Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-13, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. oktober 2015síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. oktober 2015 · Nr. 118 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur Tróndur Arge Søgan sigur, at um hálvt annað kappingarár er Jan Dam ikki longur venjari hjá HB. Hann hevur sett seg í ein tann heitasta venjarastólin í før­oyskum fótbólti. Ongin venjari hevur sitið longri enn hálvt annað kappingarár, síð­ani Ion Geolgau var venj­ ari frá 1998 til 2002. Síðani tá hava menn bæði vunnið FM og endurbygt felagið, uttan at klara at sita í sess­inum longri enn hálvt ann­að ár. Í 2014 gjørdi HB eina roynd, at fáa brotið keðiliga mynstrið. Heðin Askham bleiv settur og fekk ein trý ára sáttmála. Nú hevði HB endi­liga fingið venjaran, sum teir hava bíðað so leingi eftir. Men heldur ikki Heðin Askham kláraði at bróta mynstrið. Eftir hálvannað kapp­ ingar­ár valdi hann at leggja kongin, eftir ringu gongdina í hes­um kappingarárinum. Tað er ikki tí, at HB bein­ leiðis hevur koyrt allar venj­ arar­nar. Menn sum Sigfríður Clementsen og Oddbjørn Joensen fingu ikki bjóðað nýggjan sáttmála, meðan Heðin Askham eitt nú valdi at leggja frá sær. Tað er tó ein sannroynd, at HB hevur havt fleiri venj­ arar enn Real Madrid síðani aldarskiftið. Fegnast í HB Finnbogi Arge, formaður í HB, hevur fleiri ferðir víst á, at hann er fegin um avrikini hjá Milan Cimburovic og Jan Dam, síðani teir tóku við eftir Heðin Askham. Hann hevur eisini víst, at hann gjarna vildi finna ein venjara innan úr felagnum, heldur enn at fara aðrastaðni at finna ein venjara. – Vit fegnast um, at ein av okkarar egnu tekur við ábyrgdini av mest vinnandi felag­num í landinum, skrivar HB. Christian heldur fram HB rørdi ikki nógv upp á seg, fyrr enn fjórða plássið varð tryggjað. Fyrst skrivaði Bartal Wardum undir. Síðani kom Teitur M. Getsson, su gjørdi tvey ára sáttmála. Jóhan Troest Davidsen hellur til HB, meðan Christian R. Mouritsen, sum hevur verður upp á tal í mill­ um annað B36, eisini hevur játtað seg til HB í framtíðini. Fleiri venjarar enn Real Madrid Spanska stórfelagið er til­ tikið fyri at hava ein heitan venjarastól. Sjálvt eitt Champions League heitið ella eitt spanskt meistara­ heitið hevur ikki verið nokk at bjarga starvinum hjá venj­arum sum Vicente del Bosque og Fabio Capello. Í Føroyum hava vit eisini ein heitan venjarastól. Havnar Bóltfelag hevur havt fleiri venjarar enn Real Madrid síðani ár 2000. Real Madrid hevur havt 13 venjarar, meðan HB nú er komið upp á 15 venjarar og venjara­pør síðani 2002. Onkir hava verið tvær ferðir. Millum annað Julian Hansen, meðan Heðin Askham stóð á odda fyri einum dysti í 2007. Tann eini dysturin hjá Heðini Askham telur ikki við í saman­ teljingini. trondur@sosialurin.fo HB hevur sett Jan Dam sum høvðusvenjari hjá felagnum komandi tvey árini. Talan er um helst heitasta venjara stólin í Føroyuum Venjarar hjá HB síðani 2000: 2000-2002: Ion Geolgau 2002: Jóannes Jakobsen og Kári Nielsen 2003: Frank Skytte 2004-2005: Heine Fernandez 2005: Julian Hansen 2006-2007: Krzysztof Popczynski 2007: Albert Ellefsen 2008: Rúni Nolsøe 2008-2009: Sámal Erik Hentze 2010: Kristján Guðmundsson 2010-2011: Julian Hansen 2011-2012: Sigfríður Clementsen 2013: Oddbjørn Joensen 2014: Heðin Askham 2015 - Jan Dam Venjarar hjá Real Madrid síðani 2000: 2000-2002: Vicente del Bosque 2003-2004: Carlos Queiroz 2004: José Antonio Camacho 2004: Mariano García Remón 2004-2005: Vanderlei Luxemburgo 2005-2006: Juan Ramón López Caro 2006-2007: Fabio Capello 2007-2008: Bernd Schuster 2008-2009: Juande Ramos 2009-2010: Manuel Pellegrini 2010-2013: José Mourinho 2013- 2015 Carlo Ancelotti 2015 – Rafael Benitez Jan Dam í heita stólin