Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. oktober 2015síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 16. oktober 2015 sosialurin 119 6 persónssøga David Arge Galán er ongantíð endaður lægri enn á øðrum plássið í eini fitnesskapping, og hann ætlar sær heldur ikki at uppliva tað. Tað krevur tó ein heilt ávísan lívsstíl at kunna kappast á hægsta altjóða støðið innan fitness. Næsta kappingin er HM í Atlantic City í USA Hvat ger man ikki fyri gullið David Arge Galán Danjal av Rana 31 ára gamli David Arge Galán skal í næsta mánað til Atlantic City at kapp­ ast í HM í fitnesss. Hetta er komið í lag, eftir at hann farna viku­skiftið vann eina altjóða fitness­kapping í bý­num Leamington Spa í Onglandi. Hann kappast í tí, sum verður rópt Men’s Physique. Fitnesskappingar kunnu í stuttum býtast í tríggjar bólkar. Athletic fitness snýr seg um at hava ein vælvandan kropp, umframt at vísa sína styrki í ymiskum styrkis­ kappingum. Bodybuilding snýr seg um at vísa hvussu væl vandir og stórir musklar tínir eru. – Men’s Physique snýr seg um at hava ein sunnan, vælrøktan, musku­ løsan kropp. Húð, hár og smíl spæla ein leiklut eisini. Vøddarnir skulu mynd­ast týðiliga, men ikki ov nógv. Tað er nakað sum bodybuilding, tó ikki so ekstremt, greiðir David Arge Galán frá. Hann hevur kappast í fitness­ kapp­ingum seinastu tvey árini. Fyrsta kappingin hann luttók í, var ein fitnesskapping, sum Yndi Fitness skipaði fyri. – Eg ætlaði at luttaka longu í 2013, men tað lá ikki fyri kortini, so 2014 var fyrstu ferð, eg luttók. Eg vann tað kappingina og vann tá rættin at luttaka í eini líknandi kapping í Dan­ mark. Har gjørdist eg nummar tvey, greiðir David Arge Galán frá. Eftir luttøkuna í Danmark bjóðaði ein av dóm­arunum Davidi til Onglands at luttaka í eini kapping í býnum Leamington Spa. Eisini har gjørdist hann nummar tvey. Bleiv bitin beinanvegin David Arge Galán byrjaði við styrki­ venjing í 2001. Hann búði tá í Spania og spældi nógv kurvabólt, men tá ein skaði forðaði honum at spæla nakað serligt, valdi hann at íðka styrki­ venj­ing í staðin, meðan skaðin bleiv grøddur aftur. Hann sigur, at hann bleiv beinanvegin bitin av tí, men tað er ikki fyrr enn seinastu fimm árini, at hann hevur vant heilt málrættað. – Í ávísan mun var tað fyri at geva venjingini hjá mær meiri inni­hald, at eg byrjaði at kappast í fitness­kapp­ ingum, greiðir hann frá. Í ár luttók hann aftur í fitness­ kapp­ingunum bæði í Føroyum, Danmark og Onglandi. Í Føroyum gjørdist hann nummar tvey, meðan Men’s Physique snýr seg um at hava ein sunnan, vælrøktan, musku­løsan kropp. Húð, hár og smíl spæla ein leik­lut eisini« »Eg haldi onkursvegna, at ÍSF ella onkur annar burdi stuðlað slíkum ferðum. Bæði eg og Jórun Mørkøre hava jú góð úrslit at vísa á. Eg eri ongantíð endaður lægri enn nummar tvey« privatmynd