hósdagur 5. august 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 146 - 5. august 2004
Nr. 146 - 5. august 2004
11
Orðaskiftið um løgmansrøðuna hevur á mang-
an hátt verið sera áhugavert, hóast orðaskiftið
ikki kann sigast at hava verið serliga lívligt.
Skal ein leita eftir einum tráði í orðaskiftinum,
so má tað vera eitt sterkt ynski frá samgongu-
tingmonnum stabilitet og um at endurskapa
samanhaldið millum føroyingar. Heildarmynd-
in ein fær av at lýða á orðaskiftið er, at sam-
gongutingmenn eru avgjørdir um, at hesi
samgongu skal verða lív lagað.
Sjálvstýrismálið fyllir nógv í orðaskiftinum.
Tað vil so vera, tí hetta mál fyllir nógv í sam-
gonguskjalinum og í sjálvari løgmansrøðuni.
Heildarmyndin av andstøðuni er, at vit hava
tveir andstøðuflokkar, ið eru sera beiskir um at
sita uttan fyri ávirkan. Hesin beiskleiki kemur
til sjóndar eitt nú við einum ófantaligum orða-
lagi. Tónin er sera ironiskur og sarkastiskur.
Samgongan verður skýrd at vera ein skurv-
blanding, orðarætt "eitt skurvut selskap", ein
sera niðursetandi og ófólkalig vending, sum
eisini varð átalað frá formansætinum. Eisini
orðalag sum "gagg-gagg" og tað, sum verri er,
vera nýtt um samgonguna og hennara politikk.
Hetta sigur eitt sindur um beiskleikan,
Orðaskiftið avdúkaði eisini eina vælskipaða
roynd at seta kílar inn í samgonguna. Hetta
hendi tá Pól Michelsen úr fólkaflokkinum
hevði havt orðið. Pól Michelsen, ið er kendur
sum heilhjartaður sjálvstýrismaður, vandaði
sær væl um orðini og røða hansara var sum
heild sera positiv mótvegis samgonguni. Hann
gjørdi vart við sína trúgv uppá, at sjálv-
stýrismálið var í góðum hondum og á beinari
kós. Hann fekk nakrar spískar spurningar, sum
hann elegant og avgjørdur avpareraði. Hetta var
áhugvert og ikki sørt undirhaldandi.
Um farast skal eftir orðaskiftinum, so verður
heildarmyndin av samgongunu tann, at málið er
at tryggja stabilitet, at tryggja vælferðarsam-
felagið eftir føroyskum fortreytum og við før-
oyskum avgerarætti, at rekast má ein vinnu-
fremjandi politikkur og at gingið verður
støðugt men varliga á sjálvstýrisleið. Sam-
gongan er ung enn, so her kann henda so
mangt, men vera hesi mál fasthildin og kunnu
flokkarnir semjast, so kunnu úrslitini ikki
gerast annað enn góð. Livst so spyrst.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Ein spurningur um
stabilitet
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Suðuroyar Ullvirki og
Sirri í Vági
Árni Brattaberg
Í grein í Dimmalætting
leygardagin 24. juli verður
í samtalu við Peter Haar
skrivað um m.a. ullamót-
tøkurnar sum eru settar á
stovn.
Vit ynskja at partvís
rætta og eisini leggja aftur-
at orðaskiftinum.
Tað stendur at lesa, at
ullarmóttøkan hevur sum
krav, at ullin er skild í litir.
Okkara viðmerking er, at
ullarmóttøkan fær goldið
pening fyri at skilja ullina.
Viðmerkjast kann, at ulla-
móttøkan krevur, at ullin, tá
hon verður latin inn er:
•
pakkað í sekkir,
•
er turr
•
er rein, tað merkir at
lortur er tikin frá
Ullarmóttøkan skilar sær
rætt til ikki at taka ímóti
ull, sum ikki lýkur krøvini.
Ynskiligt hevur verið, at
Royndarstøðin ger ein veg-
leiðandi faldara um, hvussu
ullin skal skiljast og hand-
farast.
Undir seinastu yvirskrift-
ini í greinini - Tó minni
slitsterk - verður skrivað
»at føroyska ullin ikki er
eins slitsterk sum onnur
ull«. Ynskiligt hevði verið
at fingið at vita, hvaðani
hesin pástandurin kemur.
