Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-13, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. oktober 2015síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. oktober 2015 · Nr. 118 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Norðurlanda Ráðið Norrønir politikarar til fundar í Reykjavík Norðurlanda Ráðið hevur fund í Reykjavík 27. til 29. oktober Árni Gregersen Í endanum av hesum mán­að­ inum verður arbeiðið í Løg­ ting­inum lagt stilt, tí politik­ ararnir fara til Norðurlanda Ráðs fund í Reykjavík. Hetta er 67. ferð, at Norð­ ur­landa Ráðið hevur sína setu. Eitt av høvuðs­mál­unum hesaferð verður, at norður­ lendsku samstarvsráð­harr­ ar­nir fara at fara at leggja fram eina frágreiðing um tær marknaforðingar, sum fram­vegis eru millum lima­ lond­ini. Eitt annað stórmál verð­ ur orðaskifti millum norður­ lendsku stjórnar­leið­ararnar um eitt tættari og meira um­fatandi samstarv millum norður­lond. Fleiri onnur stórmál eru á skránni. Millum annað verð­ ur orðaskifti um, hvussu norð­ur­lond skulu bera seg at við at tryggja, at grundvatnið í øll­um norðurlondum í fram­tíðini verður drekkandi. Grundleggjandi hevur Norðurlanda Ráðið stóran áhuga fyri umhvørvismálum og fer eisini at viðgera burð­ ar­dygga menning á fund­ inum í Reykjavík. Fleiri nýggj uppskot verða eisini løgd fram á fund­inum. Millum annað hev­ur for­mansskapurin eitt upp­skot um at seta á stovn eina virðis­løn fyri gravandi journa­listikk. Eisini er uppskot um, at Norðurlanda Ráðið skal seta egna skrivstovu á stovn í Bruxelles. Eisini mælir for­ mans­skapurin til at styrkja skriv­stovuna í Baltikum. Næsti fundurin verður í Finnlandi, men á fundinum í Reykjavík skal fíggjarlógin hjá Norðurlanda Táðnum eis­ini viðgerast. Føroyar verða umboðaðar av tveimum tinglimun á fund­inum í Reykjavík. Ruth Vang umboðar samgonguna og Fram­sókn, meðan Jenis av Rana umboðar andstøðuna og Mið­flokkin. Tilsamans 87 tingfólk úr átta norðurlondum; Føroyar, Grønland og Áland tald við. Føroyski lands­stýris­mað­ urin við norður­landa­mál­um er Poul Michelsen, sum eis­ini hevur uttanríkis- og vinnu­ mál. Føroyski landsstýris­mað­ urin við norðurlandamálum hevur sæti í ráðharraráðnum hjá Norðurlanda Ráðnum. Virðislønir latast Á fundinum í Reykjavík ger eisini fleiri virðislønir latn­ar. Hinumegin er mars – skald­ søgan hjá Sólrun Michelsen, er skotin upp til at fáa rit­ høv­undavirðislønina í Reykjavík. Til at fáa barnabóka­ virðis­lønina er skotin upp bókin Og mamma!, sum tær báðar Elin á Rógvi og Marjun Reginsdóttir hava skrivað. post@sosialurin.fo Ruth Vang, Framsókn, umboðar samgonguna á fundinum í Reykjavík seinast í hesum mánaðinum Jenis av Rana, Miðflokkurin, er valdur at umboða andstøðuna Poul Michelsen, landsstýrismaður, Framsókn, hevur norðurlandamál undir sær