Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-13, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. oktober 2015síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. oktober 2015 · Nr. 118 20 Sosialurin Jógvan Skorheim borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu Tað er gleðiligt at hoyra, at lands­stýr­ is­maðurin í sam­ ferðslu­mál­um hev­ ur í hyggju at lækka ella avtaka ferða­ seðla­gjaldið til út­ oyggj­ar­nar. Smærru útoyggjarnar hava sera vánaligar samferðsluumstøður, sam­stundis sum fólkatalið á út­ oyggj fækkast meiri og meiri. Átøk eru neyðug, um vit skulu halda lív í útoyggjunum, og framhaldandi kunna njóta gott av teirra ríka til­feingi, mentanararvi og vøkru náttúru. Tað er ein sannroynd, at ferða­ seðlakostnaðurin er ein vansi fyri tey ið búgva á útoyggj. Sambandi við meginlandi er avgerðandi fyri teirra gerðandisdag, og tí brúka tey eisini nógvan pening at koma aft­ ur og fram. Samstundis sum fólk­ið á staðnum betalur ein rættu­liga høgan prís fyri at velja út­oyggja­ lívið, so fær landið alt ov lítið burt­ ur úr ferðafólki, ið vitja okkara land, og ynskja at fara á útoyggj. Í Klaksvíkar kommunu hava vit eitt gott samstarv við fleiri út­ oyggjar norðanfyri, og Svínoy er ein partur av kommununi. Tað er ongin ivi um, at útoyggjafólkini hava vilja og árræði til at menna út­oyggjarnar, og tí er tað eitt stórt framstig, at ein landsstýrismaður í samferðsluviðurskiftum sær týdn­ingin av at gera tað lættari at búseta seg á útoyggj, og er hugaður til at gera nakað ítøkiligt við tað. Eg vóni, at hetta ikki bert gerst orð, men at tinglimir eisini bakka upp um hesa nýggju skipan. Henrik Old skal bakkast upp KJAK NØVN Eli Brimsvík Havi áður víst á, at nýggja eftir­lønar­ lógin leggur upp til ogn­artøku av skat­t­aðum peningi men undrist yvir, at so fá hava givið hesum ans og hava havt eina meining um tað, hóast hon (lógin) helst uppá sigt, kemur at ávirka nógvar føroyingar reint fíggjarliga,sí : kapittul 4; §9. stk 2)2) og 3) í nýggju eftirlønarlógini um útgjald. Tað sum kann undra er hetta,at ein rímuliga stórur partur av teimun 15% av tíni løn, sum tú sjálvboðin ígjøgnum títt fakfelag hevur valt at nýta til eftirløn,fyri at tryggja tær ein rímuligan aldur­ dóm, kann um illa vil til,verða ognar­tikin av landinum, sí: §4 stk 2.1) DØMI! Um tú eigur 1 milli­ ón kr á eftirlønarkonto við eftir­ lønaraldur, stendur í nýggju eftir­ lønar­lógini, hvussu tað verður tað gjørt upp. Í lógini er eisini ein áset­ing um, at tú í seinasta lagi 2 mánaðir áðrenn tú verður 67 ár, skal hava gjørt bindandi avtalu við tín veitara um hvussu tú ynskir , at fáa tína eftirløn útgoldna. Um vit fyrihalda okkum til,at ein eftirlønarsamansparari sum hevur gjørt avtalu við sín veitara, um hvussu hann vil hava sína eftir­ lønina útgoldna,og hesin tildømis doyr tá hann er 67ár og 1mdr,verða eftir hesum dømi 450.000 kr ikki útgoldnar,men fella í stóra pott. Í hesum dømi tosa vit um ca 3 árslønir hjá einum handverkara,og hetta er altso skattaður peningur vit tosa um. Hetta má sigast,at verða ein óhugnaligur útviklingur sum fíggjarmálaráðið stendur á odda fyri, og eftir hesum má eisini staðfestast,at tað ikki er ein sjálvsagdur rættur í dagsins føroyum, at ein eigur sína løn tá skatturin er goldin. Hetta má milt sagt koma undir heiti ”ognartøka” Sí paragraff 4.stk2.1) Spurningurin eg siti eftir við er! Er hetta veruliga loyvt og heilt legalt? Sambart orðabókini hjá Sprotanum merkir ognartøka,” at flyta el. taka (sjálv­boðið el. tving­ að) ogn til tað almenna”, og tað er akkurát tað sum hendir í hesum føri. Fíggjarmálaráði hevur eftir mínum tykki skyldu til, at greiða borgarunum frá, hvat liggur