týsdagur 13. oktober 2015síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. oktober 2015 · Nr. 118
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
JT electric heimsins
fremsta trolkamera
– Vit eru errin av at kunna gera nakað, sum eingin annar í heiminum
megnar, sigur Rúni Petersen, søluleiðari hjá JT electric
Vilmund Jacobsen
Umboð fyri JT electric á
Kambsdali eru júst komin
aftur úr Danmark, har tey
bæði hava víst TrawlCamera
LIVE fram í royndartanga í
Hirtshals og hava tikið lut á
Danfish messuni í Aalborg,
har TrawlCamera LIVE eisini
varð víst fram á básinum hjá
Vónini, ið umboðar fram
komna trolkameraði ymsa
staðni kring heimin.
Fyritøkan á Kambsdali
byrjaði við trolkameranum
í 2005-2006, og heilt frá byrj
an hevur skipanin verið ein
upptøkueind,
soleiðis
at
trolið mátti koma umborð
aftur, áðrenn tú kundi síggja
data.
– Men, seinastu tvey árini
hava vit so eisini koyrt við
eindum, sum kunnu senda
myndir tráðleyst beinleiðis
upp á brúnna.
Nógvar avbjóðingar
Søluleiðari hjá JT electric,
sigur, at royndirnar við trol
kameranum eru gjørdar um
borð á Magnusi Heinasyni
og umborð á Nataarnaq hjá
Royal Greenland.
–
Nógvar
avbjóðingar
hava verið á vegnum. Nú
hava vit so ment eina loysn,
har kamera og modem eru
bygd í eina eind.
Hann sigur, at tráðleysa
loysnin, sum JT electric nú
bjóðar, merkir, at skipini nú
kunnu halda eyga við útgerð
ini, og manningin kann taka
avgerðir, sum ávirka støð
una, meðan trolið er úti.
– Upptøkueindin kemur
tó framvegis at hava áhuga,
tí hon er lættari og bíligari.
Stórur eftirspurningur
Rúni Petersen sigur, at stórur
eftirspurningur er eftir tráð
leysu skipanini og nýggju
útgávuni av trolkareranum,
og potentiellir keyparar eru
so at siga allir størri trolarar
og havrannsóknarskip.
– Vit hava longu selt nakr
ar skipanir, sum skulu lever
ast, tá skipini fara á beding
ella í dokk næstu ferð. Nógv
hava bíðað eftir tráðleysu
skipanini, men av tí, at út
gerðin er dýr og skal sam
skipast við, at skipið fer á
beding ella í dokk, tekur tað
eitt sindur av tíð, áðrenn
verulig gongd kemur á.
Søluleiðarin
hjá
JT
electric sigur, at tey eru errin
av at kunna gera nakað, sum
eingin annar í heiminum
megnar.
vilmund@sosialurin.fo
Stjól snellu úr báti við Skálatrøð
– Fólk, sum eiga bátar í Havn og á Argjum, eiga at hyggja
eftir, um alt er, sum tað eigur at vera, sigur løgreglan
Vilmund Jacobsen
Tað vísir seg nevniliga,
at fólk aftur eru farin at
stjala úr bátum í Havn og á
Argjum.
Mánakvøldið meldaði ein
maður ein stjolnan bensin-
tanga úr stýrhúsinum á
báti sínum á Argjum. Lásið
til húsið er brotið upp, og
bensintangin er loystur frá
og stjolin.
– Tað hevur verið so
nøkulunda friður í longri
tíð, men nú er líkt til, at fólk
aftur eru upp á spæl og eru
farin at stjala úr bátum í
Havn og á Argjum.
Tað sigur vaktleiðarin á
løgreglustøðini í Havn.
Hann vísir á, at tað eru
bert einar tvær ella tríggjar
vikur síðan, at ein svensk
snella varð stjolin úr báti,
sum lá við Skálatrøð.
– Báturin hevði tríggjar
svenskar snellur, og tann
eina er stjolin. Hetta eru
dýrar snellur og soleiðis
eisini ein stórur missur hjá
bátaeigara.
Vaktleiðarin
vísir
á,
at nógvir bátar liggja við
brúgvarnar út fyri Skála
trøð, eins og fleiri bátar eis
ini eru á Argjum.
– Her gongur tí nógv fólk,
og umráðandi er - um onkur
sær eitt hvørt misteinkiligt
við havnaløgini – at boða
løgregluni frá, sigur hann.
vilmund@sosialurin.fo
Myndin, sum er tikin á Skálatrøð, er tilvildarlig
Mynd: Vilmund Jacobsen
– Vit hava longu selt nakrar
tráðleysar skipanir, sum
skulu leverast, tá skipini fara
á beding ella í dokk næstu
ferð, sigur Rúni Petersen