hósdagur 5. august 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
C
M
Y
K
3
2
2
SUMMAR FESTIVALUR 2004
Tað er mær sum borgar-
stjóri ein sonn frøi og ein
stórur heiður vegna býráðið
at ynskja øllum gestum
hjartaliga vælkomnum til
Klaksvíkar á Summar Festi-
valin, sum fyri fyrstu ferð
nakrantíð fer av bakka-
stokki her í býnum í døgun-
um frá 12. til 15. august
2004.
Nøkur av teimum skap-
andi menniskjunum í nær-
umhvørvi okkara hava enn
einaferð sett heimstað okk-
ara á heimskortið á ein
positivan og mennandi hátt,
og tað eru vit teimum
hjartaliga takksom fyri.
Um eitt so stórt og for-
kunnugt tiltak skal eydnast,
mugu nógvir heilar og
hendur arbeiða í felag og
taka lógvatak, og tað hava
tit, sum standa fyri hesum
stóra tiltaki, enn einaferð
víst vilja til – vit ynskja
tykkum bestu eydnu.
HUGFLOG OG VILJI
Sum nevnt er hetta tiltak
fyrst og fremst ein liðupp-
gáva, men eg taki tó neyvan
nakað frá hinum fyrireikar-
unum, sum allir gera eitt
stórt arbeiði, um ein serlig
heilsan fer til høvuðs stig-
takaran og samskiparan,
Steintór Rasmussen, ið so
mangan áður hevur latið úr
hondum listarligar perlur,
sum eru blivnar fólkaogn,
ikki bara her í lokalsamfel-
agnum men kring alt landið
og enntá longur.
Enn einaferð er tað eydn-
ast tær – saman við øðrum
góðum kreftum – at slóðað
inn á áður ótráddar leiðir
her í Klaksvík. Slíkt krevur
stórt hugflog og ein óbend-
andi vilja. Vónandi verður
unt tær framhaldandi orka
og íblástur, so tað verður,
sum tú sjálvur hevur yrkt
um lívið:
"Lívið er mítt listarverk, eg
máli jú hvønn dag. Um eg
fylli 100 ár, ei liðugt verður
tað".
EINA UPPLIVING
RÍKARI
Summar
Festivalurin
í
Klaksvík er ongantíð roynd-
ur áður, og øll viðurskifti
skulu tí roynast á fyrsta
sinni. Eg veit, at fyrireikarar-
nir gera sær stóran ómak,
so vit øll skulu fáa nakrar
góðar, hugnaligar og gev-
andi dagar, har tónleikur av
ymiskum slag og uppruna
fer at ljóða í býi okkara.
Vón og bøn mín er, at alt
skal ganga væl, at veðrið
verður til vildar, og at øll
vitjandi skulu fara heimaft-
ur, eina góða uppliving rík-
ari.
VÆLKOMIN TIL
KLAKSVÍKAR!!
Steinbjørn O. Jacobsen,
borgarstjóri í Klaksvík
Skapandi kreftirnar eru gull verdar
SUMMAR FESTIVALUR 2004
Hetta blað verður givið út í sambandi við Summar
Festivalin 2004. Blaðið verður borið út saman við
Sosialinum
Útgevari:
Sosialurin
Myndir:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Sosialurin
Umbróting: Føroyaprent
Prent:
De Bergske Blade
WWW.SUMMARFESTIVALUR.FO
HØVUÐSSTUÐUL:
STUÐLAR:
Klaksvíkar Byggivirki· Klaksvíkar Timburhandil
Skipafelagið Føroyar · Hotel Norð