Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-05, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. august 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Ósminkaður og ærligur boðskapur byggir brýr SUMMAR FESTIVALUR 2004 8 C M Y K 9 8 »Saman við tær«" var heitið á útgávuni, sum Frændur góvu út í 1984 og tey 20 ár- ini, ið liðin eru, hevur bólk- urin verið saman við føroy- ingum í álvara og gaman. Manningin hevur megnað at syngja seg inn í føroysku hjørtuni, sum ongin annar. Sangir teirra eru fólkaogn og tað er óivað tað besta, ið orð- og tónasmiðir kunnu ynskja sær. Summarfestivalur verður í Klaksvík í ár, men fyri júst 20 árum síðani, í 1984, var eisini stórt tiltak á Vágsbøi, har limirnir í Frændum áttu sín stóra leiklut. Ein friðar- stevna var á hesum stað í 1984 og Frændur tóku lut. Ætlandi skuldi hetta verða afturvendandi tiltak, men so varð ikki, men nú - 20 ár seinni - sleppa Frændur aft- ur at royna seg á sama stað. – Sjálv byrjanin var tó nakað fyrr, sigur Rani Nols- øe, sum tó ilskast á, at hann ikki havur sama fílaminnið, sum frændin Steintór. – Eg meini tað var í des- ember í 1982 ella januar í 1983, at vit 3 í Frændum - Eyðun, Steintór og Rani - fóru á pall til eina konsert og saman við okkum vóru t.d. Hanus og Andras, og so varð farið í upptøkuhølini í 1984 og fyrsta útgávan kom út, minnist Rani. LIST LIVIR LEINGI – Vit hava upplivað áhald- andi succes og nærum onga fiasko. Soleiðis er tað av onkrari orsøk. Og nú hava vit 20 ár á baki sum bólkur og tað skal marker- ast, sigur Rani Nolsøe. Og Rani heldur sum so onki løgið vera í, at Frænd- ur hava klárað at hildið sær í fremstu røð hesi ár og enn- tá eiga løg, sum eru klassik- arar. – Listin livir leingi. Mong dømi eru um tey, ið blíva eldri og betri, t.d. Eric Clap- ton, uttan samanburð ann- ars. Hann er betri nú, enn nakrantíð. Og fólk eru ikki útbrend ella"ferdig", tá tey gerast 40, 50 ella 60 ár. Ein kann vera produktivur, tá ein kemur í lívsins heyst. Í okkara føri er tað so, at vit eru ikki broyttir so nógv og onki kolveltandi er hent í okkara lívum, sum so. Vit standa fyri tí sama og eru teir somu. Allir eru vorðnir familjumenn og so fram- vegis og allir hava verið t.d. føroyameistarar í talvi, legg- ur Rani skemtiliga afturat. Ættarlið eftir ættarlið hava tikið Frændur til sín og hetta kennist væl og er ótrú- ligt, sigur Rani. Orsøkina til góðu undir- tøkuna øll árini torir Rani bert at gita, men hann hev- ur eitt boð. – Tað er óivað so mangt, ið spælir inn. Men gott handverk, treiskni í upp- tøkuhølunum, vælskrivaðir tekstir og ósminkaður og ærligur boðskapur hevur nógv at siga, metir Rani, og hugsar um sangir sum t.d. Minnist tú gildið og Hund- urin Brúni, ið hann metir hava tað við at fanga lurtar- an, ein moralur er, men eis- ini hómast ein farri av skemti, humor, men tó er ikki talan um táttayrking. – Eg giti, at vit hava havt hetta við at gera nógv burt- urúr innspælingini og verið ærligir og boðskapurin hev- ur verið ósminkaður, so fólk beinaveg hava kent seg aft- ur ella í hvussu er hava tey vitað hvar tey hava havt okkum. Men vert er at minnast, at ein góður sang- ur verður ikki til í upptøku- hølunum, tí er sangurin ikki væl skrivaður, so hjálpir øll heimsins tøkni einki, sigur Rani Nolsøe. – Vit hava tó eisini verið hepnir. Fyrsta útgávan hev- ur mong av fólksligu løgun- um. So kom Frændur 2 og har vóru fleiri hitt. Fólk undraðust so, hvørt vit kundu halda á. So kom út- gávan 80’ini. Tøknin í há- sæti og vit vóru hepnir at Óli Poulsen var har sum hann var júst tá, men aftur ein útgáva, ið riggaði og so- leiðis haldi eg tað hevur verið. Vit hava havt nakað at givið, metir Rani Nolsøe. NEISTIN ER HAR Teir tríggir í Frændum, Steintór, Rani og Eyðun, hava arbeitt við nýggjum tilfari, tí ætlanin er at geva eina fløgu út, nú bólkurin hevur 20 ár á baki og so stendur summarfestivalur í heimstaðnum eisini fyri framman, so teir hava funn- ið saman av og á til venj- ingar og væl hevur hepnast. – Vit vóru saman í vár og gamli neistin var har. Ann- ars kann sigast um nýggja tilfarið, at her verður tilfar frá okkum øllum, men enn er endaliga sáldanin ikki farin fram, sigur Rani Nols- øe, sum leggur afturat, at tað verður ein heiður at standa á sama palli á Summarfestivalinum, sum Ken Hensley, tí hann er ein, ið síggjast kann upp til, tí hann er frálíkur komponist- ur. Tá Frændur fara á pall, so verður talan um sangir, ið hvørt mansbarn í Føroyum kennir, men eisini okkurt nýtt verður at hoyra og manningin gleðir seg, tí hetta er fyrsta framførsla í ár og so er eisini nakað síðani, at Frændur seinast stóðu á palli í Klaksvík. FRÆNDUR Tað eru í ár 20 ár síðani, at fyrsta útgávan við Frændum kom út og samstundis 20 ár síðani stórt friðartiltak júst á Vágsbø, har Frændur høvdu stóran leiklut. Nú verður arbeitt við tilfari til nýggja fløgu og okkurt av hesum verður at hoyra á Vágsbøi Frændur: Steintór Rasmussen, sang, Rani Nolsøe, guitar, sang, Eyðun Nolsøe, guitar, sang, Høgni Klakstein, trummur, Pætur við Keldu, keyboard, Agnar Lamhauge, bass Edward gjørt búmerkið Edward Fuglø hevur teknað búmerkið hjá Summar Festivalinum. Listamaðurin úr Klaksvík er víðagitin og virdur fyri sítt listarliga arbeiði, og hann hevur eisini fingið onkra virðisløn fyri tað. Edward Fuglø hevur verið blandaður upp í mentanar- lívið í Klaksvík gjøgnum eitt nú framsýningar og pall- setingar, og hann tók fegin uppgávuna á seg, tá ið hann varð biðin um at tekna búmerki til nýggja mentanartil- takið í Klaksvík. Og fyrireikararnir av Summar Festivalinum eru sera fegnir um, at hann vildi teknað búmerkið. Tað verður mett sum ein heiður fyri festivalin. Búmerkið er summarsligt við einari frískari skrift, sum Edward lutvíst sjálvur hevur teknað, og so er er summ- ardái við Norðoyggjum eisini partur av búmerkinum.