hósdagur 15. oktober 2015síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 16. oktober 2015
sosialurin 119
7
–Tað er kanska nemt at missa mótið, um ein ikki sær nakra
broyting beinan vegin, men tað tekur tíð. Eitt varandi úrslit
krevur eina lívsstílsbroying, sigur David Arge Galan
hann vann Natural Power Fitness
kappingina í Danmark.
– Eg valdi eisini at royna meg í
Men’s Physique kappingini í Dan
mark, tí eg haldi, at tað er meiri mín
grein. Eg síggi als ikki meg sjálvan
sum bodybuildara, men mær dám
ar sera væl tankan handan Men’s
Physique kappingina, og eg gjørdist
so nummar tvey. Eg spurdi dómaran,
um eg kundi sleppa við til kapping
ina í Leamington aftur í ár, og tað
var gaman í, sigur David Arge Galán.
Kappingin í Leamington er ein al
tjóða kapping við luttakarum úr Ong
landi, Skotlandi, USA og aðrastaðni.
Bretar nýta eisini hesa kappingina
sum úttøkukapping til HM í fitness,
ið verður í Atlantic City, USA, í næsta
mánað.
Náddi dreyminum
Tað gekk bara heilt væl í
Onglandi. David Arge Galán
gjørdi ikki mætari enn at
vinna Men’s Physique
kappingina.
Sigurin
gjørdi eisini, at hann
náddi sínum heilt stóra
dreymi innan fitness.
Jórun Mørkøre luttók
eisini í eini kapping
í Leamington Spa,
og hon gjørdist
nummar tvey.
– Eftir at dóm
ararnir høvdu
kunngjørt meg
sum vinnara
í kappingini,
bjóðaðu teir
mær eisini eitt
sonevnt Pro
Card, um eg
vildi hava tað.
Sjálvandi tók
eg av, tað er jú
tað, sum hev
ur verið mín
stóri dreym
ur, sigur David
Arge Galán.
Pro-kortið
hevur tó ein
prís – David
Arge Galán
sleppur nú
ikki longur
at kappast í
kappingum í
Føroyum og
Danmark.
– Nú verði
eg mettur at
hava eitt hægri
støði enn áhuga
íðkarar, og tí verða
minstu krøv sett til,
hvørjum kappingum eg
kann luttaka í. Nú skulu kappingar
nar vera á professionellum støði,
í undirfeløgum hjá World Natural
Body Building Federation, sigur
David Arge Galán. Hann vónar tó, at
hóast hann ikki sleppur at luttaka
í kappingum í Føroyum, fær hann
møguleikan at hjálpa til, tá kappingar
eru.
Má uttanlands at kappast
– Eg eri nýggjur í hesum, og veit ikki
heilt, hvar næstu kappingarnar eru,
eftir HM. Allarhelst verður tað í Italia
ella Sveits, men um ikki, so eru fleiri
kappingar í Avstralia, USA, Kanada
og karibisku oyggjunum, sigur David
Arge Galán.
Tað er tískil langt at ferðast til
slíkar kappingar. Ferðing, gisting og
fyrireikingar kosta nógv, og David
Arge Galán hevur hug at fílast eitt
sindur at møguleikunum fyri at fáa
stuðul í Føroyum.
– Vit hava tíbetur góðar privatar
stuðlar, sum gera tað møguligt hjá
okkum at luttaka í kapppingum
uttanlands, men eg haldi tað vera
undrunarvert, at tað almenna ikki
kann veita nakran stuðul. Eg haldi
onkursvegna, at ÍSF ella onkur annar
burdi stuðlað slíkum ferðum. Bæði eg
og Jórun Mørkøre hava jú góð úrslit
at vísa á. Eg eri ongantíð endaður
lægri enn nummar tvey. Eg veit ikki,
hvat tað er at enda nummar trý, og
tað ætli eg mær heldur ikki at finna
út av, sigur Davd Arge Galán.
– Tað undrar, at landið ikki kann
stuðla íðkarum, sum eru professio
nellir og fara uttanlands at kappast,
tá so nógv annað fær stuðul, sigur
hann.
Føroyingar eru ov smædnir
Fitnessrákið hevur veruliga tikið dik
á seg seinastu árini og nú eru fleiri
heilsumiðstøðir í Føroyum, har til
ber at venja. David Arge Galán heldur
eisini, at fleiri eru, sum eru væl fyri í
Føroyum og saktans kundu luttikið
í ymisku kappingunum, sum skipað
verður fyri.
– Tað er eitt rák, sum hevur vundið
upp á seg í Føroyum. Fólk eru nógv
meiri tilvitað, um hvat tey ynskja við
síni venjing. Nú manglar bara, at tey
leggja smædni til síðis. Tað er kanska
eitt sindur snópisligt, at standa í
berum undirbuksum og skula bjóða
seg fram soleiðis, men tey hava jú
absolutt einki at smæðast um, sigur
David Arge Galán.
Árligu fitnesskappingarnar í
Føroyum vóru í ár uppi í høllin í
Hoyvík og David Arge Galán sigur,
at har var stúvstappað av fólki til
kappingina, so áhugin er eisini stórur.
– Hetta rákið við fitness og kostar
haldi er kul beint nú, sigur hann.
Framhald á næstu síðu
Myndir: Álvur Haraldsen