Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-13, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. oktober 2015síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 14. oktober 2015 · Nr. 118 Sosialurin Tøkk Eg takki hjartaliga tykkum øllum, ið mintust til mín á 90 ára føðingardegnum tann 16. juli. Takk fyri gávur, blómur, uppringingar og heilsanir á annan hátt. Takk til Sumbiarkórið fyri sangir og Sumbiar Dansifelag fyri kvæðir. Takk til tykkum øll, sum komu og hildu dagin saman við mær á Hamragarði. Ein serliga tøkk til familju fyri alla hjálpina, soleiðis at dagurin kundi gerast veruleiki. Bestur ynskir til tykkum øll. Borglyn Nielsen Hjartaliga takka vit øllum tykkum, ið sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá okkara høgt elskaða systir, mostur, fastir og gumma hjá nógvum Magnhild Olsen Gaard f. 06.02.23 d. 16.03.15 andaðist og varð jarðað. Takk til Regin Høgnesen fyri vøkur orð á Giljagarði, Anne Mette Greve Klemensen fyri troystarrík orð í kirkjuni í Fuglafyri. Tøkk til gravarar, berarar, sangarar, orgulspæl og kirkjutænarar. Takk til tykkum á Gøtubrð og Giljagarði, sum vóru um gummu ta seinastu tíðina.Tit vóru fantastisk! Takk fyri blómur og kransar. Takk tit øll sum á ein ella annan hátt hjálptu til við jarðarferðini og ervinum. Hjartans tøkk tit øll, sum trúliga vitjaðu gummu, meðan hon var sjúk. Familjunnar vegna Eileen Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá okkara kæra Sigrun Juul Samuelsen Klaksvík f. 9. juni 1934 d. 5. oktober 2015 andaðist og varð jarðað. Takk til starvsfólkini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og til B7 á Landssjúkrahúsinum fyri tykkar umsorgan og kærleika. Takk til øll tykkum, sum vitjaðu og sum sótu við sjúkraleguna hjá Sigrun hennara seinastu dagar her á fold. Takk til øllum, ið sýndu samkenslu á ein hvønn hátt – við telefonsamrøðum, komu á gátt við køkum og øðrum. Takk til Pól Johannessen, trúboðara, fyri vøkur orð í kapellinum og Marjun Lómaklett, prest, tá ið kistan kom heim í kirkjuna. Takk til skótarnar fyri tykkara virkna leiklut við jarðarferðina, prýða um við kyndlum, býta út sangir og at bera. Takk fyri sangin uttan fyri KFUM & K og við Skótahúsið Úti í Grøv og fyri beinasemi til ervið í KFUM & K. Takk til kirkjutænararnar, gravarar og Hanus á Gørðum, prest fyri minniligu og troystarríku prædikuna og forsangara fyri sang við jarðarferðina. Takk til tykkum øll fyri hjálp á so mangan hátt, heilsanir í sambandi við jarðarferðina og gávur til KFUM & K. Tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu Sigrun til hennara síðsta hvíldarstað. Familjunnar vegna Petur Juul Samuelsen Tøkk Vit ynskja at takka øllum, ið gjørdu okkara brúdleypsdag 25. juli 2015 so hugnaligan, stuttligan og ógloymandi. Takk fyri gávur, heilsanir, góðar talur og góðan sang. Ein serlig tøkk til tykkum, sum á ymiskan hátt hjálptu okkum við vígslu, veitslu og brúðarhúsi. Heilsan Selma og Sjúrður Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hått sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá okkara elskaði maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi Óla Jákup Vang Jacobsen f. 12.07.42 d. 21.05.15 andaðist og varð jarðaður. Takk til starvsfólkini á B6.Takk til Hera Joensen og Sonju Klein fyri tykkara vøkru orð á Landssjúkrahúsinum og Kapellinum. Takk til Annu Kristinu Joensen og Ova Brim fyri troystarrík orð í Gøtu kirkju. Tøkk til Skansakórið fyri sangin í kirkjuni, takk til gravarar, berarar, sangarar, orgulspælara og kirkjutænarar. Takk fyri blómur, kransar og heilsanir. Takk til tykkum øll, sum hjálptu til við jardarferðini, ervinum, tit, sum bakaðu, og øll sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað her á fold. Ein serlig heilsan og tøkk til tykkum, sum so trúliga vitjaðu Óla Jákup á Skansa teir næstan fýra mánaðir, han lá á Landssjúkrahúsinum. Familjunnar vegna Marjun, Margretha, Símin Pauli og Eileen v/ fam.