Vit eru sannførd um, at
føroyska ullin er meiri slit-
sterk enn øll onnur ull, or-
søkin er einføld tann, at
føroyski seyðurin er tillag-
aður føroyska veðurlag-
num. Føroyska ullin hevur
brodd og nyðru. Føroyska
tógvið, sum vit spinna, er
samfingið, og broddurin
ger tráðin slitsterkan. Sirri
hevur sum vørumerki, at
vørurnar eru slitsterkar!
Longri niðri undir somu
yvirskrift nevnd omanfyri
stendur at lesa, at »før-
oysku spinnaríini blanda
føroyska og útlendska ull
saman«. Vit spyrja; hvørji
eru hesi spinnaríini? Tíðin
er komin til at tora at greiða
frá, hvørji spinnaríini eru.
Suðuroyar Ullvirki í Vági
er einasta ullvirki í land-in-
um sum spinnur føroyska
ull, ullin verður ikki bland-
að, og tað hava vit ongantíð
gjørt.
Vit vilja gera vart við, at
Suðuroyar Ullvirki hevur
sum sítt fyrsta boð, at við-
skiftafólkini vita hvat tey
keypa.
1. Rávøran vit brúka er
rein føroysk
2
Ullin verður ikki á
nakran hátt kemiskt
viðgjørd
3. Vit lita ikki tógvið –
harvið hava vit bara
reinu náttúrulitirnar, og
sum
aðalmálið
var,
verður ikki náttúran
dálkað
av
alskyns
kemikalium.
At yvirhalda hesi punktini
er ikki lættasta gongda
leiðin, tí føroysk ull er tør-
før at fáast við. Tað er ikki
lætt at spinna fínan tráð
sum verður bundin á nýtím-
ans bindimaskinum.
At enda aftur vil enda-
málið við hesi viðmerking-
ini. Vit vildu ynskt, at
Royndarstøðin gekk á odda
og visti, hvørji viðurskifti
eru galdandi í ullaspurning-
inum. Í greinini eru bein-
leiðis skeivleikar. Sam-
stundis er ynskiligt við
einum opnum orðaskifti
um ullarspurningin.
Rætting og ískoytið til grein um ullamóttøku
Paul Scholes verður ikki at
síggja aftur á enska lands-
liðnum. 29 ára gamli mið-
vallarin hjá Manchester
United hevur gjørt av at
gevast. Paul Scholes spældi
66 landsdystir fyri England
og skoraði 14 ferðir.
– Eg havi hugsa um av-
gerðina leingi, og hetta
hevur ikki verið nøkur løtt
avgerð. Eg havi spælt á
landsliðnum í sjey ár saman
við teimum bestu spælar-
unum og teimum bestu
venjarunum.
– EM 2004 var fantast-
iskt. Men aftaná kendi eg,
at hetta er rætta tíðspunktið
fyri meg og mína familju at
siga stopp. Eg vil fegin
takka fyri nøkur framúr-
skarandi góð ár, og eg
ynski liðnum alt tað besta
frameftir, segði Paul Schol-
es um avgerðina at gevast á
enska landsliðnum.
Esbjerg er sligið út av Toto
Cup,
og
tískil
hevur
Esbjerg ikki møguleika fyri
at spæla UEFA Cup hetta
kappingarárið. Í gjárkvøld-
ið vann Schalke 04 3-0 á
Esbjerg í seinna Toto Cup
hálvf inalu-dystinum.
Schalke vann fyrra dystin
3-1, og tískil fer Schalke
víðari sum sikkur vinnari
við 6-1 tilsamsans. Um
Schalke 04 vinnur Toto
finaluna, so hava teir spælt
seg í UEFA cup.
Hinvegin má Esbjerg
taka til takkar við Super-
liguna og norðligu Royal
League eftir tapið móti
Schalke.
Longu eftir 11 minuttum
hevði Schalke lagt seg á
odda, tá Mike Hanke skor-
aði til 1-0. Hamit Altintop
og Gerald Asamoah syrgdu
fyri endaliga úrslitinum 3-0
til Shalke.
Esbjerg útsligið
Scholes fer av landsliðnum
Vagnur Michelsen
Seinastu mánaðirnar hava
vit hoyrt nógv um útlend-
ingar í Føroyum. Nógva
prátið um útlendingarnar
kemur undan kavi, tá tað
sansar at við arbeiði í Før-
oyum, tí útlendingar mugu
ikki taka arbeiði frá føroy-
ingum. Soleiðis var eisini,
tá ið vit fóru frá góðu 80-
árunum og inn í døpru 90-
árini. Í teimum góðu tíðun-
um við nógvum virksemi
eru útlendingar meira enn
vælkomnir í Føroyum, men
nú føla nógvir útlendingar
seg illa og vita hvørki út
ella inn, tí alt er so ógreitt í
løtuni. Og landsstýrismað-
urin í útlendingamálum er
eisini sera ógreiður og sær
út at vera komin í knípu.
