hósdagur 5. august 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 146 - 5. august 2004
Nr. 146 - 5. august 2004
5
Sýna fram ungar
føroyskar menn
Tann 8. august
skipa Faroearts og
Café Jónas fyri
listaframsýning,
nevnd »Unge
Færøsek Mænd« í
Keypmannahavn.
Fernisering verður
sunnudagin 8.
august kl 16 - 18.
Café Jónas er ein
nýupplatin norrøn
mentanarcafé í
hjartanum av
Keypmannahavn,
beint við Kongens
Nytorv
LISTAFRAMSÝNING
Café Jónas og Faroearts
fara at sýna fram tríggjar
lutfalsliga ungar før-
oyskir listamenn í au-
gust. Teir tríggir umboða
á hvønn sín hátt sera
spennandi
brigdi
av
nýggjari
føroyskari
myndlist.
Brandur Patursson
Brandur arbeiðir við
ymiskum tilfari í fleiri
dimensiónum, eins og
hann setir saman fleiri
stílsløg. Av og á sæst
greiður íblástur úr eitt
nú teknirøðum og frá
kung fu, sum Brandur
hevur íðkað í fleiri ár.
Í
myndlistini
hjá
Brandi verður arbeitt
traditiónsbundið
við
kompositión og litset-
ing, men eisini meira
frítt, har listamaðurin
t.d. brúkar kropp og hár
til at úttrykkja seg við.
Tessvegna er ikki alt
máling á lørift hjá
Brandi - hann hevur
eisini virkað við glasi og
fotomyndum, ið vera
kliptar saman til kollasj-
ur, ofta við óvanligum
og humoristiskum úr-
sliti.
Tummas Jákup
Thomsen
Tummas Jákup, ið ofta
verður umrøddur sum
hin føroyski surrealist-
urin, hevur í sambandi
við hesa framsýning valt
at arbeiða einamest við
rúminum kring nakað,
mann ikki ofta sær
avmyndað - naglar.
Tummas Jákup nýtir á
hesi framsýning olju-
máling á lørift og við at
seta blýantsstrikur oman
á skapar hann eitt óvan-
ligt rúm til naglarnar at
flóta í. Tummas Jákup
granskar á henda hátt
tað óvanliga í tí vanliga
á ein sera hugtakandi
hátt.
Bárður Oskarsson
Bárður mann vera mest
kendur fyri at mála
stórar, einfaldar og sera
groteskar málningar. Á
eini ofta einlittari grund
síggja vit surrealistiskar
skapningar, ið tíðum fáa
teg at flenna, meðan teir
aðra tíðir geva tær vaml.
Tað er sum um, at hesir
merkiligu skapningar-
nir, t.d. flúgvandi grísar
og royttir høsnarungar
við mannahøvdum, ella
-limum noyða kenslur
upp í áskoðaran. Bárður
málar eisini karikeraði
menniskju. Tey kunnu
virka púra vanlig, men
so er alt ov nógv gjørt
burtur úr onkrum stak-
luti, so at mann verður
fangaður og hugtikin.
Café Jónas
Caféin er ein nýupplatin
norrøn mentanarcafé í
hjartanum av Keyp-
mannahavn, beint við
Kongens Nytorv. Café
Jónas leggur seg eftir at
sýna fram serliga ís-
lendska og føroyska
mentan. Sostatt er Jónas
eitt stað, har tú kanst
hugna tær við list og
tónleiki, meðan tú nýtur
ein góðan bita og okkurt
gott at drekka afturvið.
Cafe Jonas er at finna
á Landgreven 3, 1301
KBH K
tlf: 3332 1915,
www.cafejonas.com
Filmurin »Selkvinn-
en« frá 1953, har
»Nólsoyar Páll« er
høvuðsleikari, verður
vístur í Nólsoy í
Royndarhúsinum øll
stevnukvøldini. Hetta
var fyrstu ferð, at tað
eydnaðist professio-
nellum at filma
grindadráp
BYGDARSTEVNA
Í 1953 var norskt films-
felag í Føroyum og tók upp
film, sum fekk navnið
»Selkvinnen« - á føroysk-
um »Kópakonan«.
Filmurin byggir á lív
Nólsoyar Pálls og hansara
stríð móti yvirvøldini í
Føroyum. Filmurin sam-
svarar tó ikki heilt við søg-
una, sum vit kenna hana.
Heitið á filminum kemur
av, at søgnin um kópa-
konuna eisini er flættað inn
í søgugongdina.
