Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-13, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. oktober 2015síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mikudagur 14. oktober 2015 · Nr. 118 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vit leita eftir einum dugnaligum og ábyrgdarfullum deildarleiðara, ið hevur førleika og áhuga at standa við leiðsluábyrgd samsvarandi samtíðini. Høvuðsuppgávurnar hjá deildarleiðaranum eru m.a. at: · Vera ovasti leiðari í Gøtubrá og bindilið millum leiðaran í Heimatænastuni og starvsfólk í Gøtubrá. · Ráðgeva leiðaranum og vegleiða í spurningum innan eldraøkið. · Hava ábyrgdina av at gera fíggjarætlanir fyri Gøtubrá og tryggja, at hesar verða hildnar gjøgnum eina skilagóða raðfesting og stýring. · Fremja skilagott samstarv og samskifti við leiðaran, starvsfólk, húsfólk og avvarðandi. · Tryggja, at neyðugar avgerðir verða tiknar. · Ganga á odda soleiðis, at Gøtugrá frameftir verður í fremstu røð í øllum viðkomandi viðurskiftum innan Heimatænastuna. Førleikakrøv: Hevur tú útbúgving, og/ella hevur tú royndir sum leiðari og møguliga eina umsorganar- ella heilsufakliga útbúgving, so ert tú tann, vit fegin vilja fáa eina umsókn frá. Vit ynskja at tú: · Ert rúmlig/-ur og sjónlig/-ur í gerandisdegnum, og at tú hevur ein jaligan og savnandi hugburð, ið leggur dent á, at skapa góðan trivnað fyri starvsfólk. · Hevur førleika at kveikja og menna starvsfólkini og virksemið sum heild. Tú smittar við tínum íblástri og dugir at seta í verk og at gjøgnumføra. · Í samráð við starvsfólkini, skipar virksemið á deildini í tryggar og góðar mannagongdir, og at tú hevur hegni at samskipa og at geva starvsfólkunum ábyrgd. · Hevur hjarta og tolsemi at stuðla húsfólkunum og avvarðandi teirra. Tú gongur á odda fyri at tryggja húsfólkunum røkt og umsorgan. Og tú sært týdningin av, at skapa ein virknan gerandisdag, við eitt nú samveru, nærleika og virksemi. · Hevur umsitingarligar førleikar, ert væl skipað/-ur og hevur lætt við at leggja teg eftir at brúka tøkniligar skipanir. Hevur munnligan og skrivligan málførleika umframt telduførleika og førleika at halda ásettan fíggjarkarm. · Sært týdningin av at geva títt íkast til at menna førleikarnar hjá Heimatænastuni, millum annað í leiðslu- og visitatiónsbólkinum. Ert fyrikomandi, og hevur evni og vilja at samskifta við aðrar stovnar. · Hevur tú hesar førleikar, gleða vit okkum at fáa umsókn frá tær. Setanar- og lønartreytir: Tann, sum sett/-ur verður, hevur tilvísing til leiðaran, verður limur í leiðslu- og visitatiónsbólkinum og tekur við starvinum tann 1. januar 2015 ella skjótast tilber. Starvið verður at seta sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag. Um tú ynskir fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at ringja til Kristinu T. Larsen, leiðara, á tlf. 730204. Umsókn: Umsókn við prógvum, c.v. og øðrum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 2. november 2015 kl. 14.00. Samrøður verða avgreiddar í viku 46 og 47. Umsóknin skal sendast til: Heimatænastuna – Kulibakki 8 - 520 Leirvík, ella á teldupost: heimatanastan@ eystur.fo Deildarleiðari til sambýlið Gøtubrá í Norðragøtu Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava skipað javnbjóðis samstarv um heimatænastu, eldrarøkt v.m., og tann 1. januar 2015 yvirtók samstarvið ábyrgdina av eldraøkinum í kommununum. Dagliga umsitingin hjá Heimatænastuni er partur av umsitingini hjá Eysturkommunu. Samstarvið rekur trý sambýlir, eitt dagtilhald fyri demens, og eina deild ið tekur sær av heima- og sjúkrarøkt. Samstarvið hevur tilsaman 51 ársverk. Á Gøtubrá, ið er eldrasambýlið í Norðragøtu, starvast heilsuhjálparar, heilsurøktarar, sjúkrarøktarfrøðingar, reingerðarfólk og køksfólk, tilsaman 17 ársverk. Pláss er fyri 15 húsfólkum, 5 av hesum eru á demensdeildini. Sí meira um Heimatænastuna hjá Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu á www.eystur.fo undir stabbanum “eldri”. Hús í Hvalba til sølu Sethús á Heyggi í Hvalba til sølu um hóskandi boð fæst. Snæbjarnarvegur 8. Húsini eru 170 kvm. í einarin hædd Bygd: 1990/91 Snøgg og hugnalig hús, sum liggja í friðaligum, vøkrum umhvørvi. Húsið er í einari hædd, vælegnað til fólk, sum eru rørslutarnadi, ongar gáttur inni og úti, og rampa er til úthurðina. Rúmligt loft til goymslu. Innan: Rúmlig køk, stór stova, grovkøk/vaskirúm, tvey stór sovikømur, baðirúm við brúsu og baðikari, eitt gesta-w.c. Uttanfyri: Sløtt grasplena og smáar terassur, har ein kann sita og njóta útsýnið. Grúsaður krúpikjallari-/goymslurúm. Bilhús við yvirdekkaðari gongd, sum er millum húsið og bilhúsið. Góður hjallur, lítið grótlagað hús er vestan fyri húsini, og gott pláss er til parkering uttanfyri. Vakur lagaður grótgarður er rundan alla ognina. Áhugaði kunnu ringja: 0045 24617289 ella skriva til ingun_liljan@hotmail.com Fleiri myndir eru at síggja á: https://www.facebook.com/ingun.liljan K L A V E R U N D I R V Í S I N G Undirritaði er útbúgvin sum klaverleikari/lærari og hevur í árunum 1972 til 2007 undirvíst í tónleiki á Føroya Læraraskúla. Hevur hetta tín áhuga, so ring á tlf. 314183 ella 274883. Árni Hansen