Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-13, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. oktober 2015síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. oktober 2015 · Nr. 118 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TroTabúgv Í trotabúnum Sp/f MTM, Ennigøta 5, FO-640 Rituvík, skrás. nr. 5541, Sks. nr. 3-140/2014, verður hildin skiftifundur hósdagin tann 29. oktober 2015, kl. 9.30, í skiftirættunum, C. Pløyensgøta 1, Tórshavn, til roynd av krøvum, og har búgvið væntandi verður endað eftir konkurslógarinnar § 143, stk. 1, av tí at peningur ikki er út yvir tað, ið fer til rindan av útreiðslum. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, TAnn 9. OKTObER 2015. TroTabúgv Í trotabúnum Sp/f 2. juli 2015 (ORCA) í konkurs, Rygsgøta 8, 160 Argir, skrás.nr. 3074, sks.nr. 3-97/2015, verður einhvør, ið hevur krøv biðin um, skrivliga at venda sær til bústjóra, advokat Bjørn á Heygum, innan 8 vikur eftir at hetta er kunngjørt, og boða frá hesum krøvum, uppgjørd við møguligum rentum á trotadegnum tann 29. september 2015. Skjalprógvan fyri krøvunum og makaskjal av fráboðanini skulu sendast við. Tað verður innkallað til skiftifund fríggjadagin tann 8. januar 2016, kl. 9.30, í skiftirættunum, C. Pløyensgøta 1, Tórshavn, at royna fráboðaði krøv og møgulig onnur krøv. Ein listi við krøvunum og við tilmælum bústjórans og fráboðanum liggja til eftirskoðan í skiftirættinum 2 vikur innan skiftifundin. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, TAnn 9. OKTOBER 2015. PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Alice Jensen, Stoffalág 84, 100 Tórshavn, fødd tann 10. juli 1931, deyð tann 20. februar 2015, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Fríða Paturson, Frúutrøð 4, 100 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 77/2015, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grunda á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, TAnn 8. OKTObeR 2015. Tvingsilssøla yvir fesTibræv Mikudagin tann 4. november 2015, kl. 13:45 verður á Dómara­ skrivstovuni, rættarsali VI, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn hildin tvingsilssøla yvir festibræv til matr. nr. 50a, Øravík. Festi er innangarðs matr. nr. 50a, Øravík sambært tingbókini ikki víddarroknað umframt uttangarðs 3 merkur í “Uppi í Haga” matr. nr. 96, Øravík sambært tingbókini víddarroknað til 2864371 m2. Tvingsilssølan er umbiðin av Inga Højgaard, adv., Yviri við Strond 4, 100 Tórshavn, tlf. 203040, www.lawfirm.fo (sak nr. 5850902), sum kann geva nærri upplýsingar um festibrævið. Áhugað kunnu eisini síggja søluuppstilling og onnur skjøl í sambandi við tvingsilssøluna við at venda sær til Dómaraskrivstovuna tlf. 311003 (sak nr. AS 2­11/2015). FØroYA FúTAræTTUr, TAnn 6. okTober 2015 Fiskamerki Seinasta freist at lata fiskamerkir inn, sum skulu luttaka í lutakasti um 12.500 kr., er 16. oktober. Aðalfundur Kollafjarðar Arbeiðarafelag hevur aðalfund 26. oktobur 2015, kl. 19:00 í húsum felagsins, skrá sambært viðtøkum felagsins. Kollafjarðar Arbeiðarafelag MBF Eykaaðalfundur 2015 Eykaaðalfundur verður í MBF húsinum mikudagin 21. oktober kl. 19.00. Skráin fyri fundin er broyting av viðtøkum felagsins. Allir limir í limafeløgunum hjá MBF kunnu møta á eykaaðalfundinum. Starvsnevndin LÝSINGARTORGIÐ Bingo EB/Streymur Bingo Bingo verður við Margáir mánakvøldið 12-10-2015 kl. 19 Øll hjartaliga vælkomin. EB-STREYMUR Bøkur Bøkur ynskjast til keyps Eg sóknist eftir: Úr Føroya søgu um 1700, Føroyar sum rættarsamfelag 1535-1655 og Páll fangi, av Louis Zachariasen. Og bind 1-7 av J.Símun Hansen. 