Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-13, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. oktober 2015síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 14. oktober 2015 · Nr. 118 Sosialurin Henrik Old Eftir at nýggja ferða­ætlanin til Sand­oynna bleiv lýst, tykist tað sum Brand­ur Sandoy ikki hevur havt tað ser­liga gott. Í longri tíð hevur tað verið eitt stórt ynski úr Sandoynni at fáa ein dupulttúr afturat í ferðaætlanina – á miðdegi leygardag og sunnudag. Eg hevði ikki sitið nógvar dagar í sessinum, fyrr enn eg eisini fekk áheitan um hesar báðar túrar. Sjálvandi fyrst frá ting­monn­un­ um Páll á Reynatúgvu og Jónleif Jo­hannesen, men eisini frá øðrum. Kann ikki siga annað enn, at fólk hava verið glað fyri hesa betran. Ein av yngru sandoyingunum kom tvørturum Áarvegin nú ein dag­in við einum rósandi orði. Hann legði aftrat: – Eitt skal tú vita. Brandur verð­ ur fr.. ørur. Hann hevur bedýrað, at hetta bar ikki til. So til spurningin frá Brandi Sand­oy, hvat eg ætli við Nólsoynni. Sum er siglur Ternan til Nóls­ oyar. Mín hugsan er, at tað kann hon halda á við nøkur ár enn, og eg skal gera alt eg kann, fyri at hon heldur seg á Nólsoyar leiðini. Men sum støðan er nú er onki skip, sum í einari knappari vend kann setast inn á sandoyarleiðina uttan Ternan, og tað er onki sum týðir uppá, at tað í nærmastu framtíð verður nakað annað. Tí er helst skilagott at steðga á við byggingini av nýggja nóls­oyar­ skipinum, inntil Sandoyartunnilin er komin undir land. Einasti møguleiki fyri at hava eitt skip, sum í eini neyðstøðu kann sigla nakrar túrar á Sandoyar leiðini, er at hava eitt skip, sum er í sigling, og á tann hátt lýkur øll tey strongu trygdarkrøv, sum verða sett til skip, sum burturav sigla við ferðafólki. At seta eitt skip inn, sum hevur ligið við kaj í nakrar mánaðir, tá tað er hægst neyðugt, kann gera, at tað kunnu ganga fleiri dagar, áðrenn allar góðkenningar eru uppá pláss. Sum allir sjómenn vita, so er besta viðlíkahald av einum skipi tað, at skipið er í støðugari sigling. Strandferðslan ger nógv við og roynir nýggjar møguleikar fyri at teirra skip eru stytst møguliga tíð á beding og annars úr sigling. Eg kann siga so mikið, at eg skal royna mítt fyri at umgangast, at Ternan fer av nólsoyarleiðini. Tað undrar meg, at Brandur Sandoy eisini er í øðini, tá eg royni at tryggja, at eitt skip er tókt, sum kann sigla á sandoyarleiðini, tá óhapp­ið er úti. Kann minna Brand á, at fyri nøkrum fáum árum síðan var Tern­ an álitið hjá 5000 norðoy­ing­um. Borgarstjóri í øðini KJAK Fríðálvur A. Jensen Tá eg setti meg at lurta eftir tí, hesir ungu fírarnir hava at bjóða, bleiv eg veruliga bilsin, tí her er veruliga talan um gávaðar tónleikarar. At hava slíkt potentiali og vilja so nógv við sínum tónleiki er ikki bara stórt, men bjóðar okkum øll­ um onkursvegna av. So stórar tónleikaligar gávur – í so ungum aldri, er heilt serstakt, men fær meg eisini at hugsa um hvat fær slíkt fram? Vit hava eina skipan við frálæru innan tónleikin, men eg haldi tað er einastandandi, at tað koma so frægir tónleikarar út – hóast um­ støðurnar eru alt annað enn nøkt­ andi! Taka vit í aftur útgávuna “The Flying Elefant”, er hon rættiliga væl frágingin og eri eg ikki í iva um, at hesir ungu fírarnir hava nógv í viðførinum. Tað er ongin ivi um, at her er tón­leikur til allar aldursbólkar og eri eg ikki sørt bilsin um, at hesir hava allar hesar sjangrurnar við, tí tær spenna frá blues, jazzi, rocki og eitt sindur av poppi, so her átti at verið gott fyri øll oyru. Er