Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. august 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 146 - 5. august 2004 Nr. 146 - 5. august 2004 7 Á ólavsøku var fram- sýning á Margarin- fabrikkini um, hvønn týdning Gud hevur í okkara mentan í dag. Tað var Sanna Hammer, leiðari av felagsskapinum, Youth With A Mission í Føroyum, sum setti framsýningina upp GUDSTRÚGV OG MENTAN Orð og myndir: Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo – Tað verður sagt, at Før- oyar vórðu kristnaðar við "svørð og slag", men hetta hóskar als ikki saman við Guds eyðkennum. Gud er ikki ein sum hóttir menn- iskju - Gud er ein, sum býður menniskjum at koma til sín, og biður okkum kasta allar okkar byrðar á seg, sigur Sanna Hammer, sum á ólavsøku hevði eina framsýning á Margarin- fabrikkini, sum skuldi lýsa, hvønn týdning Gud hevur í okkara mentan í dag. So hvørt, sum fornfrøð- ingar koma fram á leivdir ymsastaðni í Føroyum, sæst, at munkar hava bú- leikast her. Seinasta ábend- ing um hetta er, tá keltiskir krossar vórðu funnir í Leirvík fyrr í ár. – Fyri mær er tað eingin ivi um, at tað er við munk- unum, at trúgvin á Gud hevur rótfest seg í føroy- inginum og ikki við einum hóttandi Sigmundi Bresti- syni, sum søgnin vil vera við, sigur Sanna. Gudstrúgvin er ein stórur partur av okkara mentan. Í nógv størri mun, enn vit vanliga geva okkum far um, sæst aftur, at í Føroy- um býr eitt fólk, ið trýr á ein altvaldandi Gud. Sanna Hammer er leiðari av felagskapinum, Youth With A Mission í Føroyum, og á eini framsýning á Margarinfabrikkini á ólav- søku royndi hon at lýsa andaliga mentanararv før- oyinga. – Eg havi verið virkin innan altjóða trúboðan í mong ár og ferðast til nógv lond, fyri tað mesta til- afturskomin lond - og lond, har tey als ikki kenna Gud. Tað leiddi meg at hugsa um, hvussu nógv okkara gerandisdagur í Føroyum er merktur av, at vit trúgva á Gud, um hvussu stórliga okkara land er signað og um, hvussu gott vit hava tað í Føroyum, greiðir Sanna frá. – Vit kunnu siga, at vit hava fýra súlur, sum stuðla undir okkara samfelag. Fyrst og fremst familjuna, sum er grundarsteinurin í samfelagnum. Hetta hava eisini allir politiskir flokkar við í sínum stevnum. Síð- ani er tað flaggið, sum er ímynd av Kristi krossi, og tjóðsangur okkara er eisini ein tilbiðjan til Gud. – Eisini okkara siðalæra er sera nógv merkt av gudstrúgv, eitt nú verða børn okkara lærd at biðja frá barni av og verða sign- aði, tá tey fara frá húsum. – "Guds friður í húsi", "Jesus fylgi tær" og "Um Gud vil" eru hugtøk í mál- inum, sum eina mest siga frá aldargomlu gudstrúgv føroyinga. Tey, ið vitjaðu framsýn- ingina, fingu eisini høvi at svara spurninginum um, hvat pláss tey mettu, at Gud hevur í okkara mentan í dag, og hvat árin tey rokna við, at tað kemur at hava fyri framtíðina. Framsýningin staðfesti, at Gud hevur nógv størri pláss í okkara mentan og samfelagsskipan, enn vit vanliga geva okkum far um. Sum svar uppá, hvat árin tað kemur at hava fyri framtíð Føroya, svaraði ein av teimum vitjandi: "Týdngurin av tí má ikki undirmetast, tí Gud fer at brúka tað á sínum tíma". Andaligi mentanar- arvur føroyinga Sanna Hammer er leiðari av felagskapinum, Youth With A Mission í Føroyum. Á ólavsøku setti hon eina framsýning upp, har roynt varð at lýsa andaliga mentanararv føroyinga Tey, ið vitjaðu framsýningina, fingu eisini høvi at svara spurninginum um, hvat pláss tey mettu, at Gud hevur í okkara mentan í dag, og hvat árin tey rokna við, at tað kemur at hava fyri framtíð Føroya Seinastu tveir mánað- irnar hava 7 handlar í Klaksvík latið aftur. - Taka handilsfólkini seg ikki saman alt fyri eitt, fær tað sera álvarsamar avleiðing- ar fyri býin, sigur Henrik Thøgersen, formaður í handils- felagnum í Klaksvík HANDILSLÍV Anna V. Ellingsgaard, anna@sosialurin.fo Sum blaðið vísti á í gjár, er okkurt, sum ikki ruggar rætt við