Nógvar
náttúrumyndir
ymsastaðni úr Føroyum eru
við, eitt nú úr Nólsoy,
Koltri, Mykinesi og Saks-
un. Flestu leikarar eru
norðmenn, men føroyingar
síggjast eisini. Eitt nú
spældu ungfólk úr Nólsoy
við sum kópafólk á helluni.
Í filminum sæst eisini
grindadráp, og filmsleikar-
ar eru við í øllum rokanum.
Sagt verður, at hetta var
fyrstu ferð tað eydnaðist
professionellum filmsfólk-
um at fáa myndir av grinda-
drápi.
Ógvuliga fáir føroyingar
vita um hendan filmin, og
enn færri hava sæð hann,
men nú stevna verður í
Nólsoy, hevur bygdafelagið
»Royndin« lánt filmin frá
norska filmsinstituttinum í
Oslo. Filmurin er ein góðan
tíma langur. Hann verður
vístur øll stevnukvøldini í
Royndarhúsinum í Nólsoy -
fríggjakvøldið kl 21.30 og
leygarkvøldið og sunnu-
kvøldið kl 21.00.
Royndarhúsið í Nólsoy
skipar eisini fyri dansi
leygarkvøldið 7. august kl.
24.00 við Fimmboga Lis-
berg og Jógvan Olsen.
Forkunnugur filmur vístur
í Nólsoy á Ovastevnuni
Ungfólk í Nólsoy, sum spældu við í filminum ‘Selkvinnen’ í 1953
Klaksvíkin fyrireikar
seg nú av sonnum til
stóra Summar
Festivalin, sum byrjar
hósdagin í næstu viku
FESTIVALUR
Eirikur Lindenskov
Í Vágsbø settu teir í gjár
upp stóra pallin, sum verð-
ur karmur um stóra úti-
tiltakið. Har verða nøkur av
teimum stóru nøvnunum
hoyra, so sum Ken Hensley,
Boney M, Frændur o. fl.
Umframt hendan pallin
verða eisini aðrir pallar í
býnum, eitt nú verður
Sparikassapallurin eisini
settur upp í túninum í
Norðoya Sparikassa.
Gera býin til reiðar
Mikumorgunin vóru teir í ferð við at seta upp stóra pallin í Vágsbø í Klaksvík, ið verður karmur
um stóra úttiltakið á Summar Festivalinum, sum byrjar hósdagin í komandi viku
Mynd: Símun á Høvdanum
Um tey eldru í eystur-
býnum í Havn vilja
sleppa av við ruski í
bingjurnar til endur-
nýtslu, mugu tey
ganga alt ov langt, tí
Tórshavnar býráð
bert hevur sett upp
eina einstaka felags-
bingju í einum stór-
um øki. - Vit hava
gjørt vart við, at vit
ikki orka at ganga so
langt við okkara
ruski, men hetta legg-
ur býráðið líka í, siga
tvær eldri kvinnur í
Bókbindaragøtu
RUSK
Heini í Skorini,
heini@sosialurin.fo
Øki í eysturbýnum í Havn
kring Bókbindaragøtu og
Eysturstræti er burturav eitt
øki fyri eldri fólk. Í mongu
raðhúsunum
búleikast
næstan bara íbúgvar, sum
eru komnir langt upp í ár-
ini, og sum heild er miðal-
aldurin sera høgur í hesum
partinum av Havnini.
Men hetta tykist Tórs-
havnar býráð sambært fleiri
í eysturbýnum ikki at geva
sær far um. Í stórum pørt-
um av Havnini hevur hvørt
húsarhald fingið eina grøna
endurnýtslubingju í part at
koyra pappírsrusk í, men í
eysturbýnum hevur býráðið
bert sett upp eina felags-
bingju á einum spæliplássi,
og henda bingjan fevnir um
eitt stórt øki. Sambært
teimum báðum kvinnunum
í Bókbindaragøtu eru eins
nógv hús í økinum sum øll
Eiðis bygd.
Tí hava summi langa leið
frá húsum til bingjuna, og
tað orka gomlu fólkini í
eysturbýnum ikki, hóast tey
hava eitt ynski um at taka
lut í nýggju skipanini við
endurnýtslu av burturkasti.
Frekt býráð
Tvær eldri kvinnur í Bók-
bindaragøtu harmast um
støðuna og siga seg um-
boða fleiri onnur eldri í øki-
num, sum fegin vilja nýta
og stuðla skipanina við
endurnýtslu av pappíri,
men sum vegna aldur og
bilandi heilsu ikki orka at
bera ruskið so langan veg.
