týsdagur 13. oktober 2015síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. oktober 2015 · Nr. 118
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
STAVRAÐIÐ
Týskvøldið 29. september hevði Málfelagið almennan fund í Miðlahúsinum
í sambandi við útgávuna av móðurmálsalfabetinum
Væl av fólkið varð møtt. Fundurin
byrjaði við at Regin Eikhólm,
orðstýrari, bjóðaði vælkomin og
greiddi frá skránni. Síðani hevði
Dan Reinert Petersen, formaður í
Málfelagnum, eina søguliga gjøg
numgongd av virkseminum hjá
Málfelagnum, sum André Niclasen,
sáli, legði lunnar undir.
Vit í felagnum frøddust, segði
hann, tá Málráðið í 2013 eftir
áheitan
frá
Mentanarnevndini
í Løgtinginum varð stovnað, og
sum við sínum 11 limum, breitt
skuldi umboða tær ymisku mál
áskoðanirnar. Men skjótt skuldi tað
vísa seg, at Málráðið ikki livdi upp
til málsetningin, og at meirilutin
uttan debatt skerdi alfabetið við
fimm bókstavum. Hetta stendur
í andsøgn til, at Bjørn Kallsø, tá
verandi mentamálaráðharri, í set
anarrøðuni (08.01.13) mælti til, at
Málráðið skuldi arbeiða so, at øll
skuldu kenna seg aftur í málinum,
og at Málráðið skuldi arbeiða við at
fremja tað latínska alfabetið.
Jógvan í Lon Jacobsen:
Hví mælti fyrrverandi
málnevndintil tað
óskerda, latínska
stavraðið?
Síðani hevði Jógvan í Lon Jacobsen,
málfrøðingur, eina framløgu, har
hann staðfesti, at spurningurin um
stavraðið ikki var ein málfrøðiligur
spurningur, men at talan er um
eitt pedagogiskt og praktiskt am
boð í tí dagliga, har tað er neyðugt
at kenna raðfylgjuna í tí latínska
stavraðnum, t.d. tá tú skalt sláa
upp í eini telefonbók, leita í einum
skjalasavni v.m. Stavraðið er í roynd
og veru ikki ein tjóðskaparlig verk
ætlan. Flestøll stavrøð um okkara
leiðir byggja á tað latínska stavraðið
við neyðugum tillagingum. Tað
eru hesar tillagingar, sum fólk eru
ósamd um. Hann segði: Lat okkum
nýta eina inkluderandi atlaging,
sum byggir á eina norðurlendska
og føroyska siðvenju. Vit vera ikki
verri føroyingar, hóast c og w og
aðrir stavir eru í okkara stavraði.
Stavraðið er eitt hjálparamboð
heldur enn eitt tjóðskaparligt ikon,
har hugsað verður um nyttuvirðið
heldur enn um ideologiskar sann
føringar.
Til síðst nevndi hann eina kann
ing, sum varð gjørd til eina uppgávu
á Fróðskaparsetrinum í 2014, har
72,1% av teimum spurdu søgdu ja
til eitt inkluderandi stavrað t.v.s. tað
vanliga latínska alfabetið.
LÆR
MÓ
MÁLFELAGIÐ –
a á b c d ð e f
Aa
Ðð
Ii
Mm
Qq
Úú
Ýý
ei
Á
E
Í
N
R
V
Z
e
VILJA HAVA C, Q, W
Eivind Weyhe:
Hví mælti minnilutin
í Málráðnum til tað
óskerda alfabetið?
Eivind
Weyhe,
málfrøðingur,
vísti sum limur í Málráðnum
til tilmælið hjá minnilutanum í
Málráðnum (sum stendur á bak
síðuni av móðurmálsalfabetin
um), har tey mæla til at varðveita
c, q, w, x og z í alfabetinum, mót
vegis meirilutanum, sum valdi at
ekskludera hesar bókstavirnar.
Hann vísti á, at eitt alfabet
ikki er nøkur natúrlóg, men
ein praktiskur listi við teimum
bókstavum,
sum
vit
brúka,
eitt nú nevndi hann c-vitamin,
c-moll, celsius, CO2, cm, watt,
Marxisma og sex. Og tað sama er
galdandi fyri z og q. Fyri vanlig
tøkuorð verður tað upp til eina
rættskrivingarorðabók at vísa
á, nær vit brúka hvat. Eivind
Weyhe vísti eisini til at Føroyska
Orðabókin, vanliga nevnd Móður
málsorðabókin, hevur c, q,w, x
og z við, og tískil góðtekur hon
bókstavirnar. Tí er tað óskiljandi,
at teir ikki skulu vera við í alfa
betinum. Og hann endaði við
spurninginum, hví føroysk skúla
børn ikki skulu læra, hvar c, q, w, x
og z skulu standa?
Rolf Guttesen:
Hugleiðingar um
abc´ið og Atlassið
Rolf Guttesen, geografur, tosaði um,
at UNGEGN er hægsti autoritetur í
verðini, tá tað snýr seg um, hvussu
staðarnøvn skulu stavast, og hann
undraðist á, hví NÁM ikki rættaði
seg eftir tí. Tá hann í sínari tíð (2010)
gjørdi Skúlabókagrunnin varan
við at brúka tey nøvn og mátar at
stava tey uppá, sum londini vilja at
onnur skulu brúka, var svarið: “So
leingi vit IKKI eru limir í ST, vilja
vit ikki fylgja teirra prinsippum.”
Hetta helt Rolf Guttesen vera eina
margháttliga grundgeving, m.a. tá
ein hugsar um, at Føroyar hava sítt
egna umboð í UNGEGN, nevniliga
Eivind Weyhe, sum játtaði, at so var.
At grundgeva fyri at Chile
skal stavast KILI, tí ki sigur /tji/
á føroyskum er burturvið. Hvat
so við Kina, Kiev og Kilimanjaro?
Ljóðbroytingin frá ki- til tji- fór
fram fyri meira enn 500 árum
síðani, og er ikki aktiv longur. Tí
úttalast orð við Ki-, sum eru komin
inn í málið seinni, ikki við tji-ljóð
inum, men bara ki-. Vit hava
Kinna, Kissa, kiksa, kilt, kinesari og
nógv staðarnøvn. Atlassið viður
kennur ikki bókstavin `c´, men
beint undir Kili stendur býarnavnið
Concepción, og har eru trý c í. Hvar
er logikkurin?
Rolf Guttesen kom til endans
eisini inn á gongdina, tá atlassið
skuldi gerast. Upprunaliga varð
talan um at gera føroysk kort,
sum vístu fólkatal, vinnulív, sam
ferðslu og náttúrufyribrigdir. Í
hesum sambandi er Rolf Guttesen
blivin ákærdur fyri at hava bølt á
málinum og ikki hava latið tilfar
inn, men Rógvi Thomsen, sum var
stjóri í Skúlabókagrunninum tá
og sum var tilstaðar á fundinum,
játtaði, at tilfarið er latið inn til
NÁM.
Harafturat metti Rolf Guttesen,
at NÁM tulkar leiðreglurnar hjá
Harper Collins á sín egna máta.