handilslívinum í Klaksvík. Sambært Norð- lýsinum ávarar handils- maðurin Eivind Jacobsen av Strondum um, at um ikki okkurt munagott skjótt hendir, so skulu klaksvík- ingar ikki vænta at síggja nógv avbygdafólk koma til Klaksvíkar til handils, tá tunnilin letur upp. - Eg eri púra samdur við tí, sum Eivind hevur sagt, sigur formaðurin í Klaks- víkar handilsfelag, Henrik Thøgersen, sum eisini er dagligur leiðari í Bónus í Klaksvík. Henrik sigur seg nú av álvara vera bangnan fyri, at um handilsfólk í Klaksvík ikki taka seg saman alt fyri eitt, fer tað at fáa alvarsamar avleiðingar fyri handilslívið í býnum, og harvið fyri býin sum heild. Fata ikki álvaran Skelti við "afturlatingarút- søla" ella pappír fyri vind- eyguni er vorðið ein vanlig sjón eftirhondini, tá tú gongur framvið handils- vindeygunum í Klaksvík, og Henrik heldur, at alarm- klokkurnar máttu nú havt ringt nóg leingið til, at han- dilsfólk byrja at fata álvar- an í hesum. - Seinastu tveir mánaðir- nar hava 7 handlar í Klaks- vík latið aftur. Tað bæði sæst og merkist, og onki bendir á, at gongdin fer at venda í bræði. Tað tykist sum, at handilsfólk bara sita og bíða eftir, at okkurt hendir av sær sjálvum. Tað eru í hvussu er ongi ítøkilig uppskot á borðinum um, hvat skal gerast, og tað tyk- ist at vera sera trupult at fáa fólk at skilja álvaran í støð- uni, sigur Henrik. Gera ov lítið fyri kundarnar Henrik heldur, at stóri tru- pulleikin er at handlarnir í Klaksvík stutt sagt gera ov lítið fyri kundarnar. - Vøruúrvalið er lítið, og tænastustøðið er lágt - ofta beinleiðis vánaligt. Og hetta gongur ikki í longd- ini, tí kundarnir gerast al- samt meir krevjandi, sigur Henrik. Hann minnir á, at tað er langt síðani nú, at flestu føroyingar fingu ráð at ferðast uttanlanda. Klaks- víkingar, eins og øll onnur, hava upplivað, hvussu handilslívið virkar aðra- staðni og teir vænta sjálv- andi somu tænastu her heima. Og tá teir ikki fáa tað, fara teir sjálvandi aðra- staðni. - Hugburðurin hjá han- dilsfólki hevur verið tann vanligi, at tað gongur nokk allíkavæl. Men prógvini um, at tað allíkavæl ikki gekk, eru nú so nógv, at tað mátti fingið handilsfólk at rakna við, sigur Henrik. Ongin motivatión Sambært Henrik, er hetta eitt mál, sum av og á er uppi á fundum í handilsfel- agnum, men stóri trupul- leikin er, at lítil og ongin motivatión tykist vera mill- um limirnar til at gera nak- að munagott. - Eg má tíverri bara ásanna, at hugburðurin mótvegis teimum broyting- um, sum ligga fyri framm- an í sambandi við norðoya- tunnilin, als ikki bara er positivur, staðfestir Henrik. Hann sigur víðari, at meðan tað sjálvsagt eru nøkur, sum síggja framtíð- ina sum eina spennandi av- bjóðing, eru tað nógv, sum helst vilja hava, at alt bara verður verandi, sum tað al- tíð hevur verið. Tað hjálpir heldur ikki uppá motivatiónina, at ong- in fær nakað at vita frá bý- ráðnum um, hvat verður av handilsmiðstøðini. Uttan mun til, um tú ætlar at reka handil í handilsmiðstøðini ella aðrastaðni, so fer ein slík miðstøð at hava stóra ávirkan at alt handilslívið í býnum. Tað eru hóast alt nøkur handilsfólk, ið fegin vilja, og tey eiga at fáa møguleikan at fyrireika seg til tær broytingar, sum bý- ráðið hevur ætlanir um, sig- ur Henrik Thøgersen. - Vit bíða. Og tá onkir hendir, bíða vit eitt sindur afturat. Men nú eri eg bangin fyri, at handilslívið í Klaksvík longu hevur bíðað ov leingi, sigur Henrik Thøgersen, formaður fyri handilsfelagnum í Klaksvík Handlarnir í Klaksvík lata aftur, ein fyri og annar eftir. Seinastu 2 mánaðirnar hava 7 handlar latið aftur Handilslívið í Klaksvík við at doyggja Klaksvíkingar bera vanliga orð fyri at vera serliga lokalir. Men tá tað ræður um at keypa lokalt, tykist tað ofta at vera beint øvut. Og eg skilji væl hví, sigur Jógvan Jacobsen, handils- maður í Klaksvík HANDILSLÍV Anna V. Ellingsgaard, anna@sosialurin.fo At Klaksvíkingar fara aðra- staðni