- Vit hava ringt til Tórs-
havnar býráð at gera vart
við støðuna, men har tykist
lítil vilji vera at betra um
viðurskiftini hjá okkum
gomlu her úti. Vit hava sagt
frá, at vit hava brúk fyri
fleiri bingjum, men vit eru
framvegis noydd at ganga
alt ov langt at sleppa av við
okkara rusk til endurnýtslu-
bingjurnar, siga tær báðar.
Tær fingu fyrst at vita frá
býráðnum, at tað var ov
dýrt at geva øllum hvør
sína bingju. Síðani vórðu
tær av býráðnum spurdar,
um tær ikki høvdu onkran
at senda fyri seg við ruski-
num.
- Hetta helt eg vera nakað
frekt og nasvíst, tí eg havi
nevniliga ongan at fara við
ruski fyri meg, sigur eina
kvinnan. Í fleiri øðrum økj-
um í Havn hevur hvørt hús-
arhaldið fingið bingju til
endurnýtslu av pappírs-
ruski, men ikki í økinum,
har miðalaldurin kanska er
hægstur í allari Havnini.
Gomul og gloymd
- Hetta er diskriminering.
Vit vilja fegin nýta nýggju
skipanina við endurnýtslu,
men tá býráðið setur eina
einstaka bingju upp í einum
øki, sum er líka stórt sum
Eiðis bygd, megna vit ikki
at ganga so langt, siga tær
báðar.
Tær halda tað vera hug-
stoytandi, at tá býráðið set-
ur eina góða skipan í verk,
er hon bert fyri yngru og
raskari menniskju. Eldru
íbúgvarnir í eysturbýnum
siga seg harmast um, at tey
eldru ikki eisini fáa lut í
eini skipan við endurnýtslu
av pappírsruski, og tey føla
seg á ein hátt uttanfyri.
- Vit høvdu ynskt, at
myndugleikarnir
eisini
góvu okkum møguleikan at
luttaka í teimum skipanum
og ætlanum, sum samfelag-
ið ger, so vit eisini kenna
okkum at vera part av
heildini, men í løtuni kenna
vit okkum uttanfyri tey tøk-
ini, myndugleikarnir og
fólkið tekur, siga tær báðar
kvinnurnar í Bókbindara-
gøtu,
sum
vilja
vera
ónevndar.
Tey eldru í eysturbýnum klaga býráðið
Eldru íbúgvarnir í
eysturbýnum í Havn eru
ónøgd um, at bert ein einstøk
felags endurnýtslubingja er
sett upp fyri mongu húsini at
nýta. - Vit hava gjørt vart
við, at vit ikki orka at ganga
so langt við okkara ruski,
men hetta leggur býráðið líka
í, siga tvær eldri kvinnur í
Bókbindaragøtu
Modellmynd: Maria Olsen
Atfinning-
arnar skulu
kannast
Formaðurin í um-
hvørvisnevndini í
býráðnum, Tor-
finn Smith, er
sinnaður at kanna
atfinningarnar frá
eldru fólkunum í
eysturbýnum og
gera broytingar,
um neyðugt er
RUSK
Heini í Skorini,
heini@sosialurin.fo
Torfinn Smith varar av
nýggju skipan býráð-
sins við endurnýtslu-
bingjunum kring Havn-
ina, og hann er sinnað-
ur at kanna atfinningar-
nar hjá eldru íbúgvun-
um í eysturbýnum, sum
siga, at teinurin til fel-
agsbingjuna er alt ov
langur.
- Vit taka allar atfinn-
ingar í álvara, og um
tað er rætt, at tey eldru
ikki hava høvið at taka
lut í skipanini við end-
urnýtslu av pappírs-
ruski, skulu broytingar
gerast, sigur Torfinn
Smith.
Formaðurin í náttúru-
og umhvørvisnevndini í
býráðnum sigur, at teir
hava valt at seta felags-
bingjur upp í teimum
tætt bygdu økjunum,
t.d.
í
Berjabrekku,
Tórsbyrgi og raðhúsun-
um í Bókbindaragøtu,
og tí stendur bert ein
bingja har úti.
- Men um teinurin frá
húsum til bingjuna er
ov langur til, at tey
gomlu eisini fáa lut í
skipanini, skulu broyt-
ingar gerast, lovar Tor-
finn Smith.
Hann sigur, at fá fólk
eru til arbeiðis á býráð-
num í løtuni, men í
næstu viku skal hyggj-
ast nærri at málinum og
kannast,
um
fleiri
bingjur skulu setast upp
í eysturbýnum, so tey
eldru har úti ikki føla
seg forsømd.
Tað er ein tung leið hjá gomlu íbúgvunum í eysturbýnum í Havn at fara við ruski
Myndir: Maria Olsen
C
M
Y
K
5
4