Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-05, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. august 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 SUMMAR FESTIVALUR 2004 5 C M Y K 4 Livandi legendan Ken Hen- sley, sum í 70'unum var eitt tað størsta navnið innan rocktónleikin, kemur nú fyri fyrstu ferð til Føroya at spæla, og við í viðførinum hevur hann eina røð av kendum sangum. Hvør kennir ikki sangir sum Easy Livin, Lady in Black, July Morning, Steal- in, The Wizard og aðrar, sum gjørdu bretska rock- bólkin Uriah Heep til eitt heimsnavn. Hetta eru alt sangir, sum Ken Hensley hevur skrivað, og hesir verða millum sangirnar, sum Ken Hensley fer at spæla í Føroyum, nú hann vitjar her. – Tað er ógjørligt at rýma undan míni tíð í Uriah Heep, og tað ynski eg held- ur ikki. Eg eri langt frá lið- ugur at spæla sangirnar hjá Uriah Heep, sigur Ken Hen- sley. Nú spælir Ken Hensley við sínum egna bólki, og hann hevur verið nógv úti og spælt seinastu tíðina. Millum annað í Norður- londum, í Russlandi og í Bretlandi. Uriah Heep hevur spælt tvær ferðir í Føroyum, men Ken Hensley, sum øll meta sum stóra mannin í bólki- num, var ongantíð við. Men nú verður so møguleiki at hoyra legenduna spæla live í Føroyum. FRÁ GITTARA TIL ORGUL Ken Hensley var føddur í London 24. august 1945. Hann byrjaði at spæla gittar sum 12 ára gamal, og fyrstu ferð, hann spældi alment, var sum 15 ára gamal í 1960. Í 1965 stonvaði hann bólkin The Gods, og har spældi eisini kendi gittarist- urin Mick Taylor úr The Rolling Stones. Ken skrivaði mesta av sangunum, sang og spældi Hammond. Orsøkin til, at hann fór at spæla Hamm- ond var, at Mick Taylor dugdi sera væl at spæla gitt- ar. Tá visti eingin av, at Ken Hensley fór at fáa sera stór- an ávirkan á rocktónleikin júst sum orgulspælari. Í 1970 varð navnið Uriah Heep fyrstu ferð brúkt. Nú spældi Hensley saman við øðrum tónleikarum, og hann var av álvara farin at gera góðar sangir. Uriah Heep gjørdist eitt av stóru nøvnunum í 1970'unum. Tann gamla manningin við Hensley, By- ron, Box, Kerslake og Thain hevði rættiligan vind í segl- unum, og Uriah Heep verð- ur í dag mett sum ein tann størsti bólkurin í bretskum rocktónleiki. Ken Hensley var 10 ár uppi í Uriah Heep, og hesi árini góvu teir 13 plátur út. Samstundis gav Hensley eisini tvær soloplátur út. GEKK EGNAR LEIÐIR Manningin í Uriah Heep skifti nakað, basspælarin Gary Thain doyði, og kemi- in í bólkinum var ikki tann sama. Í 1980 fór eisini Ken Hensley burtur úr. – Vit mistu perspektiv og fokus, og vit tóku succes fram um tónleikin, sigur Ken Hensley um sína sein- astu tíð í Uriah Heep. Hann fór at spæla í øðr- um samanhangum, hann gav nýggja plátu út og spældi nógv í USA, men so valdi hann at taka seg aftur frá tónleiki. – Eg flutti til USA fyri at fáa bilbukt við mínar trup- ulleikar. Eg royndi at sleppa av við misnýtsluna av koka- in, men tað tók nógv ár at koma fyri meg aftur, sigur Hensley. Men hann kom burtur úr misnýtsluni, og síðani 1993 hevur Ken Hensley verið kristin. Tað hevur sambært honum givið honum eitt heilt annað grundarlag at standa á. Í 90'unum vóru tíðirnar broyttar, og Hensley leitaði aftur til sínar tónleikaligu røtur. Í 1994 kom ein nýggj pláta hjá honum við goml- um upptøkum, og í 1999 kom enn meira ferð á. Hann fór í studio aftur og gav eina nýggja fløgu út. Síðani hevur hann spælt alsamt meira á konsertum, og nú leitar hann sær eisini til Føroya. – At skriva tónleik og gera løg er ein gáva, sum eg havi fingið, men hóast eg havi fingist við tónleik í nógv ár, so er hugurin til tónleikin tann sami. Og eg havi eisini hug at vitja nýggja lond, og tí vil eg eisini til Føroya at spæla, sigur Ken Hensley Ken Hensley (sang, ljóm- borð og gittar), Tommy Lo- pez (trummur), Fabian San- tangelo (gittar), Alvaro Sob- rino (bass). Legendan Ken Hensley – At skriva tónleik og gera løg er ein gáva, sum eg havi fingið, men hóast eg havi fingist við tónleik í nógv ár, so er hugurin til tónleikin tann sami. Og eg havi eisini hug at vitja nýggja lond, og tí vil eg eisini til Føroya at spæla, sigur Ken Hensley – Tað er ógjørligt at rýma undan míni tíð í Uriah Heep, og tað ynski eg heldur ikki. Eg eri langt frá liðugur at spæla sangirnar hjá Uriah Heep, sigur Ken Hensley, sum fer at spæla við sínum egna bólki á Summar Festivalinum. Á skránni verða sjálvsagt eisini kendir sangir hjá Uriah Heep KEN HENSLEY