213536 Býli í Føroyum Mamma og dóttir søkja bústa Mamma og barn 2 ár, søkja rúmligan bústað til leigu, í miðstaðarøkinum. Vit eru fittar, friðarligar, og vit fara væl um. Gjalda sjálvsagt rættstundis! 222312 Íbúð nær miðbýin í Havn til leigu Gongd,baðirúm,køkur,stova og tvey kømur. Atgongd til vaskirúm og internet.Húsaleiga 4.500kr um mánaðin uttan streym og hita. 1 mðr. depositum krevst utleigan15@gmail.com Dýr 10 mánaðir gamal hundur Vil nakar djóravinur hava ein fittan 10 mánaðir gamlan hund? Tlf. 588252 Fundir Sunda Róðrarfelag Ársaðalfundur verður í neystinum mikukvøldið 21. oktober kl 20 Skrá samb. lóg felagsins. Nevndin Pensionistafelagið í Havn Aðalfundur felagsins verður í Losjuni mikukvøldið 28. oktobur 2015 kl 19.00 Tórshavn 4. oktobur 2015 Nevndin Samband Samband við kvinnu ynskist Maður fyrst í sekstiárunum, í miðstaðarøkinum, ynskir samband við kvinnu. Skriva nøkur orð um teg sjálva, sjálvsagt alt í trúnaði. Bill.mrk.081015 Ymiskt Høli í miðbýnum til leigu Høli í Dr. Jacobsensgøta 3 uml. 50 fermetrar. Vælegnað til handil, minni skrivstovu ella tænastuvinnu av einumhvørjum slag 283067 Jólasøla Jólasølan í Glyvrahanusarhúsi í Norðragøtu verður 6. og 7. november. Tey, ið vera við, skulu siga frá á tlf. 221685, 441451 ella 591125. www.gevidblod.fo VILT TÚ GEVA BLÓÐ? Felagið Blóðgevi Blóðbankin á Landssjúkrahúsinum J.C. Svabos gøta 43 100 Tórshavn Telefon: 30 45 22 Teldupostur: bbank@lsh.fo Blóðgevarar í Suðuroy Rannsóknarstovan á Suðuroyar Sjúkrahúsi Sjúkrahúsbrekka 19 800 Tvøroyri Telefon: 34 32 70 Teldupostadressa: lab@ssh.fo Klaksvíkar Blóðdonorlið Rannsóknarstovan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi Sniðgøta 1 700 Klaksvík Telefon: 45 45 45 Teldupostadressa: labblod@ks.fo Hvørji kunnu geva blóð? At gerast blóðgevi krevur bert: Góða heilsu, at tú ert millum 18 og 60 ár og tyngri enn 50 kg. (Blóðgevar kunnu geva blóð til 65 ára aldur.) Hvat hendir við fyrstu vitjan í blóðbankanum? Spurt verður um heilsustøðuna gjøgnum árini og blóðroynd verður tikin til ymsar kanningar. Er alt í lagi, kanst tú geva blóð 2 mánaðir seinni. Hvørjum tørvar blóðgávu? Blóðið verður nýtt til: • Blóðtrot orsakað av medisinskum sjúkum, t.d. krabba­ meini • Skurðviðgerðir • Bløðingar • Skaðatilburðir. Hvørji kunnu geva blóð? Sum er, eru umleið 3 % av føroyingum blóðgevar. Skal tørvurin nøktast, krevjast í minsta lagi 5 %. Blóðgávan tekur 5­10 minuttir, og tú merkir einki uttan eitt lítið prik. Eftir blóðgávu fæst okkurt at drekka, meðan hvílt verður í 10 minuttir. Ein posi av blóði kann bjarga upp til trimum mannalíum Vilt tú vera við til at bjarga lívum, kanst tú teknað teg hjá einum av blóðgevarafeløgunum ella umvegis heimasíðuna www.gevidblod.fo Fólk kunnu geva blóð 3. hvønn mánað.