Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-13, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. oktober 2015síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 14. oktober 2015 · Nr. 118 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STAVRAÐIÐ Triðju framløguna hevði Jógv­ an Mørkøre, geografur og stjórn­ mála­frøðingur. Hann førdi fram, at alfabetið í sambandi við atlassið, sum NÁM gav út í 2014, er eitt út­ trykk fyri tað, sum er komið at eita tjóðarbygging. Nakað, sum ein skuldi hildið, allir føroyingar skuldu kunnað staðið saman um, men tíverri hevur tað skapt eitt satt borgarakríggj, soleiðis sum tað er praktiserað. Í atlassinum standa landanøvn skrivað uttan ekskluderaðu bókstavirnar, meðan býarnøvn kunnu verða skrivað við hesum bókstavum. Jógvan Mørkøre vísti á, at tað ikki er rætt at gera seg inn á staðarnøvn hjá øðrum í skúlahøpi. Hetta er at vísa manglandi respekt. Viðvíkjandi yrkismálinum í atlassinum, so er føroyski ungdómurin illa far­ in, tá ið hann skal undir víðari lestur uttanlands, tí føroysku frøði­orðini eru so ólík teimum van­ligu fakorðunum, tey brúka stórt sæð alla aðrastaðni. Jógvan Mørkøre vísti eisini á, at real­ politiska loysingin er skift út við sym­bolpolitiska tjóðarbygging, og at orðið loysing í dag hjá loysingar­ vonginum í føroyskum politikki er útvatnað til tað týdningarleysa. Og tað er harmiligt, helt Jógvan Mørkøre, tí tað hevur inniborið, at symbolpolitikkur sum uttanumtos er sloppin at bróta meira niður, enn tað byggir upp. Aðrastaðni tosar mann fyrst um loysing og so tjóðarbygging – ella nation build­ing, sum tað nevnist á ensk­ um - men í Føroyum er tað vent á høvdinum. Tað er blivið til sym­ bol­politikk burturav. Stav­raðið er blivið ein óheppin partur av hesari symbolpolitisku tjóðarbyggingini, og tað er í hesum høpinum, at Mál­ráðið hevur sæð tað sum sína uppgávu at fremja eitt serføroyskt stavrað. Tá NÁM arbeiddi við atlass­ in­um, gjørdi ein bólkur av geo­ graf­um vart við og átalaði, at Mál­ráðið, sum gav NÁM viðmæli um nøkur landanøvn, ikki helt §5 stk 2 í lógini um Málráðið um at virða og samstarva við yrkis­bólkar. NÁM valdi einvíst í sambandi við útgávuna av atlass­ inum at fylgja leiðreglunum hjá forlagnum Harper Collins, sum illa gitni fjølmiðlamogulurin Rupert Murdoch eigur, heldur enn tilmæl­ unum og reglunum hjá ST. Tað er ikki virðiligt fyri føroysku politisku skipanini, sum varðar av NÁM, og sum hevur fíggjað hetta ovurhonds dýra prestisjuprosjekt, at eftirlíka teimum í hesum og góðtaka eitt skert stavrað og eina bronglan av staðarnøvnunum hjá øðrum. Politikarar hava harvið valt at gera móti øðrum tað, sum vit ikki vilja onnur skulu gera mótvegis okkum og okkara staðarnøvnum. UNGEGN (staðarnavnanevndin undir ST) mælir heimsins londum til, tá atlas verða gjørd, at virða tann mátan, sum ávísu londini ynskja, at onnur lond skulu kalla og stava teirra landa- og staðarnøvn. Við ekskluderandi stavraðnum ber hetta ikki til. Tey lond, sum ikki hava eitt romanskt (latínskt) alfabet, mugu – við ískoyttum serstavum – fáa sær eitt sovorðið og skriva síni nøvn, sum tey halda tey eiga at verða skrivað við hesum. Og so hava onnur lond, sum ganga undir hesa ST-samtyktina, at virða hesa avgerð, hóast tey ikki hava C, Q, W, X ella Z. Jógvan Mørkøre vísti soleiðis á, at Málráðið - við politiskari góð­tøku – hevur sett Føroyar í eina óhepna og margháttliga støðu, tí tá Føroyar taka loysing, verða vit noydd at fáa okkum eitt stav­rað afturat. Í roynd og veru tað sama stav­raðið, Mál- ráðið júst hevur skert. Vit kunnu tá koma at standa við tveimum stav­raðum. Tí stavraðnum, vit høvdu til fyri stuttum, og so tað amputeraða alfabetið, ið ein meiri­ luti í Málráðnum hevur gjøgnum­ trumfað í heilaga navninum hjá tjóðarbyggingini. So skuldu vit heldur varðveitt tað stavraðið, sum vit høvdu framm­anundan, og bert havt tað eina. Tað hevði spart okkum fyri nógv stríð. Spurdur, legði Jógvan Mørkøre afturat, at av tí at Atlassið ikki lýkur ST-treytirnar um landanøvn, kundi hann ikki – sum geografur og undirvísari - brúka Atlassið í undirvísingini. Sær vitandi var hetta støðan hjá flestu geografum. – Tær fáu síðurnar við føroyskum kortum, sum eru góðar, verða tikn­ ar burturúr og brúktar. TEG ÓÐURMÁLS-ALFABETIÐ – MÓÐURMÁLINUM AT FRAMA g h i í j k l m n o ó p q r s t u ú v w x y ý z æ ø TEKNINGAR: ÓLI P. Áá Ee Íí Nn Rr Vv Zz ey Bb Ff Jj Oo Ss Ww Ææ oy Cc Gg Kk Óó Tt Xx Øø Dd Hh Ll Pp Uu Yy OG X Í ALFABETIÐ Jógvan Mørkøre: Ekskluderaðu bókstavirnir í sambandi við Atlassið og ST-tilmælini