at keypa er ikki nakað nýtt, heldur Jógvan Jacobsen, sum dagliga rek- ur handilin J.H. Møblar í Klaksvík. Tað hava teir altíð gjørt, og at teir fram- vegis gera tað, er ofta bara av gomlum vana, og eisini tí tað kanska ofta er ein uppliving í sær sjálvum at fara ein túr til Havnar. - Eg haldi ikki sjálvur, at vøruúrvalið í Klaksvík er so vánaligt, sum tú ofta hoyrir, men tað skal ikki vera nøkur umbering fyri, at vit handilsfólk, ikki kundu gjørt okkara arbeiði betri, sigur Jógvan. Jógvan vísir á, at tað kemur sera sjáldan fyri, at tú sært lýsingar í sjónvarpi- num frá handlum í Klaks- vík. Og sum heild heldur hann, at handlarnir í Klaks- vík kundu marknaðarført seg nógv betri. Mugu hava okkurt at bjóða Jógvan vísir á, at ein han- dilsmiðstøð í sær sjálvum loysir ongan trupulleika, um handilsfólk ikki broyta hugburð mótvegis tí, at reka handil. Tænastustøðið má hækka, og so mugu vit gera okkum greitt, at tá tunnilin kemur, eru vit í kapping við alt landið, sigur Jógvan, sum ikki ivast í, at ferða- sambandið um Leirvíks- fjørð í løtuni er størsta or- søkin til, at fleiri avbygda- fólk ikki koma til Klaksvík- ar til handils. - Tá tunnilin letur upp, eri eg vísur í at tey fara at koma at forvitnast, men tað er okkara uppgáva at syrgja fyri, at tey tíma at koma aft- ur. Og tað gera vit bara, um vit royna at hava sama vøruútboð og somu somu ella betri tilboð, enn tey hava aðrastaðni. - Eitt er í hvussu er vist, og tað er, at handilslívið í Klaksvík ikki longur kann dúva uppá lokalumráðið her norðuri. At ferðast um Leirvíksfjørð er ein partur av gerandisdegnum hjá nógvum Klaksvíkingum, og við tunnilinum verður tað bara uppaftur lættari - eisini at fara til handils. Og sum støðan í handilslívi- num er í dag, vænti eg, at uppaftur fleiri Klaksvíking- ar, enn áður, fara brúka hendan møguleikan til at gera síni ørindir aðrastaðni, sigur Jógvan Jacobsen. Ikki so lokalir kortini Myndatekstur: Tá tunnilin letur upp, eri eg vísur í at avbygdafólk fara at koma at forvitnast eftir vøruúrvalinum her norðuri, men tað er okkara uppgáva at syrgja fyri, at tey tíma at koma aftur, sigur Jógvan Jacobsen, handilsmaður í Klaksvík Handilsmiðstøð - partur av størri heild HANDILSLÍV Anna V. Elligsgaard, anna@sosialurin.fo Rani Nolsø, býráðslimur, er ein av teimum, ið vónar at handilsmiðstøðin í Klaksvík verður veru- leiki, sum partur av mið- býarætlanini. - Ein handilsmiðstøð er ikki bara ein týdningar- mikil íløga í sær sjálvum, men fer eisini at stimbra hugin hjá bæði klaksvík- ingum og øðrum at fremja íløgur í Klaksvík. Men alt hetta skuldi helst byrja við norðoyatunnili- num. Um ikki tunnilin og teir møguleikar, hann hevur við sær, fer at frema íløguhugin í Klaksvík, so er okk- urt grundleggjandi galið her norðuri, sigur Rani, sum ásannar, at sum støðan er í løtuni, er handilslívið ikki nokk til at lokka fólk til Klaksvíkar, hvørki tá tað snýr seg um at gera íløgur ella at fara til handils. C M Y K 7 6 Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi smápartafelag: Skrásetingar-nr. Sp/f 3833 Navn: Sp/f HEIMARU Adressa: 513 Syðrugøta Kommuna: Gøtu Kommuna Stovningardato: 26.07.2004 Viðtøkudato: 26.07.2004 Kapitalur: Kr. 80.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 80.000,00 til kurs 100. Stovnari: Jóna Mourentsa Mohr í Grund, 513 Syðrugøta. Stjórn: Jóna Mourentsa Mohr í Grund, 513 Syðrugøta. Tekningarreglur: Felagið verður bundið við undirksrift av einum stjóra. Grannskoðari: Sp/f Agnar á Dul, Gerðagøta 31, 700 Klaskvík. Roknskaparár: 01.01. - 31.12. Fyrsta roknskaparár: 01.08.2004 - 31.12.2005 Endamál: Endamál felagsins er at reka heil- og smásølu, sólviðgerð, útleigan og annað virksemi í hesum sambandi. Skráseting Føroya tann 3. august 2004 Kristin Balle _______________________ PEUGEO T 307 grønur árg. 2002 km. 39.000 Lýsið við brúktum bilum Nor›urlandahúsi› í Føroyum Sí SVF tekstvarp s. 650