hósdagur 15. oktober 2015síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 16. oktober 2015
sosialurin 119
8
Kostarhaldið
týdningarmest
David Arge Galán viðgongur, at
tað er ikki altíð líka lætt at finna
leiðina niðan at venja eftir loknan
arbeiðsdag. Tað krevur nógv av tær,
um tú skalt íðka fitness á høgum
støði, bæði hvat tíð og kosti vðvíkur.
– Eg vil siga, at kostarhaldið er upp
móti 80 prosent av tí, sum krevst,
fyri at vinna. Tað er alneyðugt, bæði
tá tað nærkast kappingum og tá tú
tekur tær meiri av løttum, alla tíðina
at ansa eftir, hvat ein etur.
Hann greiðir frá, at tað er ymiskt,
hvussu nógv og hvat hann etur, alt
eftir, um hann skal í kapping skjótt
ella ikki.
– Eg býti árið upp í in-season og off-
season. Í off-season byggi eg kroppin
og arbeiði við mínum veikleikum. Tá
er tað, at ein kann arbeiða við at fáa
størri musklar ella breiðari herðar og
so framvegis. Tá er tað, at kroppurin
skal byggjast, og til tað krevst eitt
yvirskot av kalorium. Eg venji ofta
minni hesa tíðina, men venji tyngri
og lutfalsliga meiri styrkivenjing.
In-season er tað týdningarmiklari
at fyrireika seg til kappingarnar. Tá
skal feittið burtur av kroppinum og
musklarnir myndast betri. Í offseason
byggi eg rammuna, men í inseason
skal yvirskotið trimmast burtur. Tá
skal eg helst hava eitt undirskot av
kalorium í kostarhaldinum, greiðir
David Arge Galán frá, sum hevur
fingið ein kostráðgeva at lagt sær
kostætlan sína til rættis.
Sjálvsagin er grundarlagið
Grundarlargið undir venjingini og
kostarhaldinum má tó vera sjálvsagi.
Uttan hann hevði væl verið ómøguligt
at fara til venjing seks ferðir um
vikuna, at viga og skráseta alt, ein
etur, og at halda á, hóast úrslitini lata
bíða eftir sær. Tí nógvar freistingar
eru í dagligdegnum, og David Arge
Galán hevur millum annað sagt
farvæl við pizzaina, sodavatnirnar
og bommini. Hann ger tó lítið burtur
úr at taka kostískoyti.
– Har haldi eg, at tað er vert at
leggja til meris, at hetta eitur kost
ískoyti. Tað er altso eitt ískoyti til ein
sunnan og fjølbroyttan kost. Kost
ískoyti skal tí ongantíð taka plássið
hjá veruliga kostinum.
David Arge Galán venur seks
ferðir um vikuna. Venjingin er sera
skipað og roynir hann at venja allan
kroppin yvir tríggjar dagar, tvær
ferður um vikuna. Samstundis roynir
hann eisini at venja soleiðis hvønn
dag, at tað ikki fer at ávirka venjing
ina dagin eftir.
– Venjingin kann ofta minna nógv
um hvørja aðra, frá ferð til ferð, men
tað er neyðugt at geva henni eitt
twist av og á, so kroppurin ikki verð
ur vanur við venjingina. Og um tað er
nakar, sum dugir tað, so er tað venj
arin hjá mær, Jákup Jacobsen.
Tolin trívst
Tað er tó týdningarmikið, at lurta
eftir kroppinum, heldur hann og
hann er ikki bangin fyri at taka sær
ein eyka frídag, um tað er neyðugt. Tó
so, hann má ansa eftir, at tað ikki bara
er ein umbering fyri at sleppa undan
at pressa seg sjálvan.
– Eg má læra meg at lurta eftir
kroppinum. Tað er í hvíldini, at
kroppurin kemur fyri seg og gerst
sterkari. Onkuntíð má eg tó tvinga
meg sjálvan, tí tað er hart at vera á
eini strammari kostætlan. Tá arbeiðs
dagurin er liðugur, kann tað koma
eitt dykk í orkuni, og tá kann vera
hart at koyra niðan í Yndi og geva
seg 100% til eina venjing, men hvat
ger man ikki fyri gullið?
– Tá eg fari inn í Yndi, er tað fyri
at koyra á, meðan eg eri har, og so
kann eg slappa av, tá eg eri heima.
Eg eri har fyri at venja, sigur David
Arge Galán, sum eisini minnir á, at
tað er týdningarmikið at hava eina
langtíðarætlan.
– Tað er neyðugt at vera tolin, tí
tað er ikki altíð, at nøkur úrslit síggj
ast av venjingini beinan vegin. Ein má
vísa treysti, vísa áhaldni, tá ein tekst
við vøddavenjing. Tað er kanska nemt
at missa mótið, um ein ikki sær nakra
broyting beinan vegin, men tað tekur
tíð. Eitt varandi úrslit krevur eina
lívsstílsbroying. At viga matin, telja
kaloriur, venja hart, tað verður at
enda ein lívsstílur, sigur David Arge
Galán.
– Tað er ikki óvanligt, at eg fari til
arbeiðis klokkan sjey um morgunin
og ikki eri heima aftur fyrr enn
klokkan átta um kvøldið. Tí er ikki
rúm til so nógv annað frítíðarítriv.
Tað er gott at hava eina damu, sum
stuðlar mær allan vegin, sigur David
Arge Galán.
Næsta kappingin á skránni er so
HM í fitness í Atlantic City komandi
mánað.
– Eg gjørdi fyrr í ár eina avtalu við
Jórum Mørkøre og Jákup Jacobsen,
venjaran hjá henni, um at eg skuldi
koma við teimum til HM í fitness
og luttaka í amatørbólkinum. Við
sigrinum í Leamington Spa og Pro
loyvinum, er einasta broytingin, at eg
nú skal luttaka í pro bólkinum, sigur
David Arge Galán.
– Tað hevur verið heilt stóra málið
hjá mær, at fáa hetta Pro kortið. Nú
eri eg fyrsti føroyski mannligi íðkarin
við Pro korti. Hetta motiverar meg at
venja enn harðari og villari, at gerast
enn betri. Nú skal eg kappast móti
øðrum, sum eisini eru professionellir,
sigur David Arge Galán.
persónssøga
Mynd: Álvur Haraldsen
Privatmynd
– Venjingin kann ofta minna
nógv um hvørja aðra, frá ferð
til ferð, men tað er neyðugt
at geva henni eitt twist av og
á, so kroppurin ikki verð
ur vanur við venjingina.
Og um tað er nakar, sum
dugir tað, so er tað venjarin
hjá mær, Jákup Jacobsen,
sigur David Arge Galan