so onki at seta fingurin á og er svarið, at hesir hava kanska ikki lagt so stóra “orku” í tekstirnar, men heldur hava valt at “dyrka” hvørt sítt ljóðføri á allar besta hátt. Eg haldi, at útgávan hevur møguleika á altjóða støði, tí sjangr­ urnar eiga at kunna røkka víða og so er ongin ivi um, at hesir hava onkra ætlan um nakað meira. Tað er so ongin ivi í mínari verð, at vilja hesir nakað meira innan tónleikin, eru tað bara teir sjálvir, ið seta síni mørk. Á útgávuni eru løgini: The Flying Elephant, King And The Queen, Old Man´s Pipe, Hairy Woman, Run To You, Svart Djús og Counter Clockwise, sum øll á sín sestaka hátt geva sítt um, at her er tónleikur á rættiliga høgum støði. Spennandi verður at fylgja teim­ um og gevi eg teimum 5 av 6 stjørn­ um fyri hesa frálíku útgáv­una. Flúgvandi Punjab – seta ikki mørk fyri, hvørjum teir vilja náa! Brandur Sandoy Sandur Um dagarnar frætt­ ist frá nýggja lands­ stýris­manninum í Sam­ferðslumálum, at hann ætlar at út­seta ætlanina at byggja nýggja Nólsoyarferju. Føroyar eru oyggjaland, og inn­ til allar oyggjar okkara eru saman­ knýttar av tunlum ella brúm, er alt lív og øll menning á oyggj­um okkara treytað av góðum ferju­sam­ bandi við meginlandið. Tað var útskeldaða undanfarna samgonga sum slóðaði fyri, at verk­lagslógin um nýggja Nóls­ oyarferju varð samtykt, og skjøtul varð settur á arbeiðið at pro­jek­ tera skipið. Nú, brátt ein mánað eftir stjórnarskiftið hevur Javn­ aðarflokkurin, sum trýfaldaði sítt atkvøðutal til valið í Nólsoy, megn­að at svavt verkætlanina, ið arbeitt hevur verið við í trý ár, væl stuðl­aðir av Tjóðveldinum, sum eisini vunnu álit frá nólsoyingum til valið. Sjálvt borgarstjórin í Havn er kúrrur, nú partar av hansara egnu borgarum fáa knívin frá egnum flokki. Óheppið er tað, at hvørja ferð broytingar eru fyri á nóls­oyar­ leiðini, verður sandoyar­leiðin mið­ punkt í hesum broytingum, og hesu­ferð varð onki undantak. Nú skulu nólsoyingar smyrja seg við at bíða, til Sand­oyartunnilin er vorðin veru­leiki. Hví so skuldi verða, vóru ongar grundgevingar fyri. Ein freistast at hugsa, at Henrik Old ætlar sær at brúka Teistan til Nólsoyarleiðina eftir 2021, tá Sand­ oyartunnilin er tikin í brúk. Tá er Teistin vorðin yvir 20 ár; eitt skip, sum hevur verið ótrúliga hart koyrt, og sum heild ikki hevur verið nøkur sólskinssøga mekaniskt. Um Henrik Old ætlar hetta, so haldi eg at tað hevði verið upp á sítt pláss, at hann segði nólsoyingum ætlanir sínar. Eitt er givið; Teistin verður munandi dýrari at hava siglandi um Nólsoyarfjørð, enn ein ferja ið er gjørd til endamálið. Undir viðgerðini í 2012 varð Henrik Old av fremstu talsmonnum fyri at byggja nýggja Nólsoyarferju. Ikki nóg mikið við tí, ferjan skuldi byggjast í Føroyum, og um tað stóðst ein meirkostnaður upp á nakrar milliónir av hesi orsøk, so var hetta gamaní álíkavæl, tað skuldi ikki forða verkætlanini, alt fyri at stimbra og menna føroyskt skipa­smíð. Well, Henrik Old, nú hevur tú avgerðina sjálvur. Antin kann tú halda orð og royna at fáa hesa verk­ætlan til veruleika, ella kann tú bróta niður álitið, ið nólsoyingar hava havt á politisku skipanina. Helst er hetta munurin millum at verða í stjórn og í andstøðu, í and­ støðu kann mann taka undir við øllum tí populera, sjálvt um man ikki meinar tað. Um nakar hevur kent sviðan av brotnum politiskum lyftum, so eru tað sandoyingar. Tí kenna vit á Sandoynni meinið dygt, ið verður veitt nólsoyingum um dagarnar. Í hesum máli er bara eitt at gera: Halda givin lyfti. Hvat ætlar Henrik Old við nólsoyingum