandi krevur tað, at greið­ar mannagongdir verða gjørd­ar á øllum økjum. Hetta ger eisini, at limir í kommunustýrum og býráð­ um sjálvir ikki verða fyri ágangi at fáa fólk inn á røktar­heim ella annað. – Fólk eiga at vita, at hetta er gjørt eftir greiðum manna­gongdum og virkar á ein professionellan hátt, sig­ ur Magnus Rasmussen. post@sosialurin.fo 503 atkvøður fyrstu ferð hann stillaði upp Átaki mær for­ mans­starvið um flokkurin ynskir tað 345 av teimum komu úr Runavík, men restin aðrastaðni úr Føroyum Nývaldi sambandstingmaðurin er til reiðar at seta seg í formansessin í flokkinum Magnus Rasmussen, borg­ar­stjóri í Runavík, gjørdi eitt gott hál, tá ið hann valdi at stilla upp til Løg­ting­ið. 503 at­kvøður fekk hann til­sam­ans, harav tær 345 komu í Runavík. – Men eg fekk eisini meira enn 150 atkvøður aðra­staðni og skal eg vera heilt erligur, so hevði eg kanska ikki væntað at fing­ ið so nógvar av teim­um, sig­ur Magnus Rasmussen. Hann heldur, at tað, at hann hevur sitið sum borgar­stjóri í sjey ár, er ein av orsøk­unum til, at hann fekk so nógvar atkvøður. – Men fólk vita sjálv­ andi eisini, at í tí stríði, sum hevur verið í Sam­ bands­flokkinum, har havi eg als ikki sagt hvønn part eg hoyri til. Tí kunnu summi sambandsfólk, sum heldur ikki hava tikið støðu í stríðnum, hava valt at seta krossin við mítt navn, heldur Magnus Ras­ mussen. 1. janaur leggur Magnus Rasmussen frá sær sum borgarstjóri í Runavíkar kommunu. Hann fer at brúka alla sína orku til at virka í Løg­ tinginum og ann­ars í Sam­ bands­flokk­inum. Torbjørn Jacobsen tek­ur yvir, sum nýggjur borg­ar­stjóri í Runa­vík 1. jan­uar. post@sosialurin.fo Fráfarni løgmaðurin, Kaj Leo Holm Johannesen, hev­ur eisini boðað frá, at hann leggur frá sær sum for­maður í Sambands­ flokk­inum. 24. oktober hevur flokk­ urin landsfund, har nýggj­ ur formaður skal veljast. Leingi ljóðai, at Bárður á Steig Nielsen, næst­for­ maður í flokkinum, fór at verða valdur til nýggjan formann, men seinni er farið at hoyrast, at Magnus Rasmussen eisini er kandidatur til starvið. – Eg havi sagt tað á tann hátt, at er hetta nakað, sum flokkurin ynskir, so eri eg sjálvandi tilreiðar at átaka mær hendan leilutin, sigur Magnus Rasmussen. Nývaldi tingmaðurin hjá Sambandsflokkinum er rættu­liga spakur, tá ið talan er um formanssessin, men tað er ongin ivi í rødd­ ini, tá ið hann verð­ur spurdur um hann tekur av, um flokkurin ynskir at hann setir seg í for­mans­ sessin. – Nei, tað havi eg sagt alla tíðina. Er tað loysnin, flokk­urin ynskir, at eg skal veljst til formann, so taki eg sjálvandi av tí, sigur Magnus Rasmussen. Magnus Rasmussen hevur sitið sjey ár, sum borgarstjóri í Runaví­k. Nývaldi sambands­tingmaðurin fekk 503 per­ són­ligar atkvøður nú hann stillaði upp til Løgtingið Savnsmynd: Álvur Haraldsen