Tað er serliga ítrótturin,
sum fær at merkja "nýggja
" útlendingapolitikkin hjá
Jógvani við Keldu, lands-
stýrismanni, og ein togan
fer fram millum ÍSF og
landsstýrismannin.
Allir
føroyingar
eru
sjálvandi samdir um, at vit
skulu hava ein skynsaman,
góðan og menniskjaligan
útlendingapolitikk. Vit hava
góðar møguleikar at hyggja
at grannalondum okkara,
sum
nógvastaðni
hava
ovurhonds stórar trupul-
leikar at dragast við, tí tey á
fleiri økjum hava mist
tamarhaldið
á
útlend-
ingapolitikkinum.
Tað sum eg kenni til í
ítróttinum, so trívast út-
lendingarnir væl í landi
okkara. Her hugsi eg ser-
liga
um
eysturlendsku
ítróttafólkini, sum spæla
fótbólt, hondbólt, flogbólt
ella hava fulltíðarstarv sum
venjarar. Nógvir útlending-
ar geva føroyska ítróttinum
nógv, men ein annar spurn-
ingur er, um vit eru á rætt-
ari kós, tá ið útlendingar
avgera so nógv í føroyskum
ítrótti.
Tá ið tað snýr seg um út-
lendsk ítróttarfólk í Føroy-
um, so er talan um tann
ítróttarliga partin og tann
menniskjaligi partin. Fyri
mítt viðkomandi er tann
menniskjaligi parturin av-
gerandi, og tí mugu vit
bjóða útlendingum líka góð
kor og góðar sømdir, sum
vit bjóða okkum sjálvum.
Ein góður bústaður og eitt
arbeiði er minsta kravið.
Mínar royndir eru, at skulu
útlendingarnir
trívast
í
Føroyum, so mugu hesir
sleppa til arbeiðis beinan-
vegin. Teir eru langt heim-
anífrá, komnir til eitt nýtt
land við aðrari mentan og
øðrum máli. Tí er arbeiðs-
plássið so avgerandi, so teir
so spakuliga koma inn í tað
føroyska samfelagið og ikki
sita allan dagin og kúra í
einum kamari ella íbúð og
bíða eftir, at teir skulu
venja um kvøldið.
Annars er útlendinga-
málið ógvuliga einfalt í
mínum hugaheimi. Kunnu
útlendsku
ítróttarfólkini
ikki fáa eitt arbeiði, so hava
tey einki at gera í Føroyum.
Og alt hetta, at ítróttarfe-
løgini skulu gjalda ein
prosentpart av lønini hjá
útlendingunum, sum lands-
stýrismaðurin
vísir
á,
kunnu vit gloyma alt um.
Føroysk ítróttarfelag hava
ikki ráð at útvega sær
útlendska hjálp, um hesi
ikki fáa eitt arbeiði í Før-
oyum. Trivnaður, arbeiði og
harvið tað fíggjarliga hjá
feløgunum mugu ganga
hond í hond.
So enn einaferð. Skulu
útlendingar koma til Føroya
at íðka ítrótt, so má minsta
kravið vera, at teir hava eitt
arbeiði at fara til, og at teir
gerast ein natúrligur partur
í føroyska samfelagnum.
Eg dugi ikki at síggja, at
ítrótturin skal hava ser-
sømdir, tá ið tað snýr seg
um útlendingar. Eg dugi
heldur ikki at síggja munin
á einum polskum sveisara,
einum italienskum lækna
og
einum
rumenskum
hondbóltsspælara.
At
útlendingamálini
kunnu avgreiðast skjótari,
og at vit flyta útlendinga-
mál úr Danmark til Føroya
er sjálvsagt, men hetta eitt
annað politiskt mál.
Samfelag okkara er lítið
og viðbrekið, tí mugu vit
sjálvandi hava ein skyn-
saman, góðan og menn-
iskjaligan útlendingapoli-
tikk, sum útlendingar í
Føroyum eisini fáa gleði av.
