Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-13, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. oktober 2015síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 14. oktober 2015 · Nr. 118 Savnsfagnaður Ljósið leikar á savnsfagnaðinum Savnsfagnaðurin í ár byrjaði mánadagin og heldur fram til leygardagin. Fagnaðurin er á Tjóðsavninum í Brekkutúni 6 í Hoyvík, á Listasavninum í Gundadali í Havn, á Sjósavninum á Argjum og í SMS Tíðindaskriv 2015 er av ST lýst at vera al­ tjóða ár fyri ljós og tøkni bygda á ljós. Tí hava fyri­ reik­ar­ar­nir valt »ljós« at vera evnið í ár. Opið er hvønn dag kl. 11-16 á søvnunum. SMS fylgir sín­ um upplatingartíðum. Aftur í ár verður nógv at uppliva hjá børnum, men tey vaksnu fáa heilt sikkurt eis­ ini nakað burturúr. Men hvat er ljós í grundini fyri nakað? Hvat síggja fisk­ ar og smákykt? Hvussu fingu vit ljós inn í stovuna fyrr í tíðini? Hvønn týdning hevur ljósið fyri skapandi listafólk? – Øll tey stóru søvnini í Havnini bjóða til savns­fagn­ að um ljós. Vitjið Tjóðsavnið í Hoyvík, Listasavnið og Sjó­ savn­iðhesa vikuna. Eins og síðsta ár bjóðar eisini SMS til heystfagnað við hópin av til­tøkum á torginum fyri ung og gomul, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi. Tjóðsavnið í Brekkutúni í Hoyvík Hvussu fingu fólk ljós inn í stov­urnar fyrr í tíðini? Hvussu virka eyguni hjá smákyktum, og hví síggja vit menniskju ikki tað sama sum tey? Tjóðsavnið bjóðar til stutt­ligar og læruríkar upp­ gáv­ur, sum lýsa, hvussu stór­ an týdning ljós hevur. Hvønn dag kl 13 og 15 vera spenn­ andi framvísingar. Nakrar dagar vitjar norska Vísindasirkus, har Magne og Ivar fáa okkum at undrast ljósið. Skrá er á www.savn.fo Listasavnið í Gundadali Alla heystfrítíðina kanst tú fara á listaveiðu, royna nógv­ar stuttligar uppgávur og uppliva listina á lista­savn­ inum. Hvønn dag klokkan 14 er serligt tiltak. Týsdagin og hósdagin fer Brandur Paturs­ son at greiða frá síni listi og hvussu hann arbeiðir. Mikudagin og fríggja­ dagin vísir Solveig Hanusar­ dóttir Olsen, listafrøðingur, runt á listasavninum við út­gangs­støði í evninum ljós. Skrá er á www.art.fo Sjósavnið á Argjum Sjósavnið hevur snollað kør og hyljar upp til Savns­fagn­ aðin 2015. Skráin boðar frá krabbafiskarí, rokaligum vatn­rakettum og hópin av upp­gávum. M.a. kannst tú royna teg sum »skølta- serfrøðing«. Hesa vikuna vitja vit Sjó­ savnið fyri hálvt atgongu­ gjald. Heystfagnaður á torginum í SMS Fyri aðru ferð skipar SMS fyri heystfagnaði á torginum um ljós og jørð annars alt sum hevur við heystið at gera. Vísindasirkus úr Noregi, spennandi uppgávur, fyri­lestrar, upplivingar og til­tøk fyri børn. Skrá sæst á www.sms.fo post@sosialurin.fo