Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-13, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. oktober 2015síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 14. oktober 2015 · Nr. 118 ítróttur fótbóltur Jóannes Hansen Í slakar tveir mánaðir hevur Eyðvør Klakstein roynt seg í felagnum CD Marino, ið spælir í næstbestu sponsku fót­bólts­deildini. Eyðvør hevur verið fastur spælari á liðnum fyrstu fimm dystirnar, og um vikuskiftið skoraði hon sítt fyrsta mál fyri spanska felagið. CD Marino spældi ímóti Anorga, og Eyðvør skoraði fyrra málið hjá CD Marino í 2-2 javnleikinum. Talan er um fyrsta málið hjá føroyskum fótbóltspælara í sponskum fótbólti. CD Marino hevur spælt fýra javnleikir í fyrstu fimm dystunum og hevur tapt ein dyst. CD Marino hev­ ur bert latið fýra mál inn hesar dystir, og tað er tað næstlægsta av øllum lið­ unum í deildini. Hinvegin hevur gingist trupult við at skora mál, eftir at liðið hevur mist toppskjúttan frá í fjør, og higar­til hevur CD Marino bert skorað trý mál. CD Marino liggur numm­ ar 12 í næstubestu deildini, men stutt er millum liðini og bert trý stig eru hjá CD Marino upp til fimta pláss í deildini. Næsta vikuskiftið skal CD Marino spæla ímóti Leioako, sum liggur nummar 13, og lítið er at ivast í, at Eyðvør og liðfelagarnir vóna at fáa fyrsta sigurin í hesum dyst­ inum. joannes@sosialurin.fo So hevur Eyðvør Klakstein skrivað føroyska fótbóltssøgu. Hon hevur skorað sítt fyrsta mál í sponskum fótbólti Skála hevur styrkt seg við tveimum royndum spælarum. Tað triði sigst at vera á veg Eyðvør skorað fyrsta málið í Spania Nógvar royndir til Skála Tróndur Arge Skála er í holt við at brynja seg til tilveruna í Effo­ deild­ini. Steðgurin í 1. deild gjørdist stuttur. Appilsingula felagið smurdi alla mótstøðu av vøll­inum í næstbestu deild­ini, og tað var ongantíð nakar ivi um, at Skála fór at vinna 1. deild greitt. Nú hevur felagið tryggjað sær Jonhard Frederiksberg aftur í hópin. Hann skiftir úr NSÍ og hevur gjørt sáttmála fyri komandi kappingarár. 35 ára gamli Jónhard Frederiksberg skiftir harvið aftur til barn­ dóms­felagið, har hann í vaksna­mannafótbólti hevur spælt níggju kappingarár og hevur skotið 53 mál. Jónhard Frederiksberg hev­ur sambært Faroesoccer spælt 28 dystir fyri NSÍ hetta kappingarárið, og í teimum hevur hann skotið seks mál. Tað er tað mesta hann hevur skotið síðani meistaraárið við NSÍ í 2007, tá ið hann skeyt sjey mál. Fuglfirðingur til Skála Talan er um garvaða fugl­firð­ ingin, Fritleif í Lambanum, ið er 29 ára gamal og hevur spælt heili 231 dystir í Effo­ deild­ini. Í ár spældi Fritleif við í 21 av dystunum hjá ÍF, har hann eisini ofta var lið­for­maður. Skála kunn­ ger eisini, at Símun Petur Poulsen hevur longt sátt­ mála sín við felagið. Sjúrður eisini á veg Tað ljóðar eisini, at 39 ára gamli Sjúrður Jacobsen er á veg til Skála. Hann skifti í fjør frá NSÍ til ÍF. Har hev­ ur hann verið partur av 17 dystum hjá ÍF í ár, men tal­ an hevur bara verið um 742 minuttir samanlagt á vøll­ inum. Tað ljóðar, at Sjúrður Jacobsen møguliga eisini skal verða ein partur av venjara­toyminum. trondur@sosialurin.fo