til grund fyri teirra avgerð,og eisini vísa til lógarheimildina fyri av­ gerð­ini. Tað er átaluvert, at hetta ikki var gjørt áðrenn lógin var sett í gildi, men var meir ella minni skrumbla ígjøgnum, av undanfarnu samgongu sum so mangt annað. Her verður í øllum føri, sum ikki eina ferð gjørdur stórur munur á borgarum, tí mær vitandi kunna tildømis tænastumanna eftirlønir arvast og óneyðugt er at siga, at hesar verða goldnar úr landskassanum.Við ø.o. Lógin leggur upp til,at ein eftirløn íð goldin er úr landskassanum kann arvast, men ikki ein sum borgarin sjálvur/sjálv hevur goldi inn av skattaðum pengum!!! Sitat úr lógartekstinum. § 4. Eftirlønarsamanspararin eigur persónliga sína saman­spar­ing, ið er undan­drigin ræði hjá eftir­ lønar­samansparara, og er vard fyri úttøku ella aðrari rættar­sókn frá ognarum. Eftir­lønar­sam­an­ sparingin kann ikki av­hendast, veðsetast ella verða nýtt sum mótrokning fyri møguligum kravi frá eftirlønarveitara. Stk. 2. Eftirløn kann ikki verða fyri rættarsókn, fyrr enn hon er útgoldin. 1) Í minsta lagi 45% skal verða útgoldið sum lívslong veiting, lívrenta, ið sbrt. hesari løgtingslóg er ein eftirlønarskipan, sum verður útgoldin leypandi, so leingi tann, sum eigur og hevur stovnað trygg­ ingina, er á lívi, men sum fellur burtur, tá ið viðkomandi doyr. 2) 2) Í mesta lagi 55% kann verða útgoldið sum lutaeftirløn, ið sbrt. hesari løgtingslóg er ein eftirlønarskipan, ið verður útgoldin yvir eitt avtalað tíðarskeið, tó í minsta lagi 10 ár. 3) Í mesta lagi 15% kann út­ gjaldast sum kapitalútgjald, ið sbrt. hesari løgtingslóg er ein upphædd, sum verður útgoldin í einum. ­Vónandi er henda samgongan so mikið at sær komin, at henda regla í lógartekstinum verður tikin úr beinanvegin,tí við hesi skipan verða tað helst fleiri borgarar, sum koma at gjalda ein stóran og fjaldan eyka skatt.Ein hevur ilt við at trúgva, at hetta var ætlanin við lógini!,ella er hetta bert eitt úrslit av enn einum illa úr hondum greiddum lógarteksti frá undanfarnu samgongu, livst so spyrts. Nýggja Eftirlønarlógin einaferð enn! 80 ára føðingardagur 31. oktober fylli eg 80 ár. Dagurin verður hildin í Eiriksgarði í Dali frá kl. 12-23. Tey, sum ynskja at halda dagin saman við mær, verða vinarliga biðin um at siga frá á tlf. 231115 ella 217901 innan hósdagin 22. oktober. Bussur koyrir frá Teist– anum úr Skopun kl. 10:45 og aftur til Teistan úr Dali kl. 21:30. Vilhelmina Larsen í Dali 90 ára føðingardagur Mánadagin 12. okt fyllir Petrina Hansen 90 ár. Dagurðin verður hildin í Skálanum mánadagin 12 okt frá kl: 18.00 Øll eru hjartaliga vælkomin. 75 ára føðingardagur Jógvan K. Mørkøre á Eiði verður 75 ár hósdagin 15. oktober. Føðingar­dagurin verður hildin í Mizpa frá kl. 18. Sonurin Ólavur fyllir 30 ár sama dag sum pápin. Men hann er til skips. 65 ára føðingardagur Sunnudagin 25. oktober fyllir Ruth Midjord, Hvalba, 65 ár. Dagurin verður hildin heima á Tofta­vegi 20 frá kl. 14:00 til 19:00. Øll eru hjartaliga vælkomin. 75 ára føðingardagur Fríggjadagin 23. oktober verður Josvein Hovgaard í Porkeri 75 ár. Dagurin verður hildin í Húsinum við Á frá kl. 16. Øll eru hjartaliga vælkomin. 50 og 70 ára føðingardagar 22. oktober fylla Sólfríð Petersen 50 ár og Margith Jacobsen 70 ár. Dagin halda vit 24. oktober í Eldra­felagnum Nón Torvgøta 2 í Saltangará frá kl. 18.00, har øll eru vælkomin til ein góðan bita. Í minsta lagi 45% skal verða út­goldið sum lívslong veit­ing ”lív­renta” í hesum dømi = 450.000 kr Max 15 % kann verða útgoldið sum ”kapital”-útgjald, í hesum dømi = 150.000 kr Ì mesta lagi 55% kann verða útgoldið sum ”lutaeftirløn” Í hesum dømi = 400.000 kr Lutaeftirløn er mánaðarligt útgjald í 10 ár.