VIÐMERKINGAR
Útlendingarnir mugu hava arbeiði
Nú er greitt, hvussu
skráin fyri Summar
Festivalin í Klaksvík
verður. Fyrireikararnir
hava boðað frá, hvørji
tiltøkini verða, og hvør
skal spæla hvar. Kend
útlendsk nøvn og tey
fremstu føroysku
nøvnini mynda
festivalin
SUMMARFESTIVALUR
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Skráin fyri Summar Festi-
valin í Klaksvík er núr løgd
og tað er lagt upp til hugna-
ligar dagar í tónleikahøv-
uðsstaði Føroya. Uttaneftir
vitja kend nøvn og ein
rúgva av góðum føroyskum
nøvnum prýða festival-
skránna.
Fyrireikingarnar ganga
væl, og tónleikarar gera seg
í hesum døgum til reiðar til
stóra tiltakið, sum er fyrsti
festivalurin, sum ætlandi
skal verða afturvendandi
tiltak.
24 bólkar og solistar fara
at syngja og spæla í Klaks-
vík í døgunum frá 12. til
15. august. Tiltøkini eru
sjey í tali. Morgunmatar-
borðið,
sum
Norðoya
Sparikassi bjóðar til leygar-
morgunin klokkan 10.00, er
ókeypis.
Atgongumerkjasølan fer
fram á Shell-støðunum
kring landið og á Kunn-
ingarstovuni í Havn. At-
gongumerki verða seld til
hvørt tiltak sær, og tí hava
fólk sjálvi møguleikan at
seta sær sín festival saman,
sum teimum passar best.
Hósdagur 12. august
Kl. 21.00
Konsert við Pætur við Keldu í
Atlantis
Fríggjadagur 13. august
Kl. 21.00
Workshop við Ken Hensley (UK) í
Atlantis
Kl. 00.00-04.00 Konsert og dansur í KÍ-høllini:
Gunnar Mikkelsen (DK), Terji
Rasmussen og DJ Cool.
Leygardagur 14. august
Kl. 10.00-12.00 Norðoya Sparikassi bjóðar til
morgunmatarborð í miðbýnum.
Tónleikur verður at hoyra av Spari-
kassapallinum.
Kl. 15.00-00.30 Stór útikonsert í miðbýnum. Ken
Hensley (UK), Boney M (D),
Hanus G. Johansen, Hjarnar, Guðrun
Sólja Jacobsen, Frændur,
Ólavur Presley and his Dirty Rag
Rags, Trølla Pætur & Angela,
Credo, Brandur Enni, Týr, Petsi Tvør-
foss og Johan í Kollafirði.
Sí nærri skrá niðanfyri.
Kl. 01.00-04.00 Dansur í KÍ-høllini: Showmenn,
Elton John Jam og DJ Cool.
Sunnudagur 15. august
Kl. 20.30
Gospelkonsert í KÍ-høllini: Kjell
Samuelson (SE), Hans Inge Fagervik
(NO), Torkil Mørkøre og Sigrið Ras-
mussen & Gunnar Guttesen.
Skrá fyri Útikonsertina leygardagin 14. august
Bólkarnir spæla á tveimum pallum. Á tí stóra pallinum
á Vágsbøi og á tí hugnliga sparikassapallinum, sum
stendur á økinum uttanfyri Norðoya Sparikassa.
V: Vágsbøur
SP: Sparikassapallurin
Kl. 15.00 (V) Trølla Pætur og Angela
Kl. 15.45 (V) Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, setir
Summar Festivalin
Kl. 16.00 (V) Credo
Kl. 16.30 (SP) Brandur Enni
Kl. 17.00 (V) Týr
Kl. 17.45 (SP) Petsi Tvørfoss
Kl. 18.15 (V) Hjarnar
Kl. 19.00 (SP) Guðrun Sólja Jacobsen
Kl. 19.30 (V) Frændur
Kl. 20.20 (SP) Hanus G. Johansen
Kl. 21.00 (V) Ken Hensley (UK)
Kl. 22.00 (SP) Johan í Kollafirði
Kl. 22.30 (V) Ólavur Presley and his Dirty Rag Rags
Kl. 23.30 (V) Boney M (D)
Heimasíða við upplýsingum og tíðindum:
www.summarfestivalur.fo
Festivalútvarp á Rás 2 hvønn hósdag kl. 17.00
Skráin fyri Summar
Festivalin klár
Boney M verða at síggja og hoyra í Klaksvík leygardagin 15. august á stórari útikonsert í Miðbýnum
C
